Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Túnatos Rebecca Joensen er 19 ár, lesandi og frá Klaksvík. Hon hevur verið á Summar Festival hvørt ár.. 1. Ætlar tú tær á SF í ár? Ja, tí eg búgvi í Klaksvik, og tað plagar at verða hugnaligt :) 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? Alphabeat :) 3. Svevur tú í tjald ella í ordiligari song, tá tú ert á SF? Eg sovi í mínari song :) 4. Hvat hevur verið tín hugnaligasta uppliving á SF? Tað hugnaligasta man nokk verða stemmningurin á festivalinum, góðir tónleikur og fitt fólk :) 5. Hvat gleðir tú teg mest til á SF 2009? Uhh, tað man nokk verða Robin Gibb :) Teir hava í fleiri ár fylt dansigólvini við løgum sum ”HOT” og ”Boing”, men teir lata okkum eisini sleppa eitt sindur tættari at við løgum sum ”En Dag Tilbage”. Teir hava verið í Føroyum fyrr og endiliga koma teir so aftur. Tað verður stórt, tað verður gott og ikki minst av øllum – tað verður Nik & Jay á Summar Festivalinum! Tónleikur Tá fyrstu tónarnar frá Nik & Jay floymdu út úr donskum lurtitólum í 2002 varð ferð sett á eina heilt nýggja kós í danskari tónleikasøgu. Meðan tann nýggjara danska rokkbylgjan rættiliga gjørdi um seg – ja, so settu Nik & Jay seg væl til rættis á toppinum av poppinum. Teir gjørdu ikki bara vart við seg á hittlistunum, men eisini stóru tónleikapallarnir vóru koll­ veltir av hesum báðum ungu dreingjunum í stórum, víðum buksum og keppi á høvdinum. Kuli klædnastílurin gav beinan­ vegin umtalu í donsku ungdóms­ bløðunum og skjótt taldust teir báðir millum teir heilt fremstu trendsetararnir. Við einum ekstra­ vagantum lívstíli, stórum sól­ brillum, sjálvsáliti og reypi saman við løgum, sum tú ikki kansti fáa úr høvdinum aftur hava Nik & Jay langt síðani sligið fast, at teir eru komnir fyri at vera og við einfaldnum løgum sum ”HOT” og ”Boing” fylla teir enn dansi­ gólvini í danska ríkinum. Men tann heldur meira álvarasama síðan av lívinum verður tó ikki gloymd. Fólksligu løgini ”En Dag Tilbage” og ”Når Et Lys Slukkes” verða brúkt til jarðarferðir og hava harvið prógvað, at alt ikki bara snýr seg um naknar yvirkroppar og at síggja gott út. Nik & Jay rappa, syngja og skriva øll løgini sjálvir – men í søguni um poppdreingirnar sleppa vit ikki uttanum fram­ leiðslutoymi Jon, Jules og um­ boðsmannin Thomas Mårtens­ son. Hetta eru fimm dreingir, sum hava verið vinmenn síðani tannáringaárini – og saman settu teir á stovn felagið Nexus Musix við einum felags ynski um at gera vart við seg í donsku og útlendsku tónleikavinnuni. Royndum hava teir nóg mikið av. Nik & Jay hava sungið og rappað í fleiri ár – í byrjanini sum eitt slag av undirgrundstónleiki, men hava teir í dag gjørt heilt greitt, at teir bara vilja at sleppa at gera tað, sum teir nú einaferð hava hug til. Jon og Jules hava eisini fleiri ár aftanfyri seg í donsku tónleikavinnuni, meðan Mårtensson mest av øllum er kendur sum ein tónleikaligur íverkseti. Saman hava teir verið provo­ kerandi, sjarmerandi og á palli klára teir alt. Teir hava verið hataðir, elskaðir og eru vanir við bædi at framføra fyri minni mongdum og eisini fyri fleiri 10.000 fólkum. Tí kunnu vit eisini verða vís í, at vit um bara heilt stutta tíð sleppa at uppliva nakað heilt stórt á ársins Summar Festivali.. Kelda: www.nikogjay.dk Nik & Jay á Summar Festivalin: Frekar og sjarmerandi dreingjarumpur Nr. 139 - 23. juli 2009 29 Tað verður frekt og sjarmerandi, tá lekru dreingjarumpurnar endiliga koma á pall á Summar Festivalinum