fríggjadagur 24. juli 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 140 - 24. juli 2009
tíðindi
Umstøðurnar fyri eini
góðari deyðsmálms
konsert vórú ikki
góðar, tá SIC spældi á
Gøtusandi. Kuldi, sirm,
vantandi áskoðarar og
vánaligt ljóðbland settu
sín dám á konsertina.
Fyri flestu bólkar hevði
hetta fullkomiliga
oyðilagt framførsluna,
men onkursvegna
megnaði SIC kortini at
skapa lívliga konsert
UMMÆLI
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
SIC er uttan iva betri spælandi enn
nakrantíð áður. Eftir eina langa
konsertferð uttanlands, hava fleiri
konsertir her heima seinastu vikurnar
vitnað um, at hetta er ein vælspælandi
bólkur.
Men á konsertini á stóra pallinum á
Gøtusandi, var hetta ringt at hoyra, tí í
stóran part av framførsluni leyp ljóðið
saman í eina suppu, ið bar boð um, at
ljóðblandarin hevði gloypt ein ov
stóran bita. Hetta er ein serlig
tónleikagrein og um tú ikki kennir
hana, eigur tú ikki at ljóðblanda hana.
Styrkin er góðu løgini
Styrkin í tónleikinum hjá SIC, er
umframt nógvu orkuna, tey góðu
løgini. Løg sum innan eina sera
larmandi tónleikagrein, eru fjølbroytt
uttan at missa fokus. Løg sum “My
Hell” og “Done Pretending”, ið á
fløguni hjá SIC rúma nógvum
ymiskum, ljóðaðu á konsertini sum
tvey onnur petti av monotonum larmi.
Einans semi-hititð “Dare to Risk to
Regret” breyt nakað frá við sínum
Biohazard-kenda líki.
Konsertin boðaði annars frá góðum
við fleiri sera góðum løgum, ið
undirritaði ikki kendi frammanundan.
Eitt nú var eitt sera harligt lag, ið teir
kallaðu “Cold and Black”, ið eg gleði
meg at hoyra í betri ljóðblandi.
Ófatilig orka
Men bólkurin fekk tað av fólki, ið var
komið saman á sandinum við sær, og
tann ófatiliga orkan, sum bólkurin
hevur, megnaði at gera konsertina til
eina energiska uppliving, har tað, sum
tú føldi av tónleikinum, vigaði upp fyri
tað, sum tú ikki veruliga hoyrdi.
Tað má sigast, at SIC bardist
dyggiliga og hóast konsertin av ytru
umstøðunum ikki gjørdist so góð sum
hon kundi verið, var tað ikki teirra
skuld.
Sonn rútmuveitsla var á
Gøtusandi, tá ið Spleen
United framførdu í
gjárkvøldi. Við brúsandi
tónleiki fekk Spleen
United veruligt lív í
fjøldina, sum ikki var so
stór, sum hon onkuntíð
áður hevur verið
UMMÆLI
Rókur Jákupsson Jacobsen
post@sosialurin.fo
Klokkan 00.00 skuldi konsertin byrja.
Men tað tók ein lítlan hálvan tíma,
áðrenn alt tað tøkniliga var uppá
pláss, so Spleen United sluppu framat.
Tað er ikki frítt, at undirritaði gjørdist
eitt sindur argur av bíðitíðini, men tað
tók Spleen United einar tríggjar
minuttir at reinsa luftina okkara
millum. Sum ein væltrimmað
rokkmaskina oystu teir lekkrar rútmur
oman av pallinum til stóra fragd hjá
okkum, sum lýddu á. Hetta var snøgt
sagt eitt tipp, topp professionelt show,
har hjúklað varð um smálutirnar.
Fantastiskt ljóð
Eg havi upplivað tey flestu
høvuðsnøvnini, sum hava spælt á stóra
pallinum á G!-festivalunum gjøgnum
árini, men ongantíð áður hevur ljóðað
so væl, sum Spleen United gjørdu.
Ljóðmaðurin (tíverri veit eg ikki, hvør
hann er) hevði serstakliga gott tak á
ljóðmyndini. Hon var hørð og bleyt
samstundis. Allir smálutir á pallinum
vóru klokkuklárir, og hetta hóast ljóðið
var hart frá.
Ofta er vandi fyri, at ljóðið leypur
saman, tá ið tað skúmar út úr einum
so stórum anleggið, men í kvøld var
eitt undantak. Heilt einfalt fantastiskt
ljóð til konsertina.
Eg skeitti nakrar ferðir eftir
ljóðmanninum, og hann var allatíð
djúpt involveraður í tónleikinum og
skrúvaði allatíð uppá teir mongu
knøttarnar. Hann hevur stórt rós
uppiborið.
Live og forritað í senn
Tónleikurin hjá Spleen United varð
framførdur av væluppløgdum ungum
monnum. Tónleikurin við nógvum
forritaðum elementum er av slagnum
elektro-rokk. Umframt tey
obligatorisku ljómborðini eru gittari og
trummur partur av bólkinum, sum
gevur eitt gott bland. Tað er serliga
forloysandi, tá ið el-gittarin kemur inn
í ljóðmyndina og ger tónleikin skitnari
og meira rockkendan.
Serliga vóru tað trummuleikarin og
sangararnir báðir, sum eg helt skaraðu
framúr. Trummuleikarin var serstakliga
“tight” og kontantur, og hann gjørdi
eisini nógv burturúr tí visuella, soleiðis
at hann var spennandi at hyggja eftir.
Hóast nógvar rútmur eru
programeraðar hjá Spleen United, so
var hann kremið á kakuni hjá
bólkinum. Hann fylti sera nógv í
myndini, og gav tónleikinum eina eyka
dimensión. Sangararnir vóru fínir
entertainarar. Umframt at syngja væl,
vóru teir sera dugnaligur til at heppa
og peppa áhoyrararnar. Teir leiddi
okkum trygt og væl í gjøgnum alla
konsertina.
Hoppandi áhoyrarar
Spleen United var sum ein risa
radiator, sum fjálgaði og hitaði fjøldina
í kalda sirminum á sandinum í Gøtu.
Náttúran í teirra tónleiki er hoppan og
dansur, og áhoyrararnir framman fyri
stóra pallin sviku ikki. Hvør einasta tá
á Gøtusandi vippaði hendan lítla
tíman, sum konsertin vardi. Hóast
tónleikurin hjá Spleen United ikki
verður so nógv spældur í føroysku
loftmiðlunum, sungu áhoyrarar við
tónleikinum, og teir hoppaðu frá
byrjan til endan.
Rúsandi
rútmur á
Spleen United var sum ein risa radiator, sum fjálgaði og hitaði fjøldina í kalda sirminum á sandinum í Gøtu
Lívligur
larmur
við Sic
SIC er uttan iva betri
spælandi enn
nakrantíð áður