Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 140 - 24. juli 2009 tíðindi Útgáva Jan Müller jan@sosialurin.fo Í hálvannað ár hevur 35 ára gamli Uni Leitisstein Hansen nærmast ligið undirgrivin í goml­ um filmsrullum, ið hann hevur sleip að millum Føroyar og Dan­ mark til yvirspælingar. – Eg kann ikki siga meg frían fyri, at tað kanska hevur verið skaðiligt, tí eg havi inntikið eina ómetaliga stóra nøgd av hesum gomlu filmum upp á stutta tíð. Tað hevur riðið um snarið til eina yvirdosis fleiri ferðir, tí nú vil eg bara hava meira, meir, meir, skemtar hann. Uni Leitisstein Hansen hevur samskipað og lagt til rættis Før­ oyskar Søgur fyri Eik og Sub­ stanz Nordisk Film. Nú næsta filmsfløgan í røðini kemur út, er samskiparin ikki í iva, tá hann verður spurdur, um uppfylgjarin við Føroyskum Søgum stendur mát við ta fyrru filmsfløguna? Tað er jú tiltikið, at uppfylgjarin til eina filmsucces sjáldan nær somu hæddirnar. – Føroyskar Søgur 2 stendur einki aftanfyri Føroyskar Søgur 1. Nýggja filmsfløgan er eins fjøltáttað og spennandi og tann fyrra. Hon er skorin eftir júst sama leisti sum fyrra films­ fløgan: Vit fáa søgur um smáar og stórar hendingar, ið hava mynd að dagligdag føroyinga seinastu 100 árini. Hesaferð sleppa vit millum mangt annað at uppliva fótbóltsdyst millum TB og HB á Sevmýru í 1926, neyta­ konur í fimtiárunum og fyrstu royndirnar við rutuflúgving millum Føroyar og umheimin, greiðir Uni Leitisstein Hansen eldhugaður frá. 6000 fólk taka ikki feil Í kjalavørrinum av risa undir­ tøkuni, ið fyrra filmsfløgan við Føroyskum Søgum fekk, var tað upplagt at framleiða eina fløgu afturat. Tey 6000 fólkini, ið hava ognað sær Føroyskar Søgur 1, kunnu ikki taka feil, og films­ tilfar skortaði heldur ikki, sam­ bært Una Leitisstein Hansen. – Áhugin hjá fólki at lata filmar inn til verkætlanina hevur verið risastórur, og dygdin á privatu filmunum hevur eisini verið óalmindiliga høg. Fólkini aftanfyri Substanz, ið hevur ment leistin, Føroyskar Søgur eru skornar eftir, hava framleitt hetta slag av filmsfløgum í Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Men ongastaðni hava teir upplivað størri áhuga og stuðul frá fólki, stovnum og privatum fyritøkum enn í Føroyum, staðfestir Uni Leitisstein Hansen. – Vit hava veruliga kent, at hetta hevur havt nógv at týða fyri føroyingar, og øll hava viljað stuðl að verkætlanini. Tað hevur eisini verið umráðandi, tí hetta er ongantíð gjørt áður í Føroyum og verður kanska heldur ongantíð gjørt aftur. Varðveitsla av filmsskattinum Grundleggjandi hugskotið, ið Føroyskar Søgur eru bygdar á, er at finna eitt nyttuvirði í teimum mongu gomlu filmsrullunum, ið liggja og savna dust í skjala­ goymsl um, søvnum og heima hjá fólki. Myndirnar skulu so at siga vekjast til lívs aftur. Hetta ar beið ið gevur eitt talgilt – ella digitalt – hjáprodukt, tí mynd irn­ ar verða fluttar av gomlum films­ rullum yvir í eitt talgilt format, og harvið eru Føroyskar Søgur við til at varðveita føroyska sið­ søgu á filmi. Meiningin er, at í framtíðini skulu øll hava atgongd til hesar forkunnugu myndir ­ sjálvandi við loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættindini. Tað var grund leggjandi hetta alment­ gagn liga endamál, ið Eik Grunn­ urin hefti seg við, tá Grunnurin játtaði at stuðla Føroyskum Søgum. Filmstilfarið, ið er komið burtur úr, verður borðreitt á ein lættan, trúverdugan og væl atkomiligan hátt. Tað eru smáar søgur, sum samlað siga frá gerandislívinum í Føroyum seinastu 100 árini, og verða kryddaðar við endurgevingum úr dagbókum ella endurminningum hjá fólkum, ið sjálv vóru hjástødd. »Orginalar« gingu undan Avgerandi fyri Føroyskar Søgur­ verk ætlanina hevur verið, at nakrir av teimum undan gongu­ monnum innan filmsmentan í Føroyum hava viljað stuðlað verkætlanini við teirra films­ tilfari. Serliga Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Morten­ sen, ið eru ávikavist 78 og 81 ára gamlir í dag, hava latið dygdar tilfar til verkætlanina. Upp tøk­ urnar frá fimti­ og sektiárunum, ið teir báðir gjørdu við 16 mm filmstólum, er ryggurin í Før­ oyskum Søgum. – Teir báðir, og aðrir við teim­ um, hava verið nakrir knassar, ið fólk kanska hava hugt eitt sindur skeivt upp á, tí teir eru farnir í grind við filmstólum heldur enn at taka til hvalváknið ella sóknar­ ongulin. Men hesir menn, ið kanska hava verið nakrir "orginalar" í eygunum hjá mong­ um, hava sæð týdningin í at skjalfesta samtíðina á filmi, langt áðrenn nakar annar gjørdi tað. Tað kunnu vit fegnast um í dag, hóast tað beinleiðis varð spent bein fyri teimum. Ráfilmurin var ótrúliga dýrur, men tað hjálpti ikki, at myndugleikarnir løgdu 100 prosent av tolli á ráfilmin. Í grundini er tað ótrúligt, at tað yvirhøvur er filmað nakað, men tað sigur ikki so lítið um tann eldhug, hesir menn hava havt fyri at filma, greiðir Uni Leitisstein Hansen frá. Uppfylgjarin smæðist ikki Fólk standa sum sild í dós, tá fyrsta stálskip, ið nakrantíð er bygt í Føroyum, Porkeningur, fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju. Síðst í fimtiárunum fara neytakonur til neyta í Húsavík. Og í 1926 bresta TB og HB saman í fótbóltsdysti á Sevmýru. Mánadagin 27. juli verður av næstu filmfløgini í røðini av Føroyskum Søgum frumsýning í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sosialurin hevur tosað við sam­ skiparan av Føroysk um Søgum, Una Leitisstein Hansen