fríggjadagur 24. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 • 24. juli 2009
Vikuskifti 13
Føroyar eru eitt
deiligt land. Tað
heldur 13 ára gamli
italski drongurin,
Riccardo Manfredi,
sum hevur verið
her í 14 dagar og
hugurin at fara
heim aftur var lítil
Ri+ccardo dugir ikki at finna
upp á nakað keðiligt at siga um
Føroyar.
Sjálvt veðrið er fínasta slag,
heldur hann.
- Her er kaldari enn eg eri vanur
við. Men tað er fínt, tí eg vil
heldur hava tað í kaldara lagi enn
í heitara lagi. Heima hjá okkum
í Italia eru eini 30 hitastig nú og
tað er alt ov heitt.
Í tvær vikur hevur 13 ára
gamli italski drongurin, Riccardo
Manfredi, verið summargestur í
Sandsvík.
Tá ið Sosialurin hitti hann
dagin fyri, at hann skuldi heim-
aftur, var hann ikki í iva.
- Tað besta við at vera er, er, at
tað er so friðarligt.
- Og tað ringasta er at fara
avstað aftur, legði hann afturat.
Áðrenn Riccardo visti púra onki
um Føroyar, áðrenn hann kom
higar.
Men heilt ókendar vóru Føroyar
kortini heldur ikki, tí hann hevði
hoyrt um, at Italia hevur spælt
fótbólt ímóti føroyingum og
annað enn tað visti hann ikki.
Triðju ferð
Saman við seks øðrum 13 ára
gomlum drongjum og gentum
úr Italia, hevur Riccardo verið á
altjóða barnalegu, har tvær tær
fyrstu vikurnar eru í Føroyum og
tær báðar seinnu vikurnar eru í
Italia.
Við á leguni eru eisini sjey
dreingir og gentur úr Føroyum, øll
13 ára gomul.
Ímeðan tey eru her í Føroyum,
búgva tey fyri tað mesta heima
hjá einum av teimum føroysku
leguluttakarunum og nú legan
heldur fram í Italia, búgva tey
føroysku børnini heima hjá lut-
takarunum í Italia.
Tað verður gjørt, tí eitt endamál
við leguni er, at børnini skulu
læra um mentan og familjulív hjá
hvørjum øðrum.
Og soleiðis endaði hesin
frynt ligi italiudrongurin í Sand-
vík har hann tað mesta av
tveimum vikum búði heima hjá
javnaldrinum, Eyðfinni Jensen.
Nú er alt ferðalagið so farið til
Italia, har Eyðfinnur so skal búgva
heima hjá Riccardo og teimum
tað mesta av tveimum vikum.
Riccardo er ikki ókendur við
virksemið hjá CISV, tí mamma
hansara, sum er lærari, hevur
verið virkin í felagsskapinum.
Pápi hansara er politistur.
Og hetta er triðju ferð, at hann
er á altjóða barnelegu. Einaferð
var hann í Italia, einaferð var
hann í Noregi og nú er hann
endaður í Føroyum.
Gongur seinni
Hann býr í Gradisca heilt norður í
Italia beint við markið til slovenia.
Hann sigur, at Gradisca er eitt
lítið pláss, tí har búgva bara 7000
fólk.
Vissi hann kallar Gradisca fyri
eina lítið pláss, hvat heldur hann
so um at vera í Sandvík, her tað
bara búgva eini 110 fólk?
- Her er fínt at vera, tí her er
so friðarligt og vakurt og tað
fellur slíkur friður á meg at vera í
Sandvík.
- Her í Sandvík gongur seinni
enn heima og tað dámar mær.
Hann hevur als ikki kedd seg,
tí tey hava sæð nógv í Suðuroy
og annars dámar honum bara at
spæla og vera úti.
Riccardo er rættiliga stinnur í
enskum og tað er Eyðfinnur eisini,
so tað er ongin trupulleiki skilja
hvønn annan.
Og skuldi tað knípt onkuntíð við
tí málsliga kunnu fingrar og armar
altíð brúkast stuðla uppundir tað,
ið sagt verður.
Riccardo sigur, at honum dámar
so væl í Føroyum, at hann tímir
als ikki avsað aftur, tí her er so
gott at vera.
Men har er onki at gera og
Riccardo er eisini spentur upp á
at vísa Eyðfinni, hvussu hann býr
og hvat hann tekst við í frítíðini.
Og tað er ikki so nógv øðrvísi
enn tað, føroyskir dreingir gera,
tí teir eru úti, sparka og spæla,
hava vinmenn og annars eitt
telduspæl nú og tá.
Bæði Eyðfinnur og Riccardo
eru sannførdur um, at teir fara at
hava samband við hvønn annan
eftir at legan í Italia er endað og
hvør er farin aftur til sítt.
Riccardo úr Italia og Eyðfinnur úr Sandvík við Lítlu Dímun í baksýninum. Teir báðir ivast ikki í, at teir báðir fara at hava samband við hvønn annan eftir at teir eru farnir hvør til sítt
Hevði ongan hug
at fara heimaftur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Summargestur