fríggjadagur 24. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2009
Ungarn styðjar Ísland
Ungarn fer at styðja íslendsku umsóknina um limaskap í
Evropasamveldinum. Tað sigur Gabor Ivan, sum sambært
tíðindatænastuni MIT er ein týðandi embætismaður í ung
arska uttanríkisráðnum. Embætismaðurin sigur við MIT, at
tann ungarska stjórnin er fegin um umsóknina úr Íslandi og
metir Ísland sum ein náttúrligan part av teirri evropeisku
eindini. Embætismaðurin heldur, at tann íslendska umsóknin
eigur at fáa somu viðgerð sum umsóknin úr millum annað
Kroatia. Tað merkir sambært embætismanninum, at í bíðirøð
ini eftir limaskapi eigur Ísland at standa undir liðini á
Kroatia.
Til Danmarkar at fáa børn
Stakar kvinnur, sum eru barnleysar, men sum fegnar vilja hava eitt
barn, kunnu fáa ynskið uppfylt við at fara til Danmarkar, skrivar
Berlingske Tidende. Danmark og Spania eru tey einastu londini í
Evropa, har stakar kvinnur kunnu fáa ísáðing, og tað ger, at stakar
kvinnur streyma til Danmarkar úr øllum ættum, skrivar blaðið. Allar
hava somu ørindi: At gerast við barn. Klinikkin Vitanova, sum hjálpir
kvinnum at gerast við barn, sigur við Berlingaran, at nógvar
útlendskar kvinnur velja at taka av tilboðnum í teirri lagaligu donsku
lóggávuni. Sagt verður, at tað eru serliga stakar kvinnur úr Svøríki,
Týsklandi og Fraklandi, sum koma til Danmarkar at fáa børn.
Í september byrjar
nýtt bingo-spæla
á Rás2. Stjórin á
rásini lovar bæði gott
undirhald og góðar
vinningar
Bingo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hvørt sunnukvøld verður
bingokvøld á Rás2.
Í september mánaði byrj
ar rásin við bingospæli,
har allir lurtarar hava møgu
leika at taka lut.
Rás2 fær fleiri og fleiri
lurtarar, og seinasta hálva
árið hava vit fingið fleiri
áheitanir um at skipa fyri
onkrum eydnuspæli fyri
lurtarunum. Vit síggja tað
hvønn dag, tá vit hava kapp
ingar, at áhugin fyri kapp
ingunum er sera stórur –
upp í 2.000 SMS eru mót
tikin í einstøkum førum,
sigur
Jonhard
Hammer,
stjóri á Rás2.
Tað hevur eisini víst
seg, at vit ta seinastu tíðina
hava fingið nógvar eldri
lurtarar, og hesi eru ofta
sera áhugað í spølum av
hesum slag. Vit hava verið
hjá øðrum líknandi útvarps
støðum í Norðanlondum og
kanna, hvussu tey gera. Og
tað vísir seg, at eydnuspøl
eru nakað, sum lurtararnir
vilja hava, sigur Jonhard
Hammer.
Akkurát hvat fyri slag av
spæli talan verður um, vil
Jonhard Hammer ikki av
dúka enn, men hann vísir
bara til slagorðið hjá Rásini
um, at »Tað eru vit, sum
gera tað stuttligt at búgva í
Føroyum«. Og so lovar
stjórin á Rás2 annars, at
nýggja spælið verður bæði
spennandi og undirhaldandi
og við sera, sera, sera góð
um og spennandi vinning
um.
So fólk hava onga orsøk
at stúra fyri myrku tíðini í
vetur,
tí
sunnukvøldini
verða í øllum førum stuttlig,
sigur Jonhard Hammer.
Bingo á Rás2
Hvørt sunnukvøld í vetur fer Rás2 at hava Bingo fyri lurtarunu
Í hesum døgum verður nýggja
Telefonbókin borin hvørjum
heimi og virki.
Hvat er gult, hvítt,
blátt, grønt, reytt
og inni heldur ein
heim av vitan?
a) Merkið? b) Gamlarætt?
c) Nýggja Telefonbókin?
SMSa rætta svarið (vitan a, vitan b ella vitan
c) inn til 1906 og ver við í lutakastinum um
eina iPhone. Tað kostar vanligan takst at
senda.
Vinnarin verður funnin tann 01.08.2009.
Vinnarin fær beinleiðis boð frá Føroya Tele.
Í nátt varð hvalbiar-
trolarin Steintór tikin
á eystara kanti av
Munkagrunninum.
Innan í trolposanum
hevði hann enn ein
posa við smærri
meskum
Fiskiskapur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Hvalbiartrolarin Steintór er
tikin fyri ólógligan fiski
skap á eystara kanti av
Munkagrunninum. Brimil
kom við Steintóri á Havnina
klokkan 10 í morgun.
Brimil
kom
fram
á
Steintór í gjárkvøldið, har
hann fiskaði upsa.
Tá menn av Brimli fóru
umborð at kanna úterðina,
vístu kanningar, at hann inn
an í trolposanum hevði ein
annan posa við smærri
meskum í. Tí varð Steintór
tikin fyri ólógligan fiski
skap.
Teir settu Havnini stevnu
um hálvgum tvey, og klokk
an 10 komu teir inn á
Vestaru Bryggju. Løgreglan
tekur sær nú av málinum.
Steintór tikin fyri
ólógligan fiskiskap
Brimil kom við Steintóri
inn á Havnina klokkan
10 í morgun
Mynd: Rógvi Nybo