Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • 24. juli 2009 Vikuskifti 9 gentuna eftir 58 árum Tí kundu tey hjá Heina hýsa hesi familju. Tey áttu fýra døtur Margretha, Marna, Sunnuva og Karin. Karin var yngst, so hana minnast tey ikki. Men ann ars komu at kennast sera væl. So væl, at tey seinni fóru í føðingardag hjá Jørgen og Elsu, tá ið tey seinni fluttu oman á Runding aftur. Aftur til Danmarkar Í 1945 er so aftur samband við Danmark, og tey flyta heimaftur. Pápin var eftir at rigga arbeiðið av, men mamman og børnini fara avstað við Bussard, sum tá var eitt ferðamannaskipi, sum sigldi til Føroya. Hetta skip sigldi annars til og frá Århus. Men at koma aftur til Keyp­ mannahavnar var, sum tey kalla tað, eitt fullkomiligt “kultursjokk”. Tey høvdu als ikki ímynda sær ein stórbý sum Keypmannahavn. Alt var so ótrúliga nógv øðrvísi enn Havnin. Bert tað at síggja ein sporvogn var fullkomiliga fremmant. Tá ið tey fyrstu ferð komu í ein sporvogn hildu tey, at tey skuldu búgva í honum! Tá ið tey so komu í skúla, vórðu tey eisini roknað sum nakað heilt serligt, tá tey fortaldu, at tey vóru fødd í Føroyum. Tey máttu eisini upptraðka á føroyskum sum at syngja og dansa. Vitanin um Føroyar var ikki tann stóra í donskum skúlum. So tey kundu so eisini imponerað hini í flokkinum, til dømis tá ið lærarin spurdi, hvør ið var vestasta oyggj í Føroyum. Kundu ikki gloyma Føroyar Tíðin hon gongur. Men Jørgen og Else gloyma ikki Føroyar, og tey sakna nógv teirra kenningar í Føroyum. Men tað gingu nógv ár, áðrenn tey gjørdu álvara av at koma í samband aftur við Føroyar. Tey fingu sum frá leið eina kenslu av, at alt var so nógv broytt, at tað kundi gerast vón­ brot at koma aftur higar. Men í 2003 ger Jørgen av, at nú skal tað vera. Hann fer til Føroyar at leita eftir teimum trimum Clementsen­systrunum. Og Else leggur honum eina við, at hann kemur ikki aftur uttan at hava funnið fram til Gudrun, barnagentuna. Jørgen kemur at búgva hjá Lillian Nielsen, og hann greiðir henni frá sínum ørindum í Før oy­ um. Lillian sigur, at her var ikki neyðugt at leita meira, tí hon var svigarinna eina av hesum systrum, Sunnovu. Horvna skeiðin Tað var skjótt at tey kundu hittast, og tað var ein frøði at síggjast aftur eftir 58 ár. Tá kundi Marna handa Jørgen ein lítlan pakka. Inni í lá tann skeiðin, Jørgen fekk sum dópsgávu sum barn. Henda skeiðin hevði verið horv in alla hesa tíð. Skeiðin hevði eina serliga søgu. Marna hevði funnið skeiðina í moldini, einaferð hon gróv úti í havanum í barndómsheiminum. Jørgen man sum lítil hava tikið skeiðina at spæla við uttanfyri og hevur so mist hana í moldini. Marna visti tá ikki, hvar Jørgen var og hevði trúliga goymt skeiðina. Hon hevði enntá tikið hana við til Danmarkar, tá ið tey fluttu. Men hon varð so í skundi sent til Føroyar, so Jørgen kundi fáa hana. Tað er óneyðugt at siga, at nú verður henda skeiðin goymd sum reyðagull. Nú var eftir at finna Gudrun, men hetta var lættari sagt enn gjørt. Hon var eftir øllum at døma ikki í Havn. Tað verður ringt runt í býnum at fregnast, men ikki fyrr enn ein av teimum seinastu døgunum hjá Jørgen í Føroyum verður funnið fram til, at Gudrun er flutt til Danmarkar, og Jørgen