fríggjadagur 24. juli 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. juli 2009 – Nr. 140 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
Tá ið gamli Eysturoyingur
ólavsøkuaftan fer at bjóða
Klaksvíkingi av, verður
tað við tveimum gomlum
kapprógvarum umborð
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Týsdagin verður ólavsøkuaftan, og
harvið verður síðsti FM
kappróðurin í ár. Tað er framvegis
stórur spenningur í FM kappingini í
fleiri bátastøddum. Mest fokus
hevur alt róðrarárið verið á
kappingina millum 10-mannaførini,
har Eysturoyingur legði bragdliga
fyri og vann fult stigatal í tveimum
teimum fyrstu róðrunum, og har
Klaksvíkingur síðani hevur vunnið
fýra ferðir á rað.
Soleiðis sum stigatalvan sær út,
so er Klaksvíkingur greiður
favorittur at vinna FM.
Klaksvíkingur hevur 40 stig, og
Eysturoyingur hevur 38 stig.
Um tað skal eydnast Eysturoyingi
at røkka sama stigatali sum
Klaksvíkingi og harvið vinna
meistaraheitið – um tað eftir lokið
kappingarár stendur á jøvnum, so
er úrslitið á ólavsøku avgerandi – so
er treytin tann, at bæði
Eysturoyingur og Ormurin Langi
ólavsøkuaftan vinna á Klaksvíkingi.
Tað ber til, men út frá úrslitunum
seinastu ferðirnar tykist tað vera
ógvuliga lítið sannlíkt.
Skifta bát
Í einari roynd at styrkja um
fyritreytirnar at vinna á Klaksvíkingi,
hava teir á Eysturoyingi gjørt av, at
teir á ólavsøku ikki skulu rógva við
spildurnýggja bátinum, sum teir
tríggjar tær seinastu ferðirnar hava
kappast í.
Síðani á Vestanstevnu í
Sandavági, tá ið Klaksvíkingur á
túsund metra teininum vann við
einari bátslongd á Eysturoyingi,
hevur nýggja gula 10-mannafarið
ikki verið at sæð á Skálafjørðinum.
Í staðin hevur gamli báturin, um
tað ber til at siga soleiðis um 10-
mannafarið, ið varð smíðað í 1998,
verið nógv at sæð, og tað verður
ellivu ára gamla snekkjan, sum
hevur vunnið so nógvar róðrar, ið
teir í ársins síðsta róðri fara at
kappast umborð á.
Eysturoyingur hevur vant nógv í
hesi vikuni. Hann hevur verið at
sæð á eystaru síðu á fjørðinum, har
kappróður plagar at vera, og hann
hevur verið at sæð fram við vestara
armi á fjørðinum, bæði á Hulki og
longri inni og longri úti á Strondum
og út móti Raktanga.
Nýggi Eysturoyingur er ikki í
neystinum hjá
Kappróðrarfelagnum NSÍ á
Glyvrum. Báturin stendur í
neystinum hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag, og fleiri kvøld í hesi
vikuni hevur hann verið at sæð á
vánni í Klaksvík. Árnfirðingar
fyrireika seg til á ólavsøku at rógva
oldboys róður við honum.
Skifta fólk
Nú tað tykist sum um, at FM heitið
er rættuliga langt burtur, leggja teir
á Eysturoyingi ógvuliga nógv fyri í
roynd at vinna ólavsøkuróðurin og
harvið at fáa eitt slag av uppreisn
fyri úrslitini, sum ikki hava verið so
góð, sum tað frammanundan varð
vónað, og sum gongdin í tveimum
teimum fyrstu kappingunum í ár
kundi bent á.
Seinastu árini hevur nógv fokus
verið á, hvussu týdningarmikið tað
hevur verið, at kappróðrarbátarnir
hava verið so lættir, sum tað hevur
borið til. Dømi um hetta var í fjør, tá
ið teir á Havnarbátinum tóku ta
avgerð, at teir skuldu skifta
Havnarbátin út við Klaksvíking.
Tann royndin eydnaðist væl, tí
Havnarbáturin vann tríggjar tær
seinastu ferðirnar, og harvið
eydnaðist tað í tættari kapping við
Ormin at vinna FM heitið.
Avgerðin, sum teir á Eysturoyingi
nú hava tikið, ber við sær, at teir
fara at kappast í tyngri báti, enn teir
frammanundan hava gjørt.
Haraftrat hava teir skift tveir av
manningini út. Tveir lutfalsliga
ungir og lættir, men eisini royndir
rógvarar eru farnir í land, og tveir
aðrir eru í hesi vikuni komnir
umborð.
Talan er um Jón Rosenblad og
Ragnar við Streym. Teir eru báðir
væl tyngri enn teir báðir, sum teir
hava loyst av. Teir sita á toftini, og
harvið fer báturin at stinga djúpari
har frammi, og samstundis fer
báturin at sleppa sjónum betri
longri afturi. Tað verður roknað við,
at styrkin og vektin og broytta
javnvágin skulu styrkja um
fyritreytirnar at vinna á Klaksvíkingi.
Fleiri bjóða av
Higartil í ár hava Klaksvíkingur,
Eysturoyingur og Ormurin Langi
kappast. Á ólavsøku vera tað bara
hesir tríggir bátarnir, sum fara at
kappast um FM stigini. Men tað fara
aðrir bátar at luttaka í
ólavsøkuróðrinum.
