fríggjadagur 24. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 140 - 24. juli 2009
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Móðir og barn
í lívsvanda
Tað var sum við barnakonu. Níggju mánaðir
skuldu ganga, frá tí at samfeløgini í restini av
heiminum komu við sínum kreppupakkum,
áðrenn politiska skipanin í Føroyum kom
við sínum uppskoti um ein kreppupakka
ella vakstrarpakka, sum hann eisini verður
nevndur.
Og verkirnir eru ikki av enn. Hóast níggju
mánaðir eru lidnir, ganga fimm mánaðir
afturat, áðrenn barnið kemur til verðina. Tað
er neyvan serliga heilsugott fyri barnið, og við
heilsustøðuni hjá mammuni í mentu, er eisini
hennara lív í vanda.
Uttan iva eru fleiri góðir lutir í vakstrar- ella
kreppupakkanum. Men tað er serstakliga
merkisvert, hvussu stórur partur av pakkanum
verður býttur út til teirra, sum ikki hava ráð at
taka ímóti honum.
Niðurlagin av rentustuðlinum, avtøka av
mvg-stuðli til sethúsabygging, avtøku av
rentustuðuli til sethúsauppsparing og hækkan
av partafelagsskattinum til fíggjargeiran
hava tað ti lfelags, at øll átøkini raka tey, sum
skulu seta búgv ella sum fyri kortum hava
sett búgv. Og mótrokningin, sum nú verður
framd móti pensjonistum rakar eisini meint
hjá teimum, sum ikki hava alt ov mikið av
tøkum pengini. Altso er talan um teir báðar
samfelagsbólkarnar, sum brúka lutfalsliga
størsta partin av inntøkuni til nýtsluvørur. Og
tí gerst negativa árinið av hesum lutfalsliga
nógv størri, enn um siktið varð sett øðrvísi.
Tá muna tey bæði prosentini, sum verða løgd
oman á skattin av háinntøkum, rættiliga lítið.
Talan er í fyrsta lagi um sama bólk, sum longu
hevur fingið lyfti um avsláttur í ALS-gjaldinum,
sum ikki verður so samhaldsfast longur.
At enda er eisini serstakliga merkisvert,
hvussu rangvørur politikkurin hjá ABC hevur
verið. Seinasta skeiðið, sum samgongan sat,
varð gjarðað út flestar vegir, samstundis sum
búskaparsveiggini vóru einvíst positiv – og
har landið tí heldur skuldi ført ein tálmandi
búskaparpolitikk.
Nú verða skattalættar, stuðulsskipanir og
annað, sum økir um peningaumferðina í
samfelagnum, avtikið í stórari andsøgn til tað,
sum búskaparfrøðin hevur mælt til seinastu
hálvtannað hundrað árini ella so.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Nú hava tey sitið
og hálað og slitið
í heilakyknur so fáar
men smátt hevur gingið
og úrslitið fingið
bert ábøtur soltnar og smáar
hvat skulu vit halda
tí gildið alt gjalda
nú tey sum sær bústaðir byggja
tey av við nú mugu
mest allan sín stuðul
men onnur so fjálgt munnu liggja
tí meirvirðisgjaldið
í stuðli væl taldi
og rentustuðul var góður
men hetta vit taka
so heilt uttan nakað
sigur landsstýrismaður so fróður
jú so er við lógum
at inntøkum góðum
tey tora ei nakað at gera
men taka so støðu
ta gomlu søgu
tey veikastu byrðarnar bera
Edvard 24. juli 2009
Lukkupakkin
So kom hann, lukkupakkin frá landsstýrinum. Og hann var, sum væntast kundi. Har nakað var at taka av, varð einki
gjørt. Tey við tryggjaðum inntøkum fáa sítt, men tey, sum nýliga hava, ella í framtíðini ætla, at seta búgv, skulu gjalda
gildið. Kanska er fólkatalið so høgt í Føroyum, at brúk er ikki fyri, at fleiri fólk seta búgv her. Og saktans fáa
pensionistar eisini eina rokning, sum teir plaga
Tel. 34 18 00
lysing@sosialurin.fo
Vit seta lýsingina
upp fyri teg ókeypis.
Ring og fá ein prís!