Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 140 - 24. juli 2009 Sjálvstýrisflokkurin fer nú at gera alt fyri at fáa samgonguna at útseta ætlanini at gera tunlar og vegir og heldur brúka pengarnar til ymiskt annað sum skapar nógv fleiri arbeiðspláss RaðfestingaR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Sum støðan í samfelagnum er í løtuni, er tað er heilt burturvið av samgonguni at tvíhalda um, at hesi næstu árini skulu tunlar gerast fyri hundraðals milliónir ella kanska enntá milliardir. Tað sigur Kári P. Høj- gaard, formaður í Sjálvstýr- isflokkinum. Hann sigur, at tískil verð- ur tað fremsta raðfestingin hjá flokkinum at royna at fáa samgonguna á rætta kós og at broyta íløguætlanina. - Landið er í kreppu, men kortini koyrir samgongan á við tunnilsætlanum, sum um at onki var hent. Hann heldur, at hetta er eitt tekin um, at ongin í sam- gonguni sær álvaran í teirri støðu, vit eru í. Og tað verður okkara fremsta raðfesting tá ið Løgtingið fer undir arbeiðið aftur á ólavsøku. - Sum støðan er nú, er tað púra ørt at niðurbinda sam- felagið við íløgum í tunlar og vegir fyri tvær milliard- ir, soleiðis sum íløguætlanin hjá samgonguni sær út hesi næstu árini. Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum vísir á, at sjálvt nú verða pengar brúktir til at fyrireika og prjojektera summar av hesum tunlum og vegum. Men eisini hetta arbeiðið heldur hann, eigur at halda upp at beinanvegin. Hann staðfestir, at tað at fyrireika og gera tunlar og vegir kastar næstan ikki serliga arbeiði av sær. Og akkurát tað at skapa arbeiði er lyklaorðið hjá honum. - Vit vita, at tað skapar nógv meiri arbeiðspláss at byggja og umvæla hús og skip og annað. Tí heldur hann, at tað er neyðugt at útseta tunnilsætl- aninar í óasetta tíð, so at peningurin heldur kann brúkast til umvælingar og annað, sum kastar nógv meiri arbeiðið av sær. Almennu tølini siga, at 1000 føroyingar eru arbeiðs- leysur, men Kári P. Højgaard er sannførdur um, at veru- liga talið er nógv hægri. - Fleiri arbeiðsleys hava so drúgva uppsagnartíð, at tey eru ikki komin á listan enn. Somuleiðis er eitt stórt tal av útróðrarmonnum, sum í veruleikanum eru arbeiðsleysir. - Eg eri ikki ósamdur í, at tað er alneyðugt, at vit ikki traðka ov hart á bremsuna og tí er tað neyðugt tær krónurnar, sum eru til íløgur, verða so arbeiðsskap- andi sum gjørligt. - Tí skulu íløgurnar í tunl- arnar Norður um Fjall, Sandoyartunnilin, Hvalbiar- tunnilin og kanska aðrir tunlar við, útetast, umframt íløgan í nýggjan veg oman- fyri Skála. - Hetta eru alt pláss, sum hava samband framman- undan, so tað er als ongin vanlukka at útseta tær íløg- urnar til seinni eftir sum tær kasta næstan onki arbeiði av sær. - Hinvegin skal íløgukarm- urin hjá tí almenna fyrst og fremst brúkast til at umvæla og gera ábøtur á allar almennar ognir, tí tað kastar nógv meiri arbeiði av sær. - Tað eigur at verða rað- fest í fremstu røð, so at almennu ognirnar verða umvældar og ábøtur gjørdar við bjálving og øðrum, fyri at spara orku. -Tað er ein stórur síðu- vinningur av eini íløgu í at bjálva hús, tí oljan er ein tung byrða fyri lands- kassan. - Hann leggur afturat, at hetta er akkurát rætta tíðin til tað, tí tað hevði givið arbeiðið til nógvar hendur og tað er