Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 Nr. 140 • 24. juli 2009 Hjáorð ella fyriseting Spurningur til Máltænastuna: Nú er ofta at hoyra, at ’umvegis’ verður brúkt sum fyriseting. Men er hetta orðið ikki eitt hjáorð? Væl spurt. Hasi orðini, sum hava -vegis sum seinna lið, eru hjáorð (adverb): stórvegis, smávegis, loftvegis, ávegis, alvegis, sjóvegis, umvegis osfr. Tað ljóðar tí skeivt at brúka tey sum fyriseting (prepositión). At siga: Hann kom til Føroyar umvegis Billund ella: Tey frættu tað umvegis telefonina. Fyrr søgdu fólk: Hann kom til Føroyar um Billund. Hann kom gjøgnum Danmark. Hannibal fór um Alpurnar, og tað er jú nakað annað enn at fara umvegis. Hendan fyrisetingin eitur á latíni via og verður brúkt til at siga, eftir hvørjari leið ella undir hvørjum umstøðum, steðgum persónurin er komin fram.(MT) verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð Villur panikkur kom í, tá fyrsti tilburðurin av H1N1 – ella svínakrími – varð staðfestur í Føroyum. Smittuvandin var somikið stórur, at foreldur og børn máttu sita úti í bilum sínum, meðan læknarnir tóku royndir, og fyri at verja seg sjálvar, høvdu læknarnir bæði masku og handskar. Men um tað nú smittar so óluksáliga illani, sum tikið varð til. Hví nýtir sjúkrarøktarfrøðingurin í bakgrundini so onga verju? Tað smittar! skemt Stigbend styrki? “Alivinnan hevur eisini eina sterkari lobby enn alivinnan” Sosialurin Allir hinir hava verið í knúsi “Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur bygningur er funnin í Føroyum” Rás2 Annars var hann ikki elstur... “Heimsins elsti maður, bretin Henry Allingham, doyði í morgun 113 ára gamal... Hann var elsti krígsveteranurin av teimum, ið eru eftir frá fyrra veraldarbardaga” Útvarpið Løgreglan lagt uppí? “Friðaligari í Vága Floghavn” uf.fo Kanska hann fær aftasta verjuspælaran eisini “Mark Hughes fær fremsta áleyparan hjá Arsenal” uf.fo Say what? “Tí er tað eitt áhugavert hvussu stórur fjepparaskarin hjá Týr er uttanlands og hvussu nemliga føroyski samleiki teirra er ein avgerandi partur av teirra tokka.” Dimmalætting Móti vegginum? “ráðgeving um sex og narkotika við múrin” Uf.fo Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti.