fríggjadagur 24. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2009
13
Eiheldur sært tú, at
ungfólkini í Netto og
SuperBrugsen rópa
ókvæmisorð fyri síðani
at taka til vápnanna um
rættin at selja Gordon’s
Dry Gin
Fyri gott tveimum árum síðani, í
sonevnda Norðstjørnumálinum,
játtaði ein íslendingur at hava havt
40 kilo av narko í varðveitslu í
sínum bili.
At stakkalin so vildi hava okkum
at trúgva, at hann ikki visti av
ólógligu vøruni í viðførisrúminum,
kemur ikki óvart á meg. (Ikki long
ur, ikki tá ið tú hevur Súsonnu
Vígdá, ein vísindaligur analfabetur,
ið fær lættávirkilig dylhøvd at veita
sær samsýning fyri at seta seg í
samband við sín “andaliga
vegleiðara”.)
Óansæð, tí um somu tíð, men
hesuferð í Danmark, har frú Vígdá
er ættað, legði løgreglan í Vanløse
hald á 4 kilo av kokaini í samband
við eina sonevnda rassia.
Um sama mundið, hesuferð í
Englandi, legði løgreglan í London
hald á knøpp 500 kilo av heroin.
Nøgdirnar eru ymiskar, rúsevnið
ymiskt, staðirnir eisini, men
hvørjaferð hoyra vit annaðhvørt
løgrelguna ella konservativu
verjarnar av núverandi narkobanni
reypa um týdningin av hesum
uppdagilsi; hvussu hetta hevur
sorlað enn ein narkoring. Hvussu
hetta, í tí stóra heila, fer at merkjast
á gøtuni; hvussu prísurin á narko,
hvørs eftirspurningur faktiskt er
sera lítið prísviðkvæmur, nú fer
uppfrá.
So, tvey ár seinni, hvør hevur so
hin praktiska effektin av hesum
narkouppdagilsum verið; hvør
hevur ávirkanin verið á evrope
iskan narkohandil. Ikki tí, fyri
lættleika skuld kunna vit saktans
skifta “tvey ár” út við “tvær
vikur”, tí um politikkurin hjá
narkoforbjóðandi verjunum
nakrantíð skal kunna rigga, tá má
tað vera í løtum sum hesum.
So, umaftur. Eru færri
narkoseljarir á gøtunum? Er talið
av narkomisnýtarum minkað? Er
narko, tað veri seg kokain, heroin
ella ekstasi, vorðið dýrari? Eru
misnýtarir farnir at banka á
dyrnar á tí evarska lítla tali av
avvenjingar og viðgerðarstovum,
vit hóast alt hava?
Nei, sjálvandi ikki. Men hetta er
hinvegin eitt trúliga gott dømi um
aforismuna kannað Alberti
Einstein: at ein máti at definera
vitloysi er at gera tað sama
eksperimentið umaftur og umaftur
og umaftur í tí desperatu vón, at
úrslitið næstu ferð fer at verða
øðrvísi.
Við mínum apsalutt besta vilja
dugi eg ikki at skilja, hvussu nakar
longur kann verja ein politikk, ið
kriminaliserar narko. Túsundtals
polititímar og miljardir av krónum
hava verið spanderaðar uppá at
smildra hesar ógvusligu og
ótespiligu narkoringar—til effinett
onga effekt. Aftaná eina væl doku
menteraða og fúla royndartíð kann
narkobannið vísa á... einki!
Hvussu nógvar politiressursir
enn verða grýttar at hesum trupul
leika, vil narkoið altíð koma á mál.
Á bygd í Danmark, til dømis, men
eisini í Føroyum, reka myndug
leikarnir aftur uppáhaldið um, at
narkonýtslan er vaksin. Og tó, tí
narkoovastin frá Københavns
Politi, Steffen Thaaning Steffensen,
er ósamdur: “Vores indtryk er
desværre, at der er flere kokain
misbrugere. Det er efterhånden
udbredt i selv de mindste flækker.
Det er svært for unge at gå til
fester i dag uden at der er kokain
eller andre stoffer.” Og tá ið
Føroyar ikki er so narkotætt, sum
onkur mátti ímyndað sær, er
søgugongdin sjálvandi presiss tann
sama her heima.
Øll handa tíðin, orkan og hasir
pengarnir kundu verið brúktir uppá
viðgerðarstovur, at fanga inn brots
tjóvar, neyðtøkumenn og mordarar,
bjarga børnum undan “ein undir
vangan”foreldrum og herða álopið
ímóti blóðskemdarum, heldur enn
at spela eftir hasari fantasiini um
eitt narkofrítt Evropa.
Tað er bara alt ov lætt at fáa
narko inn í eitt øki, sjálvt lutfals
liga avbyrgdu Føroyar. Í Evropa er
eitt ótal av útboðskeldum, og tekur
tú burtur eina, íðan, tá eru so
nógvar aðrar keldur klárar at fylla
hatta opilsið soleiðis at
marknaðurin kemur í javnvág aftur.
