fríggjadagur 24. juli 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2009
27
tíðindi
burtur ímillum
Langabbin lykilin
Tey vóru tó fá, ið upprunaliga
góvu Una Leitisstein Hansen
líkinda møguleika at fáa atgongd
til stóra filmsskattinum hjá Jákup
Andreasi Arge, fyrrverandi ur
smiði, á Argjum, tá verkætlanin
fór av bakkastokki í fjør.
– "Tað kunnu tit gott gloyma
alt um," søgdu fólk við okkum.
Nú skal eg ikki gera meg klókan
upp á, hvat onnur hava gjørt ella
sagt, tá tey hava spurt seg fyri,
men tá Jákup Andreas Arge
frætti, at pápi mín var ættaður av
Nesi, og at eg var langabbasonur
Tummas í Gerðinum, ja, so var
einki óført. Tað vísti seg, at
Jákup Andreas sum blaðungur
hevði verið til skips saman við
langabba og øðrum góðum
monnum av Nesi og Toftum, og
teir hava eftir øllum at døma
tikið sær so væl av hesum
óroynda unglingi, at hann tann
dagin í dag bara hevur gott at
bera hesum monnum. Tað kann
eg í dag eisini fegnast yvir, at teir
gjørdu, greiðir Uni Leitisstein
Hansen frá, meðan eitt bros
breiður seg um varrarnar.
– Grundleggjandi, so eri eg
sera eyðmjúkur yvir tað álit, ið
so nógv fólk hava víst mær, tá
tey hava latið meg handfarið og
valt burtur úr teirra privata films
tilfari. Eg eri eisini komin at
kenna hópin av sera áhuga verd
um fólkum, ið eg neyvan ikki
hevði komið í samband við
annars, og tað er ein stór gáva at
fáa, er Uni Leitisstein Hansen
skjótur at leggja afturat.
Eitt Jobs tol
Samskiparin roynir ikki at skava
útyvir, at tað hevur verið hart
arbeiði at gera næstu films
fløguna lidna.
– Soleiðis er tað altíð móti
endanum av einari kreativari
prosess sum hesari. Tað verður
altíð arbeitt til tað síðsta við at
fínpussa og fáa alt so gott sum
tilber. Í hesum umfarinum havi
eg lagt allar søgurnar til rættis
sjálvur, og eg má ásanna, at eg
beint nú eri sera moyrur í heys
inum av at jonglera við øllum
handritunum, myndunum og
faktaunum til tær 13 søgurnar, ið
eru at finna á Føroyskar Søgur 2,
staðfestir Uni Leitisstein Hansen
erliga.
– Eg má rósa mínum sam
starvsfelaga Helga Toftegaard, ið
hevur sett Føroyskar Søgur 2
saman, tí tað er ótrúligt, at tað
hevur hepnast honum at fingið
so frægt sett saman burtur úr
mínu m mongu luftigu hugskot
um og ógreiðu handritum. Og so
hevur Helgi eitt Jobs tol, ið hevur
verið sera kærkomið í arbeiðin
um við at gera Føroyskar Søg ur
2, leggur Uni Leitisstein Hansen
læandi afturat.
Onnur taka tráðin upp
Føroyskar Søgur 2 skilmarkar tó
fyribils endan á virkna leik
lutinum, sum Eik hevur havt í
verkætlanini og varðveitsluni av
føroyska filmsskattinum – ein
leiklut, ið Føroyskar Søgur
filmsfløgurnar til alla tíð fara at
bera vitnisburð um. Nú er tað
upp til onnur at taka tráðin frá
hesum risa átaki frá Eik
Grunninum upp.
– Eik eigur heiður og æru fyri,
at hann hevur verið sinnaður at
stuðla hesari verkætlan so væl,
sum hann hevur. Verkætlanin
hevur eisini havt ætlaða árinið.
Føroyskar Søgur hava virkað
sum tø fyri føroyska films skatt
inum, ið hevur ligið deyður, men
nú er vaktur til lívs. Fólk hava
veruliga fingið eyguni upp fyri
virði í gomlu filmsrullunum,
hug leiðir Uni Leitisstein Hansen,
samskipari.
Spurdur, um Føroyskar Søgur
2 eisini er endin á røðini av
søgu ligum undirhaldi úr films
skattinum, svarar Uni Leitisstein
Hansen:
– Eg eri sera áhugaður at
arbeiða víðari við tí rúgvus
mikla filmstilfari, vit hava
funnið fram í sambandi við
Føroyskar Søg ur. Tilfarið
er sera umfatandi og eru
tískil nógvir møgu leikar
í tí. Tað fyriliggur tó
ikki nakað ítøkiligt
beint nú, men vónandi
býður okkurt seg. Eg
fari komandi tíð ina at
kanna møgu leik arnar
fyri at fáa okkurt í lag,
og vónandi er onkur
sinnaður í at veita stuðul, so
arbeiði við hesum tilfari kann
halda fram. Men uttan
mun til, hvat framtíðin
hevur at bjóða, so hev
ur hetta verið tað stutt
ligasta og mest spenn
andi arbeiði, eg
nakran tíð havi havt,
hóast tað hevur verið
strævið. Eg vóni
inni liga, at før
oyingar taka eins
væl ímóti Før
oyskum Søg um 2
og tey gjørdu við
Før oyskum
Søgum 1.
– Arbeiði við Føroysku Søgum hevur verið tað stuttligasta
og mest spennandi arbeiði, eg nakrantíð hava havt, hóast
tað samstundis hevur verið eitt tað strævnasta, ásannar
Uni Leitisstein Hansen, ið hevur samskipað Føroyskar
Søgur-verkætlanina fyri Eik og Substanz Nordisk Film
Mynd: Birgir Kruse
Tað er Helgi Toftegaard, ið hevur verið búsitandi
í Danmark alt sítt vaksamannalív, sum hevur
sett Føroyskar Søgur 2 saman. Her sæst Helgi í
klippirúminum hjá Substanz á Nordisk Film umgirdur
av bandasavninum
Mynd: Birgir Kruse
FAKTA
Føroyskar Søgur 2 verða frumsýndar á móttøku í Miðlahúsinum í
Vágsbotni mánadagin 27. juli kl. 15. Øll eru vælkomin.
Alla ólavsøkuna verður eisini høvi hjá teimum,
ið støkka inn á gólvið í Miðla húsinum,
at síggja fyrstu filmskutini av
Føroyskum Søgur 2.
www.foroyskarsogur.fo