Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2009 - Nú hava fjølmiðlar skýrt hetta fyri ein kreppupakka, men í veruleikanum er talan um ein bygnaðar- og vakstrarpakka. Og tá dagurin í dag er farin vænti eg, at seinastu smálutirnir eru komnir upp á pláss so uppskotið kann leggjast fyri tingið á ólavsøku, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður BÚSKAPUR Leo Poulsen Leo@sosialurin.fo Bygnaðar- og vakstrarpakk- in, sum landsstýrið í longri tíð hevur arbeitt við, er nú komin undir land. Tað metir Kaj Leo Johannesen, løg- maður, í hvussu er. - Tá dagurin í dag er farin aftur um vænti eg, at sein- astu smálutirnir eru komnir upp á pláss soleiðis, at saml- aði pakkin verður lagdur fyri tingið á ólavsøku, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður sigur, at talan í veruleikanum er um at gera raðfestingar í mun til fíggjarlógina fyri 2010. - Tað, sum vit hava fingið upp á pláss, er at fáa strukt- urella hallið á fíggjarlógini á eitt rímiligt støði. Og tað sær sum nevnt gott út og eg rokni við, at tað seinasta kemur upp á pláss í dag, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann vil ikki fara alment út við detaljunum í loysnini, men roknar kortini við, at samlaði pakkin kann kunn- gerast seinni í dag. Tað er serliga virksemis- skapandi parturin, sum hev- ur verið tungur at samráðst upp á pláss, men nú eru sum nevnt bert snøklar eftir, áðrenn ein samlað avtala fyriliggur millum teir tríggj- ar samgonguflokkarnar. Krøv frá Moody’s Nógvar hugsanir og nógv uppskot hava verið frammi, eisini frá búskaparfrøðing- um í fjølmiðlunum. - Vit hava sjálvandi skeitt eftir teimum útsagnum, sum eru komnar frá búskap- arfrøðingum, og hesar eru í stóran mun tiknar við í ætl- anunum, sigur Kaj Leo Johannesen. Arbeiðið í sambandi við bygnaðar- og vakstrarpakk- an er gjørt í samsvari við nýggju játtanarlógini, og nú Føroyar eru rataðar av Moody’s, verður sjálvandi lurtað eftir, hvat greiningar- fyritøkan setur sum krøv fyri at halda ratingini. - Vit arbeiða miðvíst við at minka strukturella hallið á fíggjarlógini. Tað er eitt av krøvunum, sum Moody’s setur. Men tað er eyðvitað, at virkningarnir av hesum arbeiði ikki síggjast fyrsta árið, men skal sláa ígjøgnum eftir tveimum til fýra árum við fullari megi, sigur Kaj Leo Johannesen. Talan er um bygnaðar-, rakstrar- og virkisskapandi loysnir. - Hetta hevur verið ein harður umgangur, og tað hava verið nógvir partar íblandaðir, men nú er komið undir land og eg rokni avgjørt við, at uppskotið verður klárt seinni í dag og tískil klárt at leggja fyri tingið á ólavsøku, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Kreppupakkin fyri tingið á ólavsøku Fleiri og fleiri kundar enda í svørtubók. Danir gerast verri og verri gjaldarar, og SP-pengarnir hjálpa ikki í stóran mun. Tendensurin er hin sami í Føroyum PRIVATFÍGGJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Orkan ella viljin hjá dønum at gjalda sínar rokningar er fallandi. Tað eru í hvussu er royndirnar hjá innkrevjingar fyritøkum og skuldarregist- arum. Bæði Ole de Neergaard frá Intrum Justitia og Tommy Olsen frá Visma Collectors siga við Jyllands- Posten, at talið av inkasso- málum økist. - Kredittirnir í bankunum eru vorðnir so strammaðir, at fólk ikki longur hava ráð til at