Bara í Evropu hava vit miljónir
av narkomisnýtarum, og tað fara
vit altíð at hava. Ein og hvør, ið
noktar fyri hesum—sum trýr, at
forbjóðing kann vera ein úrslitagóð
atgonga “um bara vit arbeiða enntá
harðari” ella blaka uppaftur fleiri
miljónir eftir “krígnum ímoti
narko”—má vera seriøst skeivur.
So mikið er nú, hóast alt, sólar
klárt. Men har er ein onnur
dimensjón í kjakinum. Fantasi
politikkurin hjá forboðsfólki skaðar
øll í Evropa, men tess longur tú
ferðast eftir útboðsketuni, tess
meiri skaða valdar hann. Narko
bandarnir, sum løgreglan úrslita
leyst sleyg til jarðar, fáa útvegað
sítt tilfar frá Kolombia—so lat
okkum hyggja at, hvat hendir í
hasum landinum.
Kokain er fyri Kolombia, hvat
fiskur er fyri Føroyar, og áttati
prosent av heimsins kokaini stavar
haðani, men uttan at landsins
leiðsla kann skatta ella fáa nakran
sum helst fyrimun av hesi innlendis
vinnu. Hetta er fyrst og fremst
vegna tí grøtiliga trýsti, ið Amerika
og Evropa leggja á Kolombia at
stuðla teirra forboðsdesainaða
“kríggi ímóti narko”.
Nei, tað er onkur heilt annar, ið
nýtir gott av forboðnum—víð
gongdir andstøðingar til sitandi
stýri, ið brúka megaprofittin frá
narkohandlinum at keypa sær vápn
og forfara kolombiska státin.
Annaðhvørt eru teir sjálvir bein
leiðis uppií narkohandlinum, ella
krevja teir ein “skatt” frá hasum, ið
gera.
Úrslitið av narkoforboðnum er
eitt borgarakríggj, har knappar tvær
miljónir menniskju eru flýdd og
tríatifimm túsund myrd. Allar
ætlanir um at byggja eitt virkisført
Kolombia eru steðgaðar og
sivilrættindi farin fyri einki.
Alt hetta takkað veri einum
brekaðum narkoforboði. Um
kolombiska stjornin kundi loyvt
narko, og við hesum fátækragera
narkobandarnar og harkalið annars,
ið hava tamarhald á handlinum og
støðugt leypa á stjórnina, hevði
hon verið før fyri at útvega sær
ógvusligar peningaupphæddir og
endurvinna tamarhaldið á landinum
verandi ein neyðug fortreyt so at
stovnseta eitt veruligt fólkaræði.
Saman við sínum evropeisku
starvsstjórnum eigur tann føroyska
at lata eyguni upp fyri tí óreingiliga
sannleika, at við at kriminalisera
handilin við hasj, kokain og heroin,
fáa vit ikki narkoið at hvørva, men
lata ístaðin henda margmilliarda
ídnað upp í hendurnar á vápnaðum
bandum!
Hvørjaferð ein máttmikil bandi
verður koyrdur í holið, fara aðrir at
berjast um hansara snøkil av jørð,
hansara handil og hansara vinning.
Bandarnir fara at skjóta hvønn
annan niður, inntil ein bandi kemur
undan sum hin greiði vinnarin. Tað
vil siga, at hesir revolvaraelskandi
óvitar hava ikki dubbað seg bert
fyri at spæla The Big Man ella
líkjast Snoop Dogg (tóað hetta
óivað er ein tilvildarlig gleði).
Hetta er ikki Columbinelíknandi
harðskapur. Hetta hendir av bein
leiðis búskaparligum ávum. Milton
Friedman, nobelprísvinnandi
búskaparfrøðingurin, skilti hetta.
Hann segði: “Al Capone
epitomizes our earlier attempt at
Prohibition; the Crips and Bloods
epitomize this one.” Hann opinber
aði ein sentralan sannleika. Vápn
hoyra ikki til søluna av narko. Tey
hoyra bert til narkosølu, um sølan
av narko er
bannað.
Far ein túr til Keypmanna havnar
og tú finnur alt fyri eitt útav, at
Føtex og Kvickly ikki hava úr at
gera við at skjóta hvønn annan
niður sum partur av einum
økiskríggi. Eiheldur sært tú, at
ungfólkini í Netto og
SuperBrugsen rópa ókvæmisorð
fyri síðani at taka til vápnanna um
rættin at selja Gordon’s Dry Gin.
Hví? Tí at teirra vinna, teirra
handil við rúsdrekka, ikki er
bannað! Um hasir óvitarnir í Netto
royna at nápa lagrið av Blå Blink
Lakrids Shot hjá teimum í
SuperBrugsen, kunna tey altíð
ringja til løgregluna.
Men forboðið tilfar, eitt nú
narko, kann bert verjast við
privatari megi. Hetta er jú grundin
til, at undirgrundsbarrirnar í
Chicago høvdu tørv á Caponesa
vápnum, og hví í dag mestsum øll
vápn í Evropa eru leinkjað til
narkohandilin.
