fríggjadagur 24. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 • 24. juli 2009
Vikuskifti
4
Seinastu trý árini hava hjúnini
Húngerð og Ben Arabo búð í
London saman við døtrum sínum,
Finnbjørg, Sáru og Onnu Margit.
Talan hevur verið um trý góð ár í
London hjá Arabo-familjuni. – Tað
hevur verið avbjóðandi at arbeiða
her í London. Tá ein arbeiðir í
oljuvinnuni, so ger tað ikki so
ræðuliga stóran mun, hvar ein
arbeiðir, staðfestir Ben Arabo
yvirfyri Jan Müller, sum er komin
á gátt hjá honum í London. Men
Ben er fullgreiður yvir, at tað ger
ein stóran mun fyri familjuna, um
ein býr í London ella í Djakarta.
Ben hevur arbeitt hjá Hess – fyrr
Amerada Hess – í skjótt 13 ár:
- Tað er sum ein plagar at siga í
Føroyum: ”Eitt gott reiðarí at sigla
hjá”. Tað er sera avbjóðandi,
ein hevur nóg mikið at gera, og
tað hendir okkurt nýtt hvønn
dag. Hetta er galdandi fyri alla
oljuvinnuna, tað er ikki so lætt
at síggja hvat fer at henda ta
nærmastu tíðina.
Angrar ikki
Spurdur um hann angrar, at hann
og Húngerð fluttu til London,
svarar Ben, at tað ger hann als
ikki. Ben heldur, at tað er sunt
fyri familjuna at síggja hvussu
lívið er uttanfyri landoddarnar.
– Tað er gott at hava okkurt
at samanbera við. Í Føroyum
hevur ein mangan bara eitt
samanberingargrundarlag, og tað
er hvussu tað er statt í Danmark,
og so steðgar tað har. Nú hava
vit so roynt London, sjálvur
havi eg búð í London í fimm ár
tilsamans. Eg haldi, at tað hevur
verið sunt fyri børnini at uppliva
London, tí London er ein sera
kosmopolitiskur býur. Ein møtir
fólki frá øllum tjóðum, rasum og
átrúnaðum her, og tað haldi eg
er ógvuliga mennandi fyri børnini
hjá okkum, slær Ben Arabo fast.
Møguleikin kemur
ikki ofta
Ben fegnast um møguleikan
hann hevur fingið at starvast í
Indonesia. – Ein spyr seg sjálvan:
Hvussu ofta fái eg hendan
møguleikan? Eg og Húngerð
eru enn ung, og børnini eru í
passaligum aldri, so vit tóku
av møguleikanum at sleppa til
fjareystur í trý ár. Vónandi fær
familjan nógv burturúr einum
tílíkum uppihaldi, har ein eisini
kann síggja hvussu gott ein
hevur tað í Føroyum. Ofta er
tað soleiðis, at ein gongur runt
í Føroyum, og heldur at Føroyar
er heimsins besta land at liva
í, vónandi finna vit út av, at
Føroyar er heimsins besta land
at liva í. Arbeiðsuppgávan hjá
Ben í Indonesia verður at taka
sær av tí kommersiellu síðuni av
oljuleitingini hjá Hess í fjareystri,
og talan verður í stóran mun um
keyp og sølu av loyvisumførum
í fjareystri. Ì løtuni er talan um
Indonensia, Malaysia og Brunei.
Talan kann eisini gerast um
oljuleiting í Thailandi og Vietnam,
um tað kemur á breddan. Ben
vil mæla øðrum føroyingum til
at fáa sær arbeiðsroyndir innan
oljuvinnuna í útlandinum, og hann
undirstrikar, at tað finst neyvan
nøkur vinna, sum er meiri global,
enn júst oljuvinnan. Og Ben
vónar sjálvsagt, at ein komandi
oljuvinna er á veg í Føroyum, sum
kemur at hava brúk fyri fólki við
hansara royndum innan altjóða
oljuvinnu.
Hevur dámt væl
Húngerð Arabo hevur trivist væl í
London hesi seinastu trý árini. –
Fyri tað mesta havi eg tikið mær
av børnunum, og fylgt teimum í
skúla. Sjálv eri farin undir lestur,
sum interiørdesignari, sum mær
dámar sera væl. Tað geri eg
á einum norskum læristovni,
greiðir Húngerð frá. Døtrarnar
hava trivist væl í London, og
hava dámt væl í skúlanum. – At
fara til London var ein stór, men
samstundis ein góð avbjóðing.
Tað var eitt sindur tungt í
byrjanini, bæði at finna runt í
býnum, og at fáa genturnar at
trívast í skúlanum. Men tá alt
hetta fall uppá pláss, so bleiv tað
øðiliga gott, staðfestir Húngerð.
Húngerð kennir seg eisini væl á tí
norska interiørskúlanum, har tey
hava nógv sosial felagstiltøk.
