Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 24. juli 2009 – Nr. 140 Michalis Konstantinou og liðfelagarnir úr FC Omonia prógvaðu aftur í gjár, at tað er klassamunur á føroyskum og kýpriotiskum fótbólti. HB tapti samanlagt við sjey málum og takkar fyri seg í Evropa. FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo HB tekur ikki longur lut í altjóða fótbólti á hesum sinni. Tað var greitt í seinastu viku, tá liðið tapti stórt á útivølli móti FC Omonia. Í gjár skuldi seinni dysturin avgreiðast, og tað var í grundini einans tað, hann skuldi: avgreiðast. Tí bæði HB og FC Omonia tóktust ikki leggja serliga nógv fyri í Gunda­ dali í gjár. Bæði hava landskapp­ ingina at hugsa um. Og hóast odda­ liðið í Vodafonedeildini royndi at vinna føroyskum fótbólti altjóða stig, varð aftur staðfest, at fót­ bólturin á Kýpros er fleiri fjórðingar framman fyri føroyskan fótbólt. Konstantinou gjørdi bart Útgangsstøðið hjá HB var – sum hjá flestu føroyskum liðum í evro­ peiskum kappingum – verjukent. Sámal Erik Hentze, venjari, hevði ikki Kára Nielsen á miðvøllinum, har Fróði Benjaminsen, Milan Kulic og Rókur av Fløtum Jespersen røktu uppgávurnar. Fortreytirnar fyri at hótta í framrættaða spælinum vóru tískil til staðar, og eydnaðist eisini í løtum. Men vandamesti maðurin í Gundadali í gjár var Michalis Konstantinou. Framherjin stóð fyri trimum av málunum hjá FC Omo­ nia, og sum heild høvdu føroy­ ingarnir torført at verja fyri honum. Hann var fyrst á blettinum eftir 27. minuttum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi hann FC Omonia á sigurskós aftur. HB javnaði HB var væl við fyrstu løtuna eftir hvíldina. Teir høvdu tamarhald á miðvøllinum fyrstu minuttirnar, og tað gav úrslit beinanvegin. Rókur av Fløtum Jespersen, sum er við at vinna sær pláss í byrjunaruppstill­ ingini, javnaði við frálíkum lang­ skoti. Men síðan gekk av skriðuni. Kýpriotiska liðið skoraði trý mál afturat og staðfesti sína støðu. FM á skránni HB hevur í løtuni kós móti sínum 19. meistaraheiti. Felagið er seks stig framman fyri nærmastu kapp­ ingarneytarnir, og nú skulu seinastu tøkini ætlandi takast. Tað var týð­ iligt í dystinum í gjár, at teir reyðu og svørtu fáa vitjan av ÍF sunnu­ dagin. Við evropeiskum dystunum, hevur HB ikki vunnið í seinastu fýra royndunum. Og nú skulu teir aftur á sigurskós. HB – FC Omonia 1-4 (0-1) Eingin ivi Rógvi og Aberbeen vunnu Aberdeen fyrireikar seg í hesum døgum til komandi kappingarár. Millum annað er fleiri venjingardystir á skránni, har Rógvi Holm eisini eigur sín leiklut. Mikudagin var hann við, tá Aberdeen vann 3­2 móti Peterhead. 19 ára gamli verjuleikarin varð innskiftur stutt eftir hvíldina, og hann royndist væl í verjupartinum. Sylla til Fraklands Amed Davy Sylla skal í komandi kappingarári spæla við FCIOP, sum spælur í næstbestu deildini í Fraklandi. 26 ára gamli framherjin hevur staðið seg væl í donskum fótbólti seinasta árið, og vil nú fegin royna at standa seg í fronskum fótbólti. Sylla hevur í løtