fríggjadagur 24. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 140 - 24. juli 2009
Kreppuskattur í Króatíu
Eins og flestu onnur lond er Kroatia meint rakt av altjóða
fíggjarkreppuni. Tí eru tiltøk neyðug, og í gjár legði stjórnin
fram uppskot um at leggja trý prosent í kreppuskatti oman á
allar lønir, sum eru oman fyri góðar 2.500 krónur um mánaðin.
Stjórnin sigur, at verður uppskotið samtykt, fer tað at geva
ríkiskassanum einar fýra milliardir krónur um árið. Stjórnin
hevur havt uppskotið til hoyringar hjá fakfeløgunum, og
sambært fjølmiðlunum fekk tað jaliga móttøku. Eitt annað
krepputiltak hjá stjórnini er at hækka rentuskattin. Tey, sum eru
ímóti uppskotunum, siga, at skattahækkingarnar fara at elva til
meiri skattasvik.
Vespur lupu á danskt húski
Eini donsk hjún og børnini, sum eru tvey í tali, fingu ein rættiligan hvøkk,
tá tey fyrr í vikuni vóru fyri einum ógvusligum vespuálopi á Møn. Fjøl
miðlarnir skriva, at tey fýra høvdu sitið á einum teppi. Tá tey tóku teppi
upp, vísti tað seg, at eitt vespureiður var undir teppinum, og vespurnar
lupu alt fyri eitt á og stungu øll fýra fleiri ferðir. Tað eydnaðist teimum at
sleppa í bilin, men á vegnum til sjúkrahúsið svímaðu bæði foreldrini, sam
stundis sum børnini fóru at spýggja. Tað eydnaðist mammuni at boða
alarmsentralinum frá, áðrenn hon svímaði, og øll fýra komu undir lækna
hond. Tað vísti seg, at dótturin Emilie var stungin ikki færri enn 45 ferðir,
og sambært fjølmiðlunum torir hon ikki út fyri dyr nú. Ikki so løgið.
Soleiðis ljóðar yvir
skriftin á stórari
Big Band konsert
sum verður á parker
ingsøkinum í Tórsgøtu
sunnudagin 26 juli
Tónleikur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað er í samband við 100
ára haldið hjá Tórshavnar
Kommunu at Tórshavnar
Stórband kemur at framføra
kend havnarløg í nýggjum
Big Band búna.
Tórshavnar
Kommuna
hevur tí biðið Magnus Johann
essen um at samskipa og
útseta allan tónleikin sum
verður framførdur á konsert
ini. Millum annað koma vit
at hoyra løg so sum Eitt
sunnukvøld í Plantasjuni,
Leygarkvøld í Havn, Til
Havnar vit fara og fleiri.
Eisini verða tvær frum
framførslur har Martin Joen
sen hevur skrivað orð til
tvey av løgunum hjá Magn
usi.
Fleiri sangarar koma at
luttaka á konsertini og eru
teir James Olsen, Anna
Nygaard, Finnur Jensen og
Sølva Ford.
Til at fáa góðskuna á eitt
enn hægri støði, hevur Tórs
havnar
Stórband
fingið
hjálp frá tveimum saxofon
spælarum úr Íslandi og ein
um trombon spælara úr
Danmark.
Frásøgufólk verður Robert
Mc Birnie og samskiparar
av øllum tiltakinum eru
Ólavur Olsen og Eirikur
Skála, og tiltakið er gjørt í
samstarvi við 100 ára haldið
hjá Tórshavnar Kommunu.
Gamla Havnin í
Nýggjum Búna
Eirikur í Skála og Ólavur Olsen eru tveir av teimum, sum skipa
fryi stóru Big Band konsertini í Tórsgøtu
Í gjár koyrdu teir
fyrstu bilarnir eftir
tí nýggja vegnum
tvørtur úr Stóruá við
Gjógv
Ferðsla
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Nú verður tað ikki leingi,
til ferðafólk, sum ætla sær á
Gjáargarð ella á gjónna við
Gjógv, sleppa frá at koyra
ígjøgnum hygdina. Síðani
síðst í juni hava menn hjá
Sunda kommunu arbeitt við
at gera brúgv tvørtur um
Stóruá og vegir báðumegin,
og í gjár var koyrandi
tvørturum.
Gjógv er eitt sera væl
umtókt ferðamál um summ
arið, og tí koma nógvir bilar
og bussar til bygdina at kalla
hvønn dag hesa tíðina. Eitt
nú vóru ikki færri enn tólv
bussar við umleið 600 ferða
fólkum við Gjógv í gjár.
Tann stóra ferðslan ger, at
tað kann ofta vera trongligt í
sjálvari bygdini, men tað
nýggja sambandið skuldi
bøtt um hetta.
Tann nýggja brúgvin er
úr betongelementum, sum
eru gjørd í Danmark. Sjálvt
arbeiðið hava menn hjá
Sunda kommunu gjørt, og
kostnaðurin
liggur
um
400.000 krónur.
Nýggjur
vegur
um Stóruá
Nakað er eftir at
gera, til vegurin er
liðugur
Mynd: Árni Joensen
Tórshavnar
Kommuna stuðlar
virðislønini hesaferð
Fyri aðru ferð verður Lista
virðisløn Miðlahúsins latin
ólavsøkudag. Hon verður
latin einum ella fleiri skap
andi ella útinnandi listafólk
um ella bólkum, sum hava
stóran týdning fyri føroy
ingar og fyri føroyskan sam
leika. Hetta seinna verður
undirstrikað við, at virðis
lønin verður handað tjóðar
dagin, ólavsøkudag kl. 14
eftir tingsetan og við at
handanin fer fram við stand
myndina av Nólsoyar Pálli í
Vágsbotni, ið hevur so
stóran ímyndaligan týdning
fyri okkum føroyingar. Øll
eru hjartaliga vælkomin til
tiltakið. Tórshavnar Komm
una, sum hátíðarheldur 100
ár sum kommuna, stuðlar
tiltakinum.
Listavirðisløn
Miðlahúsins latin
á tjóðardegnum
I fjør var virðislønin latin Stanley Samuelsen og Hanus G.
Johansen