Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2009 Upptøkurnar til filmin Buzz Aldrin verða gjørdar í hes­ um døgum, og nú er ætlanin at gera upptøkur av einum grindadrápi. Til hetta tørvar teimum blóð – nógv blóð. Okkurt um 300 litrar Filmsupptøka Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo - Vit mangla blóð. Eina rúgvu av blóð, okkurt um einar 200 til 300 litrar. Tað sigur Jóannes K. Andreasen, rekvisit assistentur til film- in Buzz Aldrin, sum verður tikin upp í Føroyum í hesum døgum. Ætlanin er nú at taka eitt grindadráp upp, og tá eingin grind er, mugu teir fáa tað at síggja út sum um tað er grind. Upptøkurnar verða væntandi mánadagin, og tí hevur tað skund at fáa fatur á øllum hesum blóðinum. - Vit leita eftir seyðablóð. So øll tey, sum hava eitt sindur liggjandi í frystar- anum, hetta er tykkara kjansur at rudda út, áðrenn slaktið verður aftur, lat okkum fáa blóðið, biður Jóannes K. Andreasen. Orsøkin til at tað skal verða seyðablóð er, at tað ikki er ráðiligt at brúka mannablóð, og tí at litevni kunnu vera full í øllum møguligum kemiskum evn- um, og tí at tað ikki líkist eins væl. - Tað perfekta er at brúka blóð. Tað spreiðir ser væl, og tað er natúrligt. So um nakar liggur inni við hesum, verða tey vinarliga biðin um at lata okkum tað, sigur Jóannes K. Andreasen. Hevur tú nakað av blóði í frystaranum, og vil tú lata tað til upptøkuna av Buzz Aldrin, kann tú seta teg í samband við Jóannes K. Andreasen á telefon 51 95 67, ella við at meyla á jka@ olivant.fo Gevið Buzz blóðið Nógv blóð skal til fyri at fáa eitt óveruligt grindadráp at síggja veruligt út. Tí sóknast tey eftir millum 200 til 300 litrum av seyðablóði, ið skal nýtast til upptøkurnar. Hevur tú blóð liggjandi í frystiboksini, vilja teir fegnir hava fatur á tí (Savnsmynd) GAFFA á G! Danska tónleikablaðið verður millum útlendsku miðlarnar á G!Festivalinum í ár. GAFFA skrivar á heimasíðuni, at tey fara at greiða frá, hvat gongur fyri seg á festivalinum komandi dagarnar. Á heimasíðuni stendur somuleiðis, at tað verða tríggir pallar á G! og at lagið er gott millum fólkini, sum longu nú eru møtt á festivalinum. Av nøvnum dregur GAFFA serliga Spleen United, Teitur, Veto og Valravn drigin fram. Hornorkestur og 200 Tá 200 fer á pall í kvøld at spæla og handa riddarakross verður nakað so forkunnugt sum Havna Hornorkestur saman við teimum. - Vit vilja peppa alt upp á gos á G! So vit fara sjálvandi at hava Riddarakrosshandan og at framföra saman við 12 hornblásandi limum úr Havnar Hornorkesturi, sigur Niels Arge Galan við heimasíðuna hjá G!. 200 fer á pall á midnátt í nátt. Einasta amboðið Skipaeftirlitið hevur at brúka, er at áseta hvussu langt úr landi ferðamannasigling skal vera. Men hetta kann forkoma ferðavinnuni, og tað vilja tey ikki. – Vit kunnu bara mæla til varsemi, sigur stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen OmanlOp Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Í gjár avdúkaði Sosialurin, at tað fyri viku síðani regnaði grót omanyvir tey 40 ferðafólkini umborð á Silju Star, tá hon sigldi undir Vestmannabjørgu- num. Meginparturin av grót- inum datt niður innanfyri bátin, men fleiri smáir stein- ar raktu eisini bátin, greiddi Jákup Andrias Lamhauge, sum førdi Silju Star henda túrin. Tíbetur fekk einki av ferðafólkunum nakað mein, men vildi illa til, kundi óbótaligur skaði staðist av hendingini. Hetta fær tó ikki teir hjá Sea Service, sum eigur og rekur Silju Star, sum í rættiliga nógv ár hevur ført ferðafólk út undir Vest- mannabjørgini, at halda seg longri burtur frá landi. »Hvat er túrurin tá verdur« spurdi Jákup Andrias Lam- hauge í gjár, og staðfesti eisini, at tað er altíð ein ávísur vandi, tá mann fer tílíkar túrar. Kunnu bara mæla til varsemi § 17. í løgtingslóg nummar 165 frá 21. Desember 2001 um trygd á sjónum sigur, at »Skipaeftirlitið góðkennir brúk av skipum, undir hes- um siglingarøki og ferða- mannatal v.m., og veitir neyðug loyvisbrøv og onnur próvskjøl í hesum sam- bandi.« Men sambært stjóranum á Skipaeftirlitinum, Vil- hjálmi Gregoriussen, er tað einasta teir fáa regulerað í samband við siglingarøki, hvussu stór frástøðan hjá ferðamannaskipunum skal vera frá landi. - Men tá kunnu vit samstundis oyðileggja alt fyri vinnuna, um vit krevja at teir skulu halda seg langt frá landi, og tað vilja vit ikki, sigur Vilhjámur Gre- goriussen. Hann greiðir eisini frá, at tað einasta teir kunnu gera, er at mæla til varsemi, tá siglt verður undir bjørgum og líknandi við ferðafólki. - Tað er vónleyst hjá okkum at fara at tryggja móti omanlopi, tað er tað als ikki orka til, og teir sum sigla har dagliga, eru teir mest staðkendu, og kenna teir vandar, sum eru, vísir Vilhjálmur Gregoriussen á. Evni til umhugsan Stjórin á Skipaeftirlitinum vísir á, at hetta er ein nýggj støða, sum vit eru komin í, og ásannar, at tað eru nógvir spurningar, sum stinga seg upp í samband við eina slíka hending. - Hetta gevur okkum evni til umhugsan. Tað eru kanska eisini spurningar, sum ferðavinnan sjálv skal taka støðu til, heldur Vilhjálmur Gregoriussen. Skal Skipaeftirlitið út at meta um, hvørt støð eru egnað ella óegnað til ferða- mannasigling, stendur spurningurin eftir, hvørt orka er til tað, og í verandi løtu er tað ikki. - Men tað er nakað, sum hægru myndugleikarnir kanska skulu umhugsa, um man vil seta orku av til tað, sigur stjórin á Skipaeftirliti- num, Vilhjálmur Gregor- iussen. Kunnu bara mæla til varsemi Tá ferðamannasigling umræður, kann Skipaeftirlitið bara mæla til varsemi, skal tað ikki samstundis oyðileggja ferðavinnuna (Savnsmynd)