hósdagur 23. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mannligi upprunin til hesa
ætt er Simon Joensen, fødd
ur 1212 1798 á Glyvrum,
og doyptur 2112 í Nes
kirkju. Hann doyði 412
1871, og varð 912 grivin á
Svínaryggi í grøv nr. 21 frá
tí byrjað verður at skriva
gravirnar niður í 1869.
Fyrra kona hansara var
Charlotte Maren Amalie
Reinert, fødd 182 1810 á
Nesi í Eysturoy. Hon doyði
137 1842, og er uttan iva
grivin í gamla kirkjugarði.
Símun giftist aftur í 1844
við Johanne Sophie Joens
datter, f. 14 1813, Uttan
úr Forna á Nes, doypt 264
1813, deyð 64 1897. Hon
er grivin á Svínaryggi í
grøv nummar 543. Hesi
nummur siga nakað, um
hvussu nógv fólk ið doyðu
í Havn hesa tíðina.
Símun var ættaður av
Glyvrum, Uttan úr Gerði.
Pápi hansara Joen Pedersen
var bóndasonur úr Heimi
stovu á Glyvrum, og mamm
an var Malene Simons
datter, ættað av Strondum.
Longu 8 ára gamal misti
Símun pápan. Hann var
longu tá kendur fyri at vera
sera raskur. Um hesa plagdi
hann at fara til Lamba at
kasta nót saman við teimum
vaksnu monnunum.
Sum 1112 ára gamal fór
Símun til Kaldbaks at vera
húskallur í Soylugørðum
(Sólgørðum), og har varð
hann í eini 15 ár. Her var
hann eins raskur. Ein søga
er, at eitt kvøldið hevði
bóndin tosað um at fáa
eina kúgva dripna dagin
eftir. Tá ið bóndin kom upp
morgunin eftir, hevði
Símun longu dripið kúnna
og var komin væl áleiðis at
fletta hana eisini.
Símun var eisini raskur
sum útróðrarmaður. Hann
hevði sum smádrongur róð
út við glyvramonnum, og
hann kundi nú vísa
kaldbaksmonnum á teirra
mið.
Fór til Sund og
síðan til Hoyvíkar
Umleið 1825 fór Símun
yvir á Sund at vera hús
kallur. Eins og í Kaldbak
kom hann at gerast
álitismaður hjá Berinti
bónda á Sundi. Teir vóru
so nógvir húskallar, at teir
mannaði seksmannafar.
Símun var bátsformaður. Í
góðum líkindum róðu teir
havróður, og manga góða
veiðuna førdu teir til lands.
Símun vildi fegin fáa
egnan bát. Men tað var
trupult. Men so fór eitt
skips á land í Funnings
firði. Beiggi hansara keypti
honum skipsjolluna, sum
hann róði allar teir 27 fjórð
ingarnar til Hoyvíkar. Tá
hevur hann eisini dugað at
fáa fulla nyttu av streymin
um, sum hann var kønur í.
Tá fór Símun at rógva
við kalvalínu, og nógvur
og stórur kalvi var um
Hoyvíkshólmin. Seinna
konan og børnini plagdu
eisini at rógva við honum.
Nøkur ár frammanundan
hevði Per Mohr, kongsbónd
in í Hoyvík, biðið Símun
koma at vera bátsformann
hjá sær og at hjálpa sær á
garðinum. Afturfyri lovaði
Per honum at leggja trøð
inn av Hoyvíkshaganum, so
stóra sum hann helt seg til
at velta. Bóndin doyði í
1831, og helst hevur Símun
arbeitt á garðinum, áðrenn
hann flutti til Hoyvíkar.
Hann skuldi umframt at
arbeiða á garðinum eisini
velta sína egnu trøð. Hetta
mátti ofta vera í myrkri á
kvøldi við hjálp av lykt.
Símun laðaði seyðahøgar
garðar uttan um allan bøin
í Hoyvík, og fyri tað fekk
hann ein mark (33 oyru)
um dagin.
Tá ið nakað av trøðni var
uppdyrkað, fekk hann sær
kúgv, men hevði í fyrstuni
ov lítið av hoyggj. Hann
fekk so loyvi at sláa Hoy
víkshólm, og hann førdi
grasið í land at turka. At
taða bøin fekk hann tara úr
Boðanesgjógv. Í 1869 er
trøðin mett til 1 1/4 kúfóður,
og leigan var 4 kr. um árið.
Bjargaði verpápan
og fekk gentuna
Meðan Símun var á Sundi
kom hann at kenna eina
unga gentu í Kaldbak, Char
lottu Reinert frá Á. Tey
blivu góð, men vónleyst var
hjá húskalli at fáa
bóndadóttur til konu.