Við at loyva rúsevnum sendir tú
narkobarónar, sum í dag eiga allan
marknaðin, á húsagang. Hetta er
einfalt búskaparástøði: eingin vági,
eingin vinningur; eingin vinningur,
eingin handil; eingin handil, null
narkobandar! Tað er jú fullvegis
táputryggjað, at hesi ómoralsku
neyt skula tjena pengar uppá narko.
Heldur eigur tað almenna at
troka narkobarónarnar av
marknaðinum og traðka inn í teirra
stað, viðurkennandi, at narko er
komið fyri at vera. Helst ikki so
umráðandi fyri Føroyar í løtuni,
men á eitt sindur størri plássum
eigur tú at skipa eina heilsustovu
av “ein støð: tvær stovurslagnum”,
har t.d. heroinmisnýtarir undir
sjúkrasystra ella læknaumsjón
kunnu fáa sítt dagliga fiks og
soleiðis, heilt ókeypis, velja
deyðan. Við hesum, undir skipað
um viðurskiftum, hevði tað
almenna fingið samband við
narkomanarnar, so at teir høvdu
fingið ein roynveruligan kjans at
tikið í hina hurðina, viðgerðar
hurðina, ið ber framhaldandi lív og,
fyri landið, skattainntøkur við sær.
Hvat linligum narko, sosum hash
og ekstasi, viðvíkur, eiga vit at
loyva tí við at skatta tað soleiðis, at
eisini tað almenna, samfelagið
yvirhøvur, fær gagn av søluni, ið
kortini fer fram—ein upplagdur
sølustaður hevði verið Rúsan, ið
bert átti at havt sterkari rúsdrekka
og veik rúsevni í handlinum.
Nettupp hetta, tjóðartøka av
ídnaði, kann verða trupult hjá
konservativum dreymarum at
slúka, eins væl og tað verður ein
munnbiti hjá sosialdemokratiskari
stýring at viðurkenna fólksa ynski
um ymiskleika. Men eftirspurn
ingurin verður verandi óbroyttur,
og tá ið útboðið er har, má
markn aðurin mettast.
Tað nyttar einki at billa
sær inn, at eingin hevur hug at vera
heimleysur, ella narkomanur.
Eiheldur nyttar tað nakað at billa
sær inn, at forboð støðgar fólki at
brúka narko; forboð ger ikki annað
enn at geva illgrunasomum fólki og
vápnaðum bandum ídnaðin. Tað er
jú alt ov vandamikið at lata
baksitarar hava valdið á slíkum
ídnaði, og tí er tað, at vit, fólkið,
skula taka valdið á narkoinum.
Slutt við sorgar og følilsispolitikki,
við vanahugsan og tútbrølandi
mammum, ið syrgja sín fyrrverandi
narkoson. Politikarir skula ikki lata
seg brúka sum marionettdukkur og
gera politikk grundaðan á samhuga
og ynskidreymar—í so máta kunda
teir eins væl latið Amy Winehouse
verið teirra narkoráðgevi.
Tí tað er so evindaliga lætt at
koma við strangum moralskum
orðaskvaldri um hvussu narko er
ónt, og hvussu vit mugu fordøma,
fordøma, fordøma. Vitonnur, ið
trúgva uppá ein skilbundnan narko
politikk, mugu taka til mótmælis
við eisini at brúka moralska
málførslu, tí sovorðnir leiðarir hava
einki annað val enn at velja millum
autentiskan moral, ið ger gott, og
kosmetiskan moral, ið einans sær
gott út.
Autentiskir moralskir leiðarir
kunna ikki loyva sær at eta seg
mettan av einum mannfólka
erpinskapi, sum hindrar teimum at
líta at “krígnum ímóti narko” við
atfinningarsomum eygum. “At
vinna”, tá ið tað kemur til narko
misnýtslu, er at finna tí røttu
kósina og rætta mátan at útvega
maksimum heilsu og tryggleika til
samfelagið sum heild, og
narkomanar.
At halda á við at forbjóða narko
svarar til at flyta stólar á dekkinum
á Titanic, tí tríati ár eftir at Nixon
fór undir sítt “kríggj ímóti narko”,
hevur tað aldri verið so lætt at
keypt í evropeiskum og ameri
kanskum skúmaskotum. “Kríggið”
er á leið eins væleydnað sum hitt
kríggið, hann bleiv drigin við
innní—tað í Vjetnam.
Hvussu nógv Norðstjørnumál
skulu til, áðrenn tey ráðandi fara at
síggja menningarmøguleikan í
hesum rationellu grundgevingum
at loyva narko? Kanska clair
voyanturin frú Vígdá veit...
Forboðspolitikkurin fekk sína
yvirdosis fyri fleiri árum síðani, og
um ikki so leingi fer ein snildur og
óbangin politikari við veruligum
framsjónargávum at stríðast fyri
eini siðiligari jarðarferð.
So, hvør politikari fer at vera hin
fyrsti at grava grøvina hjá
forboðnum?
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Sannleikin um narko:
forboð kann aldri rigga!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo