fríggjadagur 24. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 • 24. juli 2009
Vikuskifti 11
Føroya Myndakalendari hevur
í nógv ár verið fast innbúgv í
teimum flestu føroysku heim
unum og í nógvum útlendskum
heimum við.
Í fjør kom tann 30. mynda
kalendarin í røðini á gøtuna. Men
samstundis boðaðu hjúnini Jákup
Andreas og Solevig Arge, sum
í 30 ár høvdu givið kalendaran
út, frá, at hetta fór at vera tann
síðsti.
Tá tað kom fram, at tann síðsti
myndakalendarin kom út, høvdu
fólk hug at tala at.
Ein kona hevur júst verið inni
á gólvinum og sagt, at vit mugu
ikki gevast, tí hon kundi ikki
vera kalendaran fyri uttan, men
avgerðin er tikin, søgdu Jákup
Andreas og Solveig tá Sosialurin
tosaði við tey 25.juli í fjør, fyri
júst einum ári síðani.
Kalendarin er góður ambassa
dørur fyri Føroyar, og hann liggur
ikki í eini skuffu, men kemur á
veggin at hanga. Og so mugu
tey hava ein nýggjan hvørt ár, tí
merki kemur í veggin, ið falmar av
sólini, skemtaði Jákup Andreas
tá.
Fólk hugsaðu kanska, at Føroya
Myndakalendari nú var farin
endaliga í søguna. Men har hesar
hendurnar sleptu, hava aðrar nú
tikið við, og í vikuni sum kemur,
kemur Føroya Myndakalendari
2010 út á gøturnar, júst sum fólk
kenna hann.
Vang fyri Arge
Jákup Andreas Arge stóð sjálvur
fyri myndatøkunum til mynda
kalendaran, meðan konan Solveig
orðnaði pappír og umsiting.
Tá tey bæði hava lagt frá sær,
stóð spurningurin eftir, hvør
skuldi taka við. Sum skilst vóru
fleiri um boðið, men ein dagin í
vetur kom Jákup Andreas sjálvur
inn í Miðlahúsið, og spurdi,
um áhugi var fyri at yvirtaka
myndakalendaran.
Kvívíkingurin Jens Kristian
Vang, ið hevur arbeitt sum
myndamaður hjá Sosialinum í
mong ár, ivaðist ikki eina løtu, og
tók av tilboðnum.
Afturat sær hevur Jens Kristian
eisini konu sína, Jóhannu, sum
í eitt mannaminni hevur arbeitt
í bókhaldinum á Sosialinum,
og eins og Solveig var tað fyri
Jákup Andreas, verður tað
helst hon, ið kemur at taka sær
av tí umsitingarliga partinum,
meðan Jens Kristian hugsar um
myndirnar.
Afturat Jóhonnu hava onnur
fólk úr Miðlahúsinum eisini hjálpt
til við fyrsta myndakalendaranum,
sum nú kemur út í bókhandlarnar
kring landið.
Krevur drúgva
fyrireiking
At gera ein myndakalendara kann
ljóða sum ein lættari uppgáva.
Men tað er ikki bara sum at
siga tað, at gera ein kalendara,
ásannar Jens Kristian, nú fyrsti
kalendarin er klárur.
Tað liggja nógvar og drúgvar
fyrireikingar og planlegging
aftanfyri hvørja mynd, eins og tú
má passa tær bæði tíð á degnum,
árstíð og stað.
Ja, tað tekur langa tíð. Tú
kann vera heldigur og fáa góðu
myndina beinanvegin, og tú kann
eisini standa í fleiri tímar uttan at
fáa nakra góða mynd. Eitt nú var
eg í Bø, og tók eina mynd, men
noyddist at koma aftur dagin eftir,
tí ljósið ikki passaði til, greiðir
Jens Kristian frá.
Eisini onnur praktisk viðurskifti,
so sum at vita hvør dagurin er á
hvørjum dato, nær páskir og aðrar
høgtíðir liggja og so framvegis,
gera seg galdandi. Til hetta hevur
Jens Kristian fingið skaffað sær
eina serliga bók, »Kalendar fra
Aarene 601 til 2200«, ið varð
gjørd í ár 1868.
Tá tað er ein kalendari, so má
tað passa, sum stendur í honum.
Tað er jú í har, at fólk hyggja, tá
tey ivast í nær okkurt er. Um tað
stendur skeivt í kalendaranum, so
verður tað galið hjá øllum, sigur
Jens Kristian.
Upp á mín máta
Tá Jákup Andreas Arge var
liðugur við tann 30. Mynda
kalendaran, staðfesti konan
Solveig, at tað varð vorðið trupult
at finna myndevnir, og helt, at nú
vóru øll myndevnini brúkt.
Hetta tykist tó ikki nerva Jens
Kristian, sum greiðir frá, at hóast
konseptið verður tað sama sum
hjá Jákup Andreasi, fer hann at
gera tað upp á sín egna máta,
soleiðis sum hann sær myndirnar.
Eg havi sitið og blaðað gjøg
num kalendarar, og hugt hvørjar
myndir eru brúktar. Men hóast
bygdin kanska er tann sama, so
kann man síggja tingini upp á ein
annan máta, frá einum øðr um
vinkli ella í einum øðrum per
spektivi, greiðir Jens Kristian frá.
Má altíð hugsa
í myndum
Nú Myndakalendarin 2010 er
gjørdur, og er klárur at koyra í
bókahandlarnar, er arbeiðið at
gera Myndakalendaran fyri 2011
longu farið í gongd.
Tað fyrsta er sjálvandi at finna
motivir. Men tú má eisini passa
árstíðina til, eitt nú riggar tað ikki
at koyra eina summarmynd til
desember ella eina kavamynd til
juli mánað. So hvønn dag má eg
hugsa í myndum, og um ljósið er
akkurát tað rætta, so má eg vera
klárur at leypa avstað, tí tú veit
ikki um tú fær fleiri møguleikar,
vísir Jens Kristian á.
Ætla enn meira
Myndakalendarin 2010 er næst
an identiskur við teir mynda
kalendarar, ið vit kenna frá øðrum
árum. Men fyri komandi árini
hugsar Jens Kristian um at fáa
meira við í kalendaran.
Ja vit ætla, at hann skal
hava meira í av øllum, eins og
teir fullfíggjaðu álmanakkarnir,
soleiðis at næstan alt verður í
einum kalendara, greiðir Jens
Kristian frá.
Myndakalendarin 2010 verður
at finna í handlunum kring alt
landið frá í komandi viku, og
kostnaðurin verður tann sami,
sum hann hevur verið undanfarin
ár.
MYNDAKALENDARIN
fluttur í Miðlahúsið
Myndakalendari
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tá Føroya Mynda kalendari 2009 var klárur, boðaðu hjúnini Jákup
Andreas og Solveig Arge frá, at hetta fór at verða tann seinasti. Tó
er Myndakalendarin ikki farin í søguna. Aðrar hendur taka við, har
hinar sleptu, og mynda kalendarin 2010 er nú klárur