Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 - 24. juli 2009 31 tíðindi Við myrkum, melankolskum tónleiki gav Heiðrik sólini mótspæl á spæliplássinum í Syðrugøtu. Vit vóru vitni til eina fína konsert, sum tó ongantíð kom heilt upp í hæddirnar UMMÆLI Sveinur Dam sveinur.dam@gmail.com Tað er torført at framføra fyri einari lítlari fjøld, sum enn ikki ordiliga er komin í festivalhýr. Men Heiðrik og bólkur hansara sluppu heilt væl frá framførsluni. Har mundi verða eini 100 fólk, ið lýddu á, og hendan lítla fjøld hevði ilt við at geva seg heilt yvir til myrku og sorgblídni verðina hjá Heiðrikki. Bólkurin er mannaður við strúkikvartett, gittari, trummum, ljómborði, teldu, bassi og Heiðrikki sjálvum. Tónleikurin kann lýsast sum myrkar, daprar ljóðmyndir, sum eru kryddaðar við høgum, vøkrum sangi. Tey fáu, sum vóru á spæliplássinum, høvdu eina hugnaliga løtu við sólglottum og melankolskum tónleiki. Góð samanseting Løgini, sum Heiðrik skrivar, eru flest bygd upp rundan um eina einfalda laglinju. Laglinjan verður stuðlað av einari orkestrering, sum spakliga sníkur seg inn í lagið. Samansetingin riggar væl, og bólkurin svingar heilt væl. Tó haldi eg, at røddin er í so monoton til at bera eina heila konsert. Heiðrik syngur nærum alla tíð rundan um falsettina, og tað gerst troyttandi at lurta eftir. Við meira variatión í røddini, hevði tónleikurin verið hópin meira spennandi. Heiðrik framførdi løg av sínari komandi útgávu, og millum hesi vóru eini tvey, ið ljóða heilt spennandi. Serliga riggaði lagið “Beautiful Bartender” ordiliga væl. Kanska var tí, at so fáir áhoyrarar vóru tilstaðar, men tað tóktist sum um bólkurin ongantíð fekk tak á áhoyrarunum. Áhoyrararnir vóru passivir, og livdi seg ikki ordiliga inn í heimin hjá Heiðrikki. Tá endin er góður... Mest sermerkta løtan var, tá ið frásøgukvinnan kom á pallin og bað Heiðrik gevast, tí at nú var tíðin farin. Heiðrik & Co. løgdu líka í og byrjaðu at spæla puplikumsfavorittin “Jealous”. Tá fór frásøgukvinnan oman til ljóðmannin og bað hann um at sløkkja fyri ljóðinum. Onki ljóð úr hátalarunum, men Heiðrik helt á, og nú hjálpti áhoyrararnir honum at syngja. Nústani vaknaðu áhoyrararnir. Sermerkt er tað, at hátalararnir skuldu sløkkjast fyri at fáa ordiligt tak á áhoyrarunum. Ikki so mikið sum ein kykna á Spæliplássinum í Syðrugøtu stóð í friði, tá norsku Katzenjammer spældu. Við sínum sermerkta tónleiki, fingu tær fýrt væl undir fjøldini, ið hoppaði og dansaði, sum var tað fyri lívinum UMMÆLI Sveinur Dam sveinur.dam@gmail.com Blanda eysturevropeiskan fólkatónleik við New Orleans jazz, koyr eitt sindur av polka og valtsi í og krydda við ymsum øðrum sjangrum, so fært tú, við eitt sindur av hepni, okkurt sum líkist Katzenjammer. Norski gentubólkurin tók Spælipássið á bóli, tá tær fýrdu sín ógvuliga sermerkta tónleik av. Eg havi ongantíð hoyrt nakað, sum líkist heilt. Tónleikurin var eitt sindur av Kaizers Orchestra, eitt sindur av Janis Joplin, eitt sindur jazz, eitt sindur cabarét, men ikki heilt sum nakað annað, eg havi hoyrt. Við sjarmu, gleði og dugnaskapi bóru tær sín tónleik fram fyri áhoyrarunum, ið vóru seldir frá fyrsta tóna. Nakað fyri seg Sum sangarar og instrumentalistar vóru tær nakað fyri seg. Tær megnaðu at syngja klokkureint gjøgnum alla framførsluna, hóast nógvir av sangunum ljóðaðu torførir, og sjálvt tá tær sungu fleirræddað, var ikki so mikið sum ein falskur tóni at hóma. Serliga móti endanum á framførsluni vístu tær síni sangkynstur, tá tær sungu negro-spirituals, blandaðar við eyðkenda samanrenninum, ið merkir teirra tónleik. Ótrúliga vakurt og øgiliga intenst. Sum framførslan leið, komu umframt balaikain, ið tær nýtti sum bass, fleiri meira og minni eksotisk ljóðføri á pallin, millum annað banjo, ukulele, mandolin, kazoo og enntá ein harmonika. Hetta gav framførsluni ein frískan brodd, og ongantíð hava harmonikutónar ljóðað so gott sum hóskvøldið. Tær vístu eisini, at tær allar meistra fleiri ljóðføri, tí fleiri ferð gjøgnum framførsluna skiftust tær at spæla á tey ymsu ljóðførini, uttan at hetta gekk út yvir góðskuna á tónleikinum. Minst seks av seks Eg fari ikki ov langt, um eg sigi, at tey, ið ikki vóru til hesa framførsluna, eru eina stóra uppliving fátækari, tí hon var fantastisk, og um eg hevði givið stjørnur, høvdu tær fýra norsku kiskurnar fingið MINST seks av seks stjørnum. Stuttlig ir kisku tónar í Gøtu Við sjarmu, gleði og dugnaskapi bóru Katzenjammer sín tónleik fram fyri áhoyrarunum, ið vóru seldir frá fyrsta tóna Heiðrik er myrk ­ ur í sólini Heiðrik og bólkur hansara sluppu heilt væl frá framførsluni Savnsmynd