fríggjadagur 24. juli 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 24. juli 2009
Bæði í Klaksvík og í
Vágum er tað undan
lyklauppgerðini í Sørvági
stórt fokus á spælarum,
sum skulu hjálpa til at
sleppa undan niðurflyting
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan verður um sannan gysara, tá
ið 07 Vestur sunnudagin fer at fáa
vitjan av KÍ. Vágamenn staðfesta, at
um tað ikki eydnast teimum at fáa
fulla úrtøku í Sørvági, so fer at
síggja heilt illa út í royndini at
sleppa undan niðurflyting.
- Tað er ikki liðugt fyrr enn alt er
liðugt, og enn hava vit 12 umfør at
hála okkum uppum niðurflytingar-
strikuna. Vónin er framvegis har hjá
bæði leikarum, venjarum, nevnd og
áskoðarum. Í eini síðstu roynd at
venda ringu gongdini, hevur fe-
lagið keypt nakrar nýggjar leikarar
fyri at styrkja um hópin
– fýra útlendingar og ein
føroying, ið allir hava skrivað undir
kontrakt til kappingarenda, verður
sagt í tíðindaskrivi frá 07 Vestur.
Føroyingurin, sum sipað verður
til, er Jón Nielsen, sum síðsta sunnu-
dag varð rikin av vølli í Fuglafirði og
harvið er leikbannaður sunnudagin.
Jovan Panic, sum áður hevur
spælt í Vágum, og Aco Pandurovic,
sum í fjør spældi við NSÍ, hava verið
í Vágum í fleiri vikur. Ígjár komu
loyvini upp á pláss, og tí vera teir
báðir við ímóti KÍ.
Tveir aðrir útlendingar hava í
vikuni vant við í Vágum. Har vesturi
vónaðu teir fyrrapartin, at pappírini
skuldu koma upp á pláss í dag, so
teir skulu hava møguleika at spæla
sunnudagin. Talan er um framrætt-
aðu Tamba Yarjah og Lewis Morris,
sum eru úr Afrika, og sum áður
hava roynt seg í Svøríki og Noregi.
Hjalgrím á trappuni
Í Klaksvík eru allir teir, sum vóru við
í heimatapinum ímóti B68, tøkir.
Undantakið er miðvallarin Erland B.
Danielsen, sum varð illa skaddur í
knænum miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Ætlanin hevur verið, at Høgni
Madsen, sum higartil í ár hevur
verið í NSÍ, skal loysa hann av, men
spæliloyvið var ikki komið upp á
pláss fyrrapartin ígjár.
Stóri spurningurin í Klaksvík er,
um ein gamal kenningur, Hjalgrím
Elttør, fer at spæla við KÍ sunnu-
dagin. Tað hevur ikki eydnast at fáa
viðmerkingar til hesa søguna, sum
heilt góðar keldur vita at siga.
Hjalgrím hevur spælt við NSÍ.
Hann vandi ikki í gjárkvøldið, og
hann hevur ongar viðmerkingar
um, hvussu tað verður í framtíðini.
Í KÍ hava teir ongar viðmerkingar,
og í NSÍ siga teir seg rokna við, at
Hjalgrím framvegis fer at spæla við
NSÍ, sum hann er sáttmálabundin
at.
- Eg veit einki um, at Hjalgrím er
á veg úr felagnum, so hatta havi eg
ongar viðmerkingar til, sigur
Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ.
Og hann vil heldur ikki gera við-
merkingar til spurningin, um Hjal-
grím hevur ynskt at siga sáttmálan
við felagið upp.
Okkara keldur vita at siga, at Hjal-
grím hevur boðað NSÍ frá, at hann
ikki ætlar at halda fram í felagnum,
sum hann heldur ikki hava hildið
sáttmálan. Hjalgrím hevur fingið
sær løgfrøðiliga hjálp fyri at fáa NSÍ
at leysgeva hann. Um hetta eydnast
undan vikuskiftinum, so siga keldur
okkara, at Hjalgrím Elttør verður í KÍ
ferðalagnum vestur í Vágar
sunnudagin.
Hjalgím er á veg til KÍ
Svimjararnir
eru klárir
Týsdagin á middegi
kom føroyska
svimjilandsliðið
til Rom, har
heimsmeistarastevnan
í svimjing byrjar nú
sunnudagin
Svimjing
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Landsliðssvimjarar eru Birita
Debes, Shaila millum
Garðarnar, Kári J. á Høvdanum
og Pál Joensen. Afturat
teimum fysioterapeuturin
Thurid Kjærbo,
landsliðsvenjarin Jón
Bjarnason og liðleiðarin Rókur
í Jákupsstovu, og hesa fyrstu
vikuna eisini Jon Hestoy,
formaður í Svimjisambandi
Føroya.
Umstøðurnar eru avbera
góðar hjá okkara svimjarum í
Rom. Gistingarhúsið hevur
góðan mat, luftkøling og
møguleika at myrkaleggja
kømrini. Og serligir bussar eru
settir av til at koyra stutta
teinin inn til HM-hylin.
Á hotellinum búgva millum
annað svimjarar úr Írlandi,
Ísrael, Ný Sælandi, Tunis,
Barbados, Indonesia og Ghana,
umframt vatnpolospælarar og
synkronsvimjarar úr Ungarn
og Macao. Størstu nøvnini eru
nokk suðurkoreanski Tae
Hwan Park og tunesiski
Oussama Mellouli, sum báðir
skulu kappast ímóti Pál
Joensen á longri fríteinunum.
Føroysku svimjararnir eru
væl fyri og lata væl at bæði
venjing og umstøðum.
Italiumenn kundu verið eitt
sindur raskari at upplýsa um
ymiskt, men føroyingarnir
hava tó funnið fram til tað
mesta av tí, sum er neyðugt at
vita og hava, til at
heimsmeistarastevnan kann
byrja fyri okkara viðkomandi.
Seinasta hálva triðja
kappingarárið hevur Hjalgrím
Elttør spælt við NSÍ. Men nú
bendir alt á, at spælarin flytur
heim aftur til KÍ