Nakað tað sama
Spurd um hvussu hon heldur tað
fara at vera at flyta til Indonesia,
svarar Húngerð: - Eg kann ikki heilt
ímynda mær hvussu tað verður,
men eg rokni við, at tað verður
nakað tað sama, sum at flyta
til London. Tað verður sjálvandi
øðrvísi við mentanini, men børnini
skulu á ein altjóða skúla, har
alt fer fram á enskum. Húngerð
er ivaleys í, at familjan kemur
at búgva væl í Indonesia. – Tað
verður so aftur at fáa børnini at
trívast í einum nýggjum landi.
Sjálv ætlar Húngerð at halda fram
við interiørdesign-útbúgvingini,
men í Indonesia verður tað sum
sjálvlesandi. Húngerð heldur ikki,
at tað er vandi fyri, at børnini fara
at gloyma tað føroyska málið,
aftaná trý ár í London, og trý ár
í Indonesia. – Vit tosa føroyskt
heima, og Finnbjørg dugir rætti liga
væl føroyskt, og eg beri ongan
ótta fyri, at hinar báðar ikki eisini
fara at læra tað.
Børnini hava trivist
Børnini hava eisini trivist. –
Sjálvandi var tað torført í byrjanini
við einum nýggjum máli, tí vit
ganga á einum norskum skúla,
har øll undirvísingin fer fram á
norskum, og næstan alt annað
samskiftið fer fram á enskum,
greiðir Finnbjørg Arabo frá. – Tá
ein er í London, so hugs ar ein
sjálvsagt nógv um shopping,
men eg vil siga, at aftaná tær
fyrstu vikurnar, so bleiv ein
rættiliga troyttur av tí. Her í
London ganga vit nógv í biograf
í mun til í Føroyum, tí her eru so
ræðuliga nógvir film ar, sum ganga
í biografunum. Summar vikur eri
eg í biograf tvær ferðir um vikuna.
Finnbjørg sigur, at samanhaldið
er stórt í skúlaflokki hennara, og
at tey eisini møtast nógv uttanfyri
skúla tíð. Finnbjørg heldur, at
tað verður spennandi at flyta til
Indonesia, men tað er altíð ringt
at flyta frá vinum. – Og so verður
ein í hinari síðuni av jørðini, so tað
verður enn longri at koma heim til
Føroya at vitja. Men nú hava øll
Skype, Facebook og MSN, so eg
rokni við, at tað fer at ganga.
Spælir við onnur
føroysk børn
Tann yngsta dótturin Anna
Margit hevur nógv samband við
onnur føroysk børn, sum búgva
í London. Anna Margit hevur
eisini dámt væl at gingið í skúla
í London. Anna Margit plagar at
klatra í havanum, spæla fótbólt,
”Mamma og børn” og viðhvørt fer
hon í biograf, ella til ein musical
saman við øðrum børnum, sum
hon kennir. Anna Margit sum er
níggju ára gomul, sigur seg tíma
væl at fara til Indonesia.
Gott at royna
okkurt nýtt
Miðlingadótturin, Sára hevur
eisini trivist væl í London. – Eg
haldi tað er gott at royna okkurt
nýtt, og eg haldi tað hevur
verið stuttligt at ganga á einum
norskum skúla, og fáa nýggjar
vinir. – Onkuntíð kann tað vera
eitt sindur torført í skúlanum,
men stórt sæð, so haldi eg at
tað er gott at ganga í tí norska
skúlanum, greiðir Sára Arabo
frá. Shopping og túrar í biografin
liggja ovarliga á listanum, tá
Sára og vinir hennara fara ein túr
í býin. Men hon og vinkonurnar
vitja eisini ofta heima hjá
hvørjari aðrari. Sára hevur
onkrar føroyskar og norskar vinir,
men hon hevur mest norskar
vinir. Sára er spent at fara til
Indonesia: - Eg eri rættiliga spent
uppá at royna nakað nýtt aftur.
Vit fara at ganga á einum altjóða
skúla, og so fara vit at hava
okkara egna bilførara, greiðir
Sára spent frá. Systrarnar fnisa,
tá hon greiðir frá hesum, men
Sára staðfestir, at ein kann ikki
koyra sjálvur yviri í Indonesia. Tó
ivast hon í, um hon gleðir seg til
tann púra fremmanda matin, sum
er yviri í Indonesia. – Eg gleði
meg nógv til at síggja hvussu tað
er í Indonesia, tí eg havi ongantíð
verið har áður. Familjan Arabo
riggar til at fara til Indonesia í trý
ár, og hvør veit, um Føroyar ikki
vera eitt av oljulondunum, sum
Ben, Húngerð, Finnbjørg, Sára og
Anna Margit fara at búleikast í,
í framtíðini? Tað kann bert tíðin
vísa.
Av Signabø til Djakarta
Eftir trý ár í London, fer familjan Arabo
víðari út í heim. Hesaferð gongur leiðin
til Djakarta í Indonesia
Útisetar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Teldan er hent bindilið millum Føroyar og London og skjótt eisini millum Indonesia og Føroyar. Her Finnbjørg við
telduna