fær hennara adressu. Aftur “heim” til Føroyar Tá ið Jørgen heim aftur komin fer at vitja Else, letur hann henni ein brævbjálva og sigur, at hetta er til tín. Tá er tað adressan hjá Gudrun. Tað var ein tann besta gávan, sum hon kundi fáa. Tey hittust so á ein matstovu í Keypmannahavn. Tá var frøði á teimum. Her var nógv at práta um, og tey sótu nógvar tímar og tosaðu. Nú kom tað sjálvsagt uppá tal at koma aftur til Føroyar. Men Else segði, at hon kom ikki uttan, at Gudrun esini kom við. Tað skuldi hon ikki biðjast um fleiri ferðir. Tey vóru tískil fimm sum komu. Gudrun og dóttir hennara Turid, Else og Jørgen saman við konu síni Winnie. Tey hava verið víða. Tey hava vitjað krígssavnið í Vágum, sum jú minnir um teirra barndóm. Tey hava siglt runt Nólsoynna við Trygva, bróðurson Gudrun, eins og tey hava vitjað fólk. Hetta var ein hugtakandi uppliving. Eisini hava tey boðið gomlum vinum oman í Bøgøtu, har tey búðu, nú tey vóru í Føroyum. Tey hava eisini sæð part av teirra barnaheimi, sum fyri langari tíð er horvið. Tá ið húsini vóru niðurtikin í síni tíð, vóru fleiri lutir settir upp úti á Háskúlanum á Frælsinum, millum annað trappurnar, sum vóru inni í húsinum. Hesar trappur mintust tey væl aftur, og tær góvu serlig minni um ein góðan barndóm. Tey lata væl at blíðskapi og beina semi í Føroyum. Takk að verið Haldane frá Fornminnis­ savninum hava tey fingið myndir av teirra gomlu húsum saman við umhvørvinum har á leiðini. Jørgen býr sunnarlaga á Sjæl­ landi. Hann er pensjoneraður nú, men hevur annars verið sølustjóri á eini VHS­fyritøku. Else býr í Odense, og hon eigur ein son. Tey siga, at tað kann væl hugsast, at tey koma “heim” aftur til Føroyar. Ommudóttirin kend filmstjørna Gudrun átti fýra systkin. Tey vóru Olaf (á Borðuni,) Temmy, Kiss og so Frida, sum doyði 12 ára gomul í 1929 av tuberklum. Pápin Theodor, ættaður úr Klaksvík, var kendur sjómaður, sum kom at sigla víða um. Hann kom eisini at sigla sum kendur maður í Grønlandi. Síðan kom hann at verða knýttur at Tórshavnar Havn, eisini sum loðsur. Hann kundi undir ringum umstøðum loðsa sjálvt tey størstu skip inn í Tórshavnar havn. Gudrun giftist við einum dana, og tey fingu fimm børn. Fyrstu árini búðu tey í Føroyum, men fluttu so niður til Danmarkar. Maðurin er síðan deyður. Gudrun eigur 12 ommubørn og 14 lang­ ommu børn. Børnini tosa sera væl før oyskt, og hetta er tí at Gudrun altíð hevur tosað føroyskt við tey. Ein sera kend ommudóttir er 29 ára gamla Cecilie Stenspil, sum hevur høvuðsleiklutin í donsku sjón varpsrøðini Livvagterne. Hon er eisini eitt gott umboð fyri Før­ oyar, tí hon dylir ikki fyri, at hon er av føroyskari ætt. Cecilia hevur nú fingið ein nýggjan stóran leiklut sum Elisa í My Fair Lady á Kongaliga Teatrinum. Hesin leikur verður frumsýndur í 2010. Ein beiggi hennara Simon er eisini sjón leik­ ari. Tey vitja eisini í Føroyum, og hava verið her í vár. Tað var hugaligt at kunna fáa enn eina frásøgn um samskifti millum danir og føroyingar. Slík sambond kunnu bert vera báðum londum til fyrimunar. Hetta eru húsini, har Elsa og Jørgen búðu Á Rundingi var eisini fyrsta elverk í Havn Cecilie Stenspil er ommudóttir Gudrun. Hon er gott umboð fyri Føroyar