Størsti áhugin snýr seg um, at
Hoyvíkingur skal taka lut. Tríggir
føroyingar fara at rógva við
Hoyvíkingi, sum haraftrat fer at
hava útlendska manning. Mest
kendur í Føroyum er Stefen Mølvig,
sum áður hevur bæði róð og verið
venjari í Føroyum. Og so fara
royndir og væl trimmaðir rógvarar
úr Sveis, Onglandi, Danmark,
Hollandi og USA fyri fyrstu ferð
nakrantíð at rógva við føroyskum
10-mannafari.
Í vikuskiftinum verður tað
ivaleyst nógv kappróðrarferðsla á
Havnarvág, og tá verður kanska
eisini møguleiki at síggja Hoyvíking
venja.
Rosenborg varð eyðmýkt
Rosenborg tekur ikki longur lut í Europe League. Norska
oddaliðið megnaði ikki at vinna samanlagt á Qarabag úr
Aserbadjan. Og tað er óhoyrt í norskum miðlum. Tað var sera
óvæntað, tá Rosenborg spældi málleysan javnleiki móti
Qarabag á heimavøllinum í farnu viku. Men í dag tapti teir 1-
0, og ævintýrið í altjóða fótbólti er tískil av á hesum sinni. -
Hetta er størsti ósigurin á mínari yrkisleið. Eg eri sera
vónbrotin, sigur Erik Hamrén, venjari, við heimasíðuna hjá
Rosenborg.
Jónas heldur fram í Crewe
Føroyski landsliðsleikarin sleppur at royndarvenja í felagnum í
minst eina viku afturat. Sambært heimasíðuni hjá
fótbóltsliðnum Crewe Alexandria í Onglandi sleppur, Jónas Þór
Næs, sum royndarvenur har, at venja við felagnum í ein viku
afturat, áðrenn endalig støða verður tikin um lagnu hansara í
Crewe. Jónas Þór Næs hevur spælt ein hálvleik í venjingardysti
fyri felagið, og venjararnir vilja síggja meira frá føroyska
landsliðsleikaranum. Crewe spælir í fjórðbestu ensku deildini.
Eysturoy-
ingar skifta
bát og fólk
Bæði skulu aftur á beint
Teir í Runavík hava ikki vunnið fulla úrtøku, síðani teir í 14. juni í 11.
umfari vunnu 5-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Síðani hevur NSÍ tapt
5-2 í Gundadali ímóti HB, tapt 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, spælt
2-2 á útivølli ímóti B68 og tapt 1-0 í Sarpugerði.
Hjá B36 kendist tað hugaligt, tá ið úrslitið í síðsta umfarinum undan
summarsteðginum var 2-2 í lokaluppgerðini ímóti HB.
Frammanundan hevði B36 eftir ikki serliga sannførandi avrik vunnið
2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, spælt 2-2 í Klaksvík, 0-0 á heimavølli
ímóti ÍF og tapt 3-1 á Argjum.
NSÍ hevur allar teir somu spælararnar tøkar, sum vóru við í
Sarpugerði fyri viku síðani. Stóri spurningurin er, um Hjalgrím Elttør
verður við. Hann vandi ikki í gjárkvøldið, og góðar keldur vita at siga,
at hann hevur sagt upp í Runavík og ætlar at spæla við KÍ. Hetta
hevur NSÍ formaðurin, Andrias Magnussen, ongar viðmerkingar til.
-mørk
ÍF ætlar sær stig í Gundadali
HB er oddalið, og hóast tvey tey næstu í røðini síðsta vikuskifti tóku
seg eitt sindur nærri toppinum, so sigur stigatalvan, at HB er
favorittur at vinna enn eitt meistaraheiti.
Seinastu vikuna hevur HB luttikið í europeisku kappingini. Úrslitini
vóru einki at reypa av, men HB venjarin, Sámal Eril Hentze, heldur, at
avrikið í gjárkvøldið var væl betri, enn tølini siga:
- Tað hevur ikki verið ofta í mínum venjarayrki, at tað hevur verið so
stórur misvísningur millum avrik og úrslit, sigur HB venjarin, sum ikki
stúrir fyri, at spælararnir hjá honum fara at vera moyrir av
europeiskum fótbólti.
Fótbóltslagið í Fuglafirði er gott, eftir at ÍF sunnudagin vann
trivaligan sigur á heimavølli ímóti 07 Vestur.
Tað tykist hava verið við til at seta mót í fuglfirðingar, at gamli ÍF
stórspælarin Abraham Løkin er komin at hjálpa til við venjingini. Í
hesi vikuni hevur Abraham tó ikki verið til venjingar í Fuglafirði, tí
hann er staddur í Lyngby við U-19 landsliðnum. Abraham verður tó í
Gundadali sunnudagin.
Síðsta sunnudag spældi Rógvi Jacobsen í ein lítlan hálvan tíma.
Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni, og tað verður roknað við,
at hann fer at spæla meiri enn ein hálvan tíma ímóti HB.
-mørk
Tað hevur ikki hepnast heilt so væl hjá
Eysturoyingi, síðani nýggi báturin varð tikin
í nýtslu