Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2009 Óttast rasuófrið í Suðurafrika Tað hevur verið sera ófriðarligt í Suðurafrika teir báðar seinastu mánaðirnar. Í gjár noyddist løgreglan at brúka gummikúlur ímóti illum mótmælismonn­ um í Johannesburg og fleiri øðrum býum. Umleið 100 fólk eru tikin og sett í varðhald. Ófriðurin kyknaði í fátækrabýlingunum, har fólk krevja mat at eta og okkurt at búgva í. Hildið verður, at umleið ein millión suðurafrikanar liva undir sera vánaligum umstøðum, og Jakob Zuma, forseti, hevur lovað at hjálpa teimum. Men útlitini eru ikki tey bestu, tí Suðurafrika er rakt av einari búskaparligari afturgongd, sum sigst vera tann ringasta í 17 ár. Mannarættindamaður funnin deyður Russisku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at líkið av einum kendum mannarættindastríðsmanni er funnið í einum grótbroti. Andrej Kulagin var leiðari á skrivstovuni, sum felagsskapurin „Rættvísi“ hevur í Karelen nærhendis finska markinum, og hann arbeiddi serliga fyri at bøta um umstøðurnar í teimum lokalu fongslunum. Hann hvarv eitt kvøldið fyri tveimum mánaðum síð­ ani, tá hann fór frá húsum, beint eftir at onkur hevði ringt til hans­ ara. Tann seinasti, sum sá hann á lívi, var ein hýruvognsførari, sum setti hann av við eina matstovu. Sambært tíðindastovuni Interfax er tað ikki greitt, hvat var Andrej Kulagin at bana. Fyri átta døgum síð­ ani varð russiska mannarættindastríðskvinnan Natalia Estemirova burturflutt og myrd. Føroya Lærararfelag tekur undir við, at børn og lærarar vera vard fyri svína­ krími, tí tey eru í heilt serligum smittuvanda. Men hann letur tað upp í hendurnar á lækna­ frøðini at taka støðu til um tað er rætt at lata skúlar aftur Svínakrím Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Verður avgerð tikin um, at lata skúlarnar aftur í heyst fyri at forða fyri at svína­ krím spjaðir seg, skal tað skorta upp á vælvild frá okkum at gjøgnumføra eitt slíkt tiltak. Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, er samd­ ur í, at nú svínakrím er farið at ganga, eru skúlar ein heilt serligur smittuvandi. Hann er samdur í, at lær­ arar og skúlabørn eru í ein­ um heilt serligum smittu­ vanda og tí tekur hann eisini undir við, at hesir bólkarnir verða vardir. ­ Tað er allur vandi fyri, at smittan rættiliga fer at herja í heyst, tá ið summarfrítíðin er av og hundraðtals børn savnast aftur á skúlunum. Í hondunum á læknunum Í Sosialinum í gjár stóð at lesa, at í løtuni verður umhugsað at steingja skúl­ arnar í heyst fyri at sleppa undan smittuspjaðing. Men hetta er rætta loysin­ in, hevur formaðurin í Lærarafelagnum fyri so vítt onga meining um. ­ Tað er ein spurningur, sum vit fullkomiliga lata upp í hendurnar á lækna­ frøðini at taka støðu til. Heldur læknafrøðin, at tað er rætt at lata skúlarnar aftur, taka vit fult undir við tí og fara at virka fyri, at ein slík avgerð kann gjøgnum­ førast so smidliga, sum gjør­ ligt og eitt slíkt tiltak skal sostatt ikki stranda upp á okkara vilja. ­ Hetta verður eitt slag av eini undantaksstøðu og vit fara sjálvandi ikki at upp á nakran máta at seta nøkur krøv, sum fara at forða fyri, at smittan kann berjast niður so effektivt, sum gjørligt. Foreldur stóra ábyrgd Grundtankin hjá okkum er, at skúlarnir skulu byrja aft­ ur sum vant, men vit ásanna, at smittuvandin í einum skúla er serliga stórur, so heldur læknafrøðin, at tað er rætt at stongja skúlarnir, fara lærararnir at stuðla tí fult út. Hinvegin ásannar hann eisini, at missa skúlabørnini eina tvær vikur, ella meir í skúlanum, er tað ómetaliga tórført at vinna tað inn aftur. Og í hesum sambandi heldur hann, at tað fer at hvíla ein stór ábyrgd á foreldrunum. Tí hann heldur, at verða skúlarnir stongdir, eigur hvørt barnið at fáa eina lesiætlan heim við sær, so at foreldrini kunnu lesa vi barninum heima fyri at tryggja okkum, at tey missa sum minst at skúlagongd. ­ Tann stóri trupulleikin fer at stinga seg upp, skuldi tað hent, at avgerð verður tikin um, at skúlarnir verða stongdir frá fyrsta degi eftir summarfrítíðina, so at børn­ ini ikki koma í skúla yvir­ høvur. ­ Skulu foreldrini lesa heima við børnunum, mugu tey í minsta lagi fáa bøkur heim við, sigur Magnus Tausen. ­ Verða skúlarnir stongdir fyri at bera svínakrím niður, mugu foreldrini taka undirvísingina á seg, tí tað hava tey skyldu til, sigur Olaus Jespersen, leiðari á fólkaskúladeildini í mentamálaráðnum Svínakrím Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgdina av at geva børnunum lærdóm. Tað staðfestir Olaus Jespersen, leiðari á fólka­ skúladeildini í mentamála­ ráðnum. Hann sigur, at verða skúl­ arnir stongdir fyri at berja svínakrímið niður, verða tað sostat ábyrgdin hjá for­ eldrunum at halda fram við undirvísingini. Hann staðfestir eisini, at í mentamálaráðnum hava tey ikki viðgjørt spurningin um at skúlarnir skulu steingjast fyri at berja svínakrím niður. Men í grundregluni stað­ festir hann eisini, at vit hava ikki skúlaskyldu í Føroyum, men vit hava undirvísingar­ skyldu og tað undirvísingar­ skylduna hava foreldrini. Avgerðin hjá landslæknanum Olaus Jespersen sigur, at tað er bara ein myndugleiki, sum kann stongja skúlar av heilsuligum ávum og tað er Landslæknin. ­ Ger Landslæknin av, at børnini ikki longur kunnu savnast í skúlum fyri smittu­ vanda, má alternativið verða, at børnini fáa heima­ undirvísing. Og tað eru foreldrini, sum hava skylduna at geva børnini hesa heimaundir­ vísing. Av tí, at spurningurin ikki er viðgjørdur, dugir hann heldur ikki at siga um tey fara at gera, sum formaðurin í Lærarafelagnum mælir til í aðrari grein í blaðnum, nevniliga, at hvørt barnið skal fáa eina lesiætlan heim við. ­ Tað dugi eg ikki at siga, men skuldi tað hent, at børnini ikki sleppa í skúla, er grundreglan tann, at tað verða foreldrini, sum í einum slíkum føri, hava skyldu til at undirvísa børn­ ini, sigur Olaus Jespersen. Taka undir viðat børn og lærarir verða vard - At steingja skúlarnar er eitt víðgongt stig, men tað er mangt, sum bendir á, at tað kanska verður neyðugt, sigur Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum Foreldur mugu vera lærarar