gjalda gamla skuld, og fleiri eru endað í einari skuldarsnaru, sigur Ole de Neergaard við dagblaðið. Hann metir, at økta arbeiðs- loysið og fíggjarkreppan til- samans eru orsøkin. - Tað eru ofta tey veikastu í samfelagnum, sum gerast arbeiðsleys fyrst, og tey hava kanska skuld framman undan og enda tí skjótt hjá inkasso, sigur Ole de Neer- gaard. At danir júst hava fingið 22 milliardir krónur frá SP- uppsparing sæst ikki aftur í hagtølunum hjá inkasso- fyritøkum. - Vit hava merkt ógvuliga lítið til útgjaldið av SP-upp- sparing, fyrst og fremst hjá fólki, ið vanliga ikki skylda pening. Tað er mín greiða sannføring, at SP-pengarnir eru nýttir til marglæti, sigur Tommy Olsen. Birger Baylund frá Debitor Skrásetingini hevur áður sagt, at 23.000 danir fyrsta hálvár eru strikaðir av listanum yvir vánaligar gjaldarar – tað eru 4.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør – men kortini er listin vaksin. 29.000 fleiri vána- ligir gjaldarar eru komnir á listan síðani 1. januar bert hjá Debitor Skrásetingini. - Hópurin av skrásettum vánaligum gjaldarum eru óførir at gloyma, at teir skylda pening. Ikki fyrr enn teir ikki sleppa at keypa meira, taka teir skuldina í álvara, sigur Birger Bay- lund. Hann er kortini sannførd- ur um, at SP-pengarnir hjálpa nógvum vánaligum gjaldarum. Eisini hjá skuldarskráset- ingini RKI eru nógvir nýggir »limir«, og Skat hevur eisini størri trupul- leikar at dríva inn skuld til tað almenna. Fyrsta ársfjór- ing 2009 skyldaðu fyritøkur og privat tilsamans 28,9 milliardir krónir til tað almenna, harav skattur og avgiftir vóru 13,3 milliardir, meðan onnur skuld til land og kommunur var 15,6 milliardir krónur. Jákup B. Jensen frá Intr- um Føroyar sigur, at eisini her heima sæst sami tend- ensur til, at fleiri og fleiri fólk verða send til inkasso. Eisini í Føroyum er talan um vaksandi arbeiðsloysi og fíggjarkreppu, um enn hon ikki rakar so hart sum aðrastaðni. Kreppan sendir fleiri til inkasso Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur góðar vónir um at endalig semja fæst um sonevnda kreppupakkan í dag Fleiri og fleiri danir enda á svartalista og verða sendir til inkasso. Eisini í Føroyum merkir Intrum Føroyar somu tendensir Lána færri pengar út Danskir bankar lána færri pengar út til privat og vinnulívið, meðan realkredittstovnarnir halda fram við at lána fleiri pengar út. Tað vísa tøl frá Tjóðbankanum. Ultimo juni høvdu bankarnir lánt út 570 milliardir til privatpersónar, og tað er átta milliardir minni enn fyri einum ári síðani. So lág hava tølini ikki verið síðani mai 2003, upplýsir Tjóðbankin, sum skrivar, at útlánið tilvinnulívið er fallið úr 603 milliardum krónur niður í 556 milliardir. Tað svarar til 5%. Hinvegin gongur framá hjá realkredittstovnunum at lána pengar út, bæði til privat og til vinnufyritøkur, skrivar Børsen. Arbeiðsloysi næstan 10% Arbeiðsloysið í Svøríki vaks í juni úr 9,0 upp í 9,8%, upplýsir Statistiska Centralbyrån. Harvið er arbeiðsloysið í Svøríki næstan tríggjar ferðír so høgt sum í Danmark. Og tá var vøksturin enntá ikki so stórur sum roknað var við. SME Direkt hevði roknað við 9,9%. Í juni 2008 var arbeiðsloyvið 8,1%. Talið av per´sonum í starvi fall eisini í juni við 79.000 sammett við juni 2008 til 4,607 milliónir, skrivar Børsen.