hósdagur 23. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gregersen aftur til Skála
Bogi Gregersen er nú aftur knýttur at hópinum hjá Skála.
Tað skrivar heimasíðan hjá B68. Bogi Gregersen skifti undan
hesum kappingarárinum til B68. Hann hevur verið nógv
darvaður av skaðum, og hann hevur havt trupult at vunnið
sær pláss í byrjunaruppstillingini. Tí hevur framherjin gjørt
av at venda aftur til Skála, sum er á næstaftasta plássinum í
1. deild í løtuni.
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. juli 2009 – Nr. 139
Rubeksen vísir KÍ aftur
Thomas Hans Rubeksen, sum hevur royndarvant í Klaksvík
seinastu vikurnar, var ikki sinnaður at skriva sáttmála við KÍ.
Tað skrivar fjepparasíðan blaabylgjan.com. Sambært
heimasíðuni hevur framherjin fingið tilboð um sama
sáttmála, sum er galdandi fyri allar leikararnar í hópinum.
Thomas Hans Rubeksen tók ikki av, tí hann hevur fingið
tilboð frá øðrum føroyskum felag, sum eftir øllum at døma er
meira áhugavert.
1. deild
tjóvstartaði
TB vann sannførandi
á Víkingi, tá hesi
bæði liðini settu hol
á 16. umfar í 1. deild í
gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
TB vann dystin ruddiliga 4-1.
Hinir fýra dystirnir í 16.
umfari í 1. deild verða
spældir leygardagin 25. juli.
Tað var Dánjal Lervig, ið
legði Víking á odda 1-0, men
áðrenn komið varð til
steðgin, hevði TB gjørt trý
mál. Josef Bassene gjørdi
tey bæði fyrstu, so økti Gilli
Sørensen áðrenn Hanus
Mortensen staðfesti sigurin
og úrslitið gjørdist 4-1 til TB.
Við sigrinum liggur TB á
triðja plássi í 1. deild við 28
stigum. Sama stigatal hava
HB og VB/Sumba, ið tó hava
betri málúrtøku, og nú eisini
ein dyst færri enn TB.
Fremst er B71 við 30 stigum.
Ikki færri enn tveir
steypadystir vera við vissu
á ovara vølli í Gundadali í
Havn á ólavsøku
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Nú tað er ivasamt, um finalan í
kappingini um løgmanssteypið
verður spæld á ovara vølli í
Gundadali í Havn ólavsøkudag sum
ætlað, boða onnur feløg frá, at tey
ætla at spæla steypadystir á
ólavsøku.
FF Giza og Undri
Tað er gamla fótbóltsfelagið hjá
nólsoyingum, NÍF, sum nú eitur FF
Giza, ið hevur bjóðað Undrinum av í
steypadysti 27. juli. Vinnarin fær eitt
meturhøgt steyp, ið vigar fleiri kilo.
Orsøkin til navnaskiftið er, at
eingin nólsoyingur spældi í
felagnum longur. Nýggja navnið er
eftir staðnum har pyramidurnar
liggja í Egyptalandi.
HB og B36 spæla eisini
Hin steypadysturin verður slagið
um Havnina, ið heimasíðan hjá HB
kallar dystin. Tað eru tey bæði
Vodafoneliðini hjá HB og B36, sum
skulu dystast. Hesin dystur verður
spældur ólavsøkuaftan klokkan
seks.
Men tá bæði HB og B36 hava
dystir á skránni 26. juli og aftur
longu 2. august, verða uttan iva
fleiri leikarar spardir í hesum dysti.
Fleiri steypadystir
á ólavsøku
Sum vant verður svomið
um Nólsoyarfjørð annað
vikuskiftið eftir ólavsøku.
Hetta fyri at stuðla einum
svimjihyli í Nólsoy
SVIMJING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hetta er 12. árið á rað at skipað
verður fyri stuðulssvimjing úr Havn
til Nólsoy, har endamálið er at
savna inn pening til ein svimjihyl í
Nólsoy. Í mun til undanfarin ár, er
kappingin í ár nakað øðrvísi enn
vanligt.
Vanligi teinurin á 4000 metrar
verður sjálvsagt. Luttakararnir leypa
á bláman yviri við Strond við
Stóradam og málið er
heiðursportrið á keiini í Nólsoy.
Hinir teinurin telur 1000 metrar.
Luttakararnir her leypa á sjógv frá
einum báti, sum liggur út fyri
bygdina, og síðani verður svomið
inn har málið er tað sama, sum hjá
teimum, ið svimja 4000 metrar.
Er tað soleiðis, at svimjarin kemur á
land aðrastaðni, er neyðugt hjá
teimum at renna síðsta strekkið til
heiðursportrið.
Fyrireikararnir siga, at samarittar
eru við ferðini um fjørðin, og at
nólsoyingar taka í móti og hjálpa
svimjarunum, tá koið er upp á land
har.
Svimja um Nólsoyarfjørð
á Ovastevnu
HB og B36 hittast í steypadysti
ólavsøkuaftan. 27 juli spæla FF
Giza og Undri
Mynd: Jens Kr. Vang
Eisini í ár verður svomið um
Nólsoyarfjørð á Ovastevnu
Savnsmynd