hósdagur 23. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 23. juli 2009
Sunnudagin fekk
Fótbóltssambandið
mótmælisskriv frá 14
feløgum, sum mótmæla
ólavsøkuavtaluni,
Fótbóltssambandið
hevur gjørt við HB og B36.
Tað er problematiskt,
ásannar forsetin í
Fótbóltssambandinum
FÓTBÓL1TUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í hesum skrivi gera feløgini vart við,
at tey als ikki kunnu góðtaka
avtaluna, sum Fótbóltssambandið
hevur gjørt við HB og B36 í
samband við steypafinaluna, sum
skal spælast á ovara vølli í
Gundadal í Havn ólavsøkudag.
14 umboð fyri hesi 14 feløg hava
sett sítt navn á hetta skriv, og
forsetin í Fótbóltssambandinum,
Høgni í Stórustovu ásannar, at tað
er problematiskt.
– Tað er púra rætt. Vit hava fingið
tríggjar reglur sendandi frá nøkrum
feløgum, sum vit eisini ætla okkum
at svara, sigur Høgni í Stórustovu.
Hann greiðir frá, at teir nú royna at
fáa tey praktisku tingini kring
finaluna í lag, og at
Fótbóltssambandið alla tíðina er í
dialogi við finalufeløgini, sum hann
tekur til.
Tveir faktorar
Høgni í Stórustovu vísir á, at tað eru
tveir faktorar, sum eru galdandi í
hesum málinum. Annar er, at øll eru
samd um, at finalan eigur at verða
spæld á ólavsøku í Havn. Hin er, at
har eru nøkur viðurskifti hvat
inntøkubýtinum av sjálvum dystum
viðvíkur, ið ikki allir partar eru nøgdir
við.
Trýr framvegis upp á ólavsøkufinalu
Men hóast ósemjuna, sum ikki bara
umfatar EB/Streym, Víking og
Fótbóltssambandið, men eisini 12
onnur limafeløg í
Fótbóltssambandinum, so trýr
Høgni í Stórustovu, forseti í
Fótbóltssambandi Føroya
framvegis uppá, at finalan í
kappingini um løgmanssteypið
verður spæld á ovara vølli í
Gundadali í Havn ólavsøkudag.
Steypafinala í Klaksvík
Verður hetta av ongum, eru sjálvsagt
eisini aðrir møguleikar. Millum
annað hevur formaðurin í KÍ,
Tummas Lervig, sagt við Sosialin í
dag, at um tað verður ein trupulleiki
at spæla finaluna í Havn, so sær
hann ongan trupulleika í, at hesin
dystur verður avgreiddur í Klaksvík.
14 feløg mótmæla
ólavsøkuavtaluni
Málið í stuttum:
Ólavsøku
avtalan
EB/Streymur og
Víkingur vilja ikki finna
seg í, at HB og B36
skulu fáa helvtina av
inntøkunum, steypa
finalan kastar av sær
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í farnu viku skrivaði Sosialurin,
at steypafinalan eftir øllum at
døma er í stórum vanda.
Hóast eingin av
formonnunum ynskir at siga
tað stóra, ljóðar tað fyri vist, at
EB/Streymur og Víkingur eru
ógvuliga ónøgd við býtið av
inntøkum,
steypafinaludysturin kastar av
sær.
Orsøkin er ein avtala,
Fótbóltssambandi hevur gjørt
við HB og B36, sum eisini skulu
hava sín part av inntøkunum
av dystinum. Sum greitt var frá
í blaðnum hósdagin í farnu
viku, hava havnarfeløgini havt
sum siðvenju at spæla dyst á
ólavsøku, men sum tað eisini
stóð skrivað, hevur hesin
dysturin flutt seg frá at vera
stórdystur til ein
týdningarleysan venjingardyst.
Ein venjingardystur, sum helst
hevði verið av ongum í ár, tí
landskappingarskráin snøgt
sagt ikki rúmar hesum. Kortini
hevur Fótbóltssambandið
gjørt eina avtalu við HB og
B36, sum tryggjar teimum
helvtina av inntøkunum av
steypafinaluni.
Við øðrum orðum skulu
finaluliðini býta inntøkurnar
av steypafinaluni við tvey
feløg, sum als ikki eru partur
av henni. Tað eru tó HB og B36,
sum leggja vøll til finaluna, og
tískil er tað ikki órímiligt, at tey
fáa eina upphædd fyri lán av
vøllinum, men sum skilst
kunnu EB/Streymur og
Víkingur – umframt 12 onnur
limafeløg í Fótbóltssambandi
Føroya – ikki góðtaka, at HB
og B36 skulu fara avstað við
helminginum av inntøkunum.
Ónøgdin sigst vera so stór, at
um EB/Streymur og Víkingur
ikki fáa størri part av
pengakøkuni, sum stendur
eftir eftir steypafinaluna, sýta
tey fyri at spæla
steypafinaluna í Havn á
ólavsøku.
Sosialurin
skrivaði í farnu
viku um málið, sum
framvegis ikki er loyst, nú bara
seks dagar eru til finalan í kappingini um
løgmanssteypið skal spælast