hetta, vit hava mest brúk fyri. Kári P. Højgaard heldur eisini, at tað er neyðugt at gera íløgur í útbúgvingar og tí heldur hann, at skúla- depilin í Marknagili skal halda fram, tí tað er ein alneyðug verkætlan. Hann heldur eisini, at tað er burturvið, at lutfalsligar smáar upphæddir skulu vera orsøkin til, at vinnu- skúlin og kanska aðrir skúl- ar við, mugu vísa næming- um frá sær. - Sum tíðirnar eru nú, hevur ungdómurin mangan bara tvinnar kostir, antin sleppur hann at útbúgva seg, ella verður hann arbeiðsleysur og tí eiga vit at gera íløgur í útbúgving. Formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum heldur eisini, at vit eiga at kanna um tað ikki er rætt at gera íløgur í nýtt havrannsóknarskip, nú arbeiðsloysið er stórt. Strika tunlar og fá fólk til arbeiðis Helvtin á muni Ein uppgerð, sum fíggjar- málaráðið hevur gjørt, vísir, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv arbeiðið tað kastar av sær at gera tunlar og hvussu nógv arbeiði tað kastar av sær at bjálva og umvæla hús. Tað vísir ein uppgerð, sum landsstýrið hevur gjørt. Kári á Rógvi, løgtings- maður, hevur beinleiðis spurt Jóannes Eidesgaard, hvussu arbeiðsskapandi ymsar íløgur eru. Jóannes Eidesgaard sigur, at metingar vísa av av íløgum í tunlar, verða í mesta lagi 30% av saml- aða kostnaðin goldin út aftur í lønum. Men er tal- an um at bjálva eini hús, verða eini 60%-70% av samlaða kostnaðinum goldin út aftur í lønum, so tað er munandi meiri arbeiðsskapandi enn at gera tunlar. Av eini íløgu í at umvæla vegir, fara eini 5% av kostnaðinum út aftur í lønum, og av eini íløgu í at umvæla hús, fara eini 50% útaftur í lønum til arbeiðsfólk. Av øllum íløgum eru tað sostatt íløgur í tunlar. sum kasta nógv minst arbeiði av sær. Tað er púra ørt, at samgongan heldur fast um at gera tunlar fyri milliardir, hóast landið er í kreppu, sigur Kári P. Højgard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum Eftirgjørt hjarta um 10 ár Granskarar í Sveis siga nú, at um tíggju ár verða teir førir fyri at gera eitt modell av einum mannaheila. Men uppgávan er so stór, at hon fer at krevja telduorku, sum svarar til 10.000 vanligar heima- teldur. Tað segði Henry Markram professari og leiðari fyri The Blue Brain Project í Sveis, á einari ráðstevnu í Bretlandi í gjár. Sveisisku granskararnir hava ongar ætlanir um at gera ein heila, sum kann annað enn ein mannaheili, men verkætlanin hevur sera stóran týdning fyri alla heilagransking, segði Henry Markram. Sveisiski professarin upplýsti, at granskararnir hava longu gjørt eitt modell av einum rottuheila. Sonur bin Laden helst deyður Amerikanskar hernaðarkeldur halda, at ein sonur yvirgangsleiðaran Osama bin Laden kann hava latið lív í einum amerikonskum rakettálopi á mál í Pakistan. Tað sigur fyrrverandi fregnartænastuovastin Mike McConnell við útvarpið National Public Radio. Saad bin Laden, sum var seinast í tjúgunum, varð ikki hildin hava nakran leiðandi lut í virkseminum hjá pápanum, og rakettin, sum eftir øllum at døma drap hann, var heldur ikki ætlað honum, sigur McConnell. Kortini hava tíðindini vakt ans. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at sambært fregnartænastunum eru 85 prosent sannnlíkindi fyri, at tað var Saad bin Laden, sum doyði í rakettálopinum.