Mamma hennara Angelika
var próstadóttir av Nesi og
pápin Kornelius Reinert var
ættaður úr Danmark av
týskari ætt. Men lagnan
loysti á ein serligan hátt
henda trupulleikan. Kald
baksmenn vóru einaferð í
grind norðuri í Sundum, og
Símun var við teimum. Væl
gekk, men á heimferðini
hendi tað óhapp, at Korne
lius fór fyri borð. Símun
var knappur. Hann leyp til
og bjargaði honum. Hetta
gjørdi, at Kornelius játtaði
honum dóttrina til konu.
Símun giftist við Char
lotte í 1835, og eru tey helst
flutt í húsini Uttan fyri
Garðar um hetta mundið. Í
1836 verður fyrsta barnið
føtt, tá búgva tey í Hoyvík.
Tey fingu fýra børn.
Tað kann verða nevnt, at
ein systir Charlottu, Ange
lika, giftist við Óla í Gortri
frá Gjógv. Tey fluttu til
Norðradal, og Reinert fólk
ið har er ættin hjá teimum.
Charlotte fór til Danmark
ar at fáa útbúgving sum
jarðarmóðir. Í passbókini
stendur at lesa, at hon hevur
fingið pass at fara niður til
Danmarkar 19. september
1840. Á heimferðini kom
skipið í ódnarveður, og hon
gjørdist sjúk umborð. Tá ið
skipið kom til Havnar, róði
Símun hana inn á Gamla
Hospital, har hon doyði 13.
juli 1842.
Við seinni konuni
Johanne Sofie Joensdatter
fekk Símun tvey børn.
Hann doyði sum sagt í
desember 1871, nærum 73
ára gamal. Hann var farin
undir eina byrðu, men
stakk knappliga upp at
bløða og doyði.
Børnini hjá Símun
Í fyrru giftu:
Jógvan Simonsen f. 14
021836.
Angelica Simonsen f. 28
101837. Gjørdist
jarðamóður. Hevur verið
umrødd í hesi røð
Cornelius Sigismund
Simonsen, f. 13091839.
Fór til Noregs at fáa sær
útbúgving sum skósmiður.
Hann doyði bert 26 ára
gamal av tuberklum.
Malene Simonsen f. 1309
1839, doypt 1310 í
Havnar kirkju, deyð 2405
1917. Giftist í 1863 við
Jógvan Petersen f. 2505
1834, d. 24121918.
Tey fostraðu Símun, son
Jógvan, sum Malena var
fastir at, umframt trý onnur
børn. Teirra eftirkomarar eru
tey á Høgabóli á Glyvrum
Í seinnu giftu:
Johan Simonsen f. 0904
1845. Hevur verið
umrøddur í hesi røð
Charlotte Maren Amalie
Simonsen f. 16091851.
Í eini framløgu um ættina
sigur Ólavur Clementsen,
at eyðkenni fyri hesi fólk
var, at tey høvdu áræði og
fullu ikki í fátt. Fleiri
sjógarpar, vinnulívsmenn
og eisini konubrot hava
verið í ættini.
Keldur:
Ættin • Ólavur Clementsen
Símun bjargaði verfaðirin
og fekk gentuna
Tann 1. august verður ættarstevna hjá Simonsen-ættini í Hoyvík. Higar koma fólk nógva staðni frá
og eisini úr Amerika. Teirra ætt er væl umboðað í gamla kirkjugarði í Havn. Vit hava longu lýst
fleiri av teimum. Men í sambandi við ættartevnuna fara vit at lýsa tey, sum vit ikki hava lýst fyrr
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
JOEN SIMONSEN
SKIBSFØRER
F. 14de FEBRUAR 1836
D. 14de JULI 1895
OG HUSTRU
CHRISTIANE EMMA
THEDORA SIMONSEN
F. HANSEN
22de OKTOBER 1841
14de FEBRUAR 1888
HANS SIMONSEN
12de DECEMBER 1875
19de JULI 1880
SAA KAST DA AL DIN SMERTE
PAA HERRENS STÆRKE MAGT,
OG HAAB, O HAAB MIT
HJERTE,
VÆR TRØSTIG UFORSAGT!
DU ER DOG EJ DEN
HERRE,
SOM ALTING RAADE BØR,
GUD MONNE SCEPTRET
BÆRE,
OG ALTING VEL HAN GØR
Komandi partur
Komandi partur verður
serliga um Emmu og
Jógvan Simonsen,
kendur sum slóðbrotari
á sjónum, og um teirra
ætt í kirkjugarðinum,
har tey øll eiga
gravsteinar
Nr. 139 - 23. juli 2009
20
Húsini hjá Símun Uttan fyri Garðar í Hoyvík, bygd í 1835
Uttan fyri Garðar í Hoyvík í 1937. Tá vóru enn bert tvey hús. Sigurd Simonsen, “still going
strong” nærum 90 ára gamal, tók myndina
Jógvan Simonsen, sonur
Símin, var undangongumaður