fríggjadagur 24. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 140 - 24. juli 2009
Bíðirøðirnar kunnu
vera langar, nú bara
onnur breytin á
brúnni um Streymin
er opin fyri ferðslu
Ferðsla
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Myndir: Sofus Debes
Johannesen
Tær seinastu vikurnar hevur
tann syðra koyribreytin á
brúnni um Streymin verið
stongd, og hon verður ikki
latin upp aftur fyri ferðslu
fyrr enn eina ferð í heyst.
Landsverk hevur gjørt av
aumvæla betongdekkið og
fuktbjálvingina á brúnni.
Hetta arbeiðið er so umfat
andi, at Landsverk hevur
valt at umvæla aðra breytina
í ár og hina næsta ár. Menn
hjá stovninum hava fresað
tað ovasta oman á teirri
syðru koyribreytini, og nú
skal so eitt byggifelag gera
sjálva umvælingina. Tað ar
beiðið verður ætlandi liðugt
í november. Næsta ár verður
so tann norðara breytin um
væld.
Í sambandi við umvæl
ing ina er ljósregulering sett
upp báðu megin brúnna, og
hóast ferðslan tykist ganga
hampiliga væl, kunnu bíði
røðirnar báðumegin vera
rættiliga langar viðhvørt.
Spurn ingurin er so, um tað
er skilagott at seta propp í
eins so týðandi ferðslulív
æðr, tá fólk skulu til og frá
ólavsøku og festivalum, og
útlendingar í hópatali eru
her og ferðast, ella um ar
beiðið kundi bíðað eitt
sindur.
Áðrenn kuldin kemur
Heini Eysturoy, leiðari á
vegadeildini hjá Landsverki,
sigur við Sosialin, at sjálv
andi kann tað vera óheppið,
at bara onnur breytin á
brúnni er opin, tá fólk t. d.
skulu til og frá ólavsøku.
Men arbeiðið við fuktbjálv
ingini kann ikki gerast í
køldum veðri og má tí fáast
frá hondini, áðrenn kuldin
kemur.
Tí má forarbeiðið gerast
um summarið, og kanska
eru vit longu í seinna lagi,
sigur Heini Eysturoy, sum
tó vónar, at arbeiðið at um
væla ta syðru koyribreytina
verður liðugt fyrr í heyst
enn upprunaliga mett.
Proppur í lívæðrini
Fyrradagin var ein mánaður, síðani umvælingin byrjaði, og hendan dagin sá soleiðis út vestaru
megin brúnna
www.ekort.fo
Eik Banki P/F er
kortútgevari
Tú og
– vinna hvørja ferð!
kortið er eitt MasterCard við innbygdum kreditti, sum kann
brúkast um allan heimin. Við ekortinum vinnur tú pening fyri
hvørt keyp. Hvørja ferð tú rindar við ekortinum í Føroyum,
Danmark og Grønlandi, verður ein upphædd flutt á
vinningskontu tína. Harafturat lata korthandlar í Føroyum eitt
fast prosenttal í avsláttri. Í desember mánaða hvørt ár, fært tú
uppsparda vinningin útgoldnan, og tá merkir tú veruliga
fyrimunin við kortinum!
Ert tú 18 ár, kanst tú søkja um kort. Fyll út umsóknarblað
á www.ekort.fo ella set teg í samband við ekort á
tel. 348 348