Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 140 - 24. juli 2009 Í gjár var lítil sam­ koma úti í Nólsoy í sambandi við at kloakkarbeiðið al­ ment varð avhendað. Samstundis var eisini asfaltarbeiðið fyribils liðugt KLOAKKSKIPAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Øll kloakkleiðingin í Nóls­ oy lýkur nú tey tilmæli, sum Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan hevur latið Innlendis­ málaráðnum. ­ Kloakk og asfalt arbeið­ ið sum nú verður avhendað, er ein liður í tí langtíðarætlan fyri alla kommununa, sum tekniska nevnd hjá býráðnum legði, fyri 4 árum síðani. Henda lang­ tíðarætlan inniber at dagføra allar kloakkleiðingar, at alt spillivatn verður reinsað, og at øll útlop skulu leiðast út á streymasjógv, segði Marin Katrina Frýdal, for­ kvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð á sam­ komu í Nólsoy í gjár. Hon segði, at tá tað upp­ runaliga varð farið undir projekteringsarbeiðið, var ætlanin at Nólsoy skuldi verða tann grøna oyggin. Her skuldi gerast fjarhiti bæði frá vindmyllum og frá hitanum í sjónum. Eisini var ætlanin, at Føroya Tele skuldi leggja breiðband til øll húsini, og í tí samband­ inum skuldi SEV leggja ein nýggjan kraftkaðal í somu grøv. Fundir vórðu hildnir millum Jarðfeingið, Føroya Tele, SEV og Tórshavnar kommunu. Sum frá leið tók Jarðfeingið seg burturúr, tí arbeiðið varð mett at kosta ov nógv, og játtan fegst ikki til vega. Síðani varð ar­ beiðið hjá SEV minni um­ fatandi, nú Jarðfeingið hevði slept ætlanini. Seinni tók Føroya Tele seg eisini úr ætlanini, tí teir mettu eis­ ini, at tað varð ov dýrt. ­ Men kommunan helt orð, hóast ógvast varð við prísin. Her hevur kommuna aftur víst seg sum tann álít­ andi og trúgvi samstarvs­ felagin, segði Marin Katrina Frýdal. Liðugt til Ovastevnu Arbeiðið byrjaði í mai í fjør, og nú tað er um at verða liðugt eru allar útleið­ ingar leiddar út á streyma­ sjógv. Framman undan lógu heili sjey útlop út í víkina. Talan er um rættiliga umfatandi arbeiði við mill­ um øðrum trimum pumpu­ brunnum, fyri at kunna leiða kloakkvatnið norður um Kirkjutanga og haðani út á streymasjógv. Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið er 7,6 milliónir, og tað er enntá í undirkantinum av metta kostnaðinum. Seinastu snøklarnir verða nú gjørdir, og fyrst í august kemur EM asfalt, sum hev­ ur havt asfaltarbeiðið um hendi, út aftur til Nólsoyar at leggja síðstu hond á asfaltarbeiðið, so alt verður liðugt til Ovastevnu. Umframt EM asfalt hava PB Consult staðið fyri pro­ jekterings­ og eftirlitis­ arbeiðinum, Maskingrevst­ ur við Frank Hellisdal hevur staðið fyri kloakkarbeið­ inum, meðan teknisku in­ stalleringina hevur Install staðið fyri. Marin Katrina Frýdal upplýsti eisini, at bæði játt­ an og tíðarætlan hava hild­ ið. Svenn Hentze frá Install, Bjarni Jakobsen frá PB Consult og Jens Marius Poulsen, kommunustjóri, lurta eftir røðuni, sum Marin Katrina Frýdal helt á móttøkuni Kloakkarbeiðið í Nólsoy avhendað Mekka ræðist svínakrím Eitt av teimum árligu tiltøkunum, sum væntandi fer at kenna sviðan av kríminum H1N1, er tann sera fjølmenta pílsgrímsferðin hjá muslimunum til saudiarabiska býin Mekka. Umboð fyri tey arabisku londini hava viðgjørt støðuna og hava gjørt av, at serligir vandabólkar sleppa ikki við til Mekka hesaferð. Talan er um børn niðan fyri 12 ára aldur og fólk, sum eru farin um tey 65. Vanliga møtast umleið tríggjar milliónir muslimar til tiltøkini í Mekka, og heimsheilsustovnurin WHO hevur ávarað um, at ein so stór mannfjøld kann breiða smittuna skjótt og nógvastaðni. Myndugleikarnir í Saudiarabia vænta færri luttakarar í ár enn vanligt orsakað av H1N1. Obama verjir heilsuætlan Amerikanska Kongressin viðger framvegis eitt uppskot hjá Barrack Obama, forseta um at nýskipa heilsuverkið. Republikanararnir vilja ikki vita av uppskotinum, og formaðurin í tingbólki teirra, John Belner, mælti í gjár forsetanum til at koyra uppskotið í ruskspannina og at byrja av nýggjum. Men tað hevur Obama ongan hug til. Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið segði hann, at amerikanararnir hava ikki ráð til at bíða longur. Forsetin segði, at hann fær hvønn dag bræv frá fólki, sum kæra seg um, at tey eru farin á húsagang, tí tey hava verið noydd at brúka síni seinastu oyru til sjúkratrygging og viðgerð. 47 milliónir amerikanarar hava onga sjúkratrygging, og 25 milliónir aðrir amerikansrar eru ov illa tryggjaðir, skrivar AP. Heðin Mortensen og Elin Lindenskov vóru eisini í Nólsoy til avhendanina. Sjúrður Ansgarð frá kommununi og Mikklaj Holm, umsjónarmaður hjá kommununi í Nólsoy vóru við, meðan Katrina í Geil stóð fyri tí matliga á móttøkuni Frank Hellisdal hevur gjørt kloakkeringsarbeiðið. Hann hevur eitt ávíst tilknýti til Nólsoy, tí konan, Joan, er úr oynni Marin Katrina Frýdal setir her alment pumpuskipanina í gongd. Hetta er fyrsta pumpuskipan í Føroyum, har pumpurnar ikki standa niðri í brunnunum, og viðlíkahald kann gerast lættliga og reinligt