hósdagur 23. juli 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 139 - 23. juli 2009
7
lýsingar
Sølufólk til Sosialin
Ert tú fyrikomandi, dugir væl at selja, ert
álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálv
støðugt og undir trýsti, so ert tú júst tann,
vit leita eftir.
Til marknaðardeild okkara søkja vit eftir
einum starvsfólki, sum kann verða við til
framhaldandi at menna inntøkugrundarlag
okkara.
Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av
tilverugrundarlagnum hjá føroysku fjøl
miðlunum, og tí leita vit støðugt eftir
nýggjum hættum at menna hendan partin
av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum
duga at fáa, og ikki minst, arbeiða víðari við
góðum hugskotum.
Í samstarvi við starvsfelagarnar á markn
aðardeildini verður tú við í dagligu fram
leiðsluni av blaðnum. Herundir tilrættis
legging av lýsingarátøkum og temabløðum.
Umframt hetta, verður tú ein týðandi
partur av søluarbeiðinum hjá Sosialinum,
Rás2 og Portalinum.
Løn verður ásett sambært avtalu.
Er hetta nakað fyri teg, so er bert at senda
eina umsókn við frágreiðing um útbúgving
og royndir til Sosialin. Ynskir tú at fáa meira
at vita um størvini, ert tú vælkomin at
ringja á tel. 341823 / 222081. Tað ber
sjálvandi eisini til at senda teldupost á
gudny@sosialurin.fo
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Umsóknarfreistin er týsdagin 28. juli og
skal umsóknin saman við viðkomandi skjøl
um sendast til:
Sosialurin
Att.: Gudny Langgaard
Postsmoga 76
FO – 110 Tórshavn
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Starvslýsing
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðindaflutning á
netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 45 fólk í samtakinum.
www.ekort.fo
Eik Banki P/F er
kortútgevari
Tú og
– vinna hvørja ferð!
kortið er eitt MasterCard við innbygdum kreditti, sum kann
brúkast um allan heimin. Við ekortinum vinnur tú pening fyri
hvørt keyp. Hvørja ferð tú rindar við ekortinum í Føroyum,
Danmark og Grønlandi, verður ein upphædd flutt á
vinningskontu tína. Harafturat lata korthandlar í Føroyum eitt
fast prosenttal í avsláttri. Í desember mánaða hvørt ár, fært tú
uppsparda vinningin útgoldnan, og tá merkir tú veruliga
fyrimunin við kortinum!
Ert tú 18 ár, kanst tú søkja um kort. Fyll út umsóknarblað
á www.ekort.fo ella set teg í samband við ekort á
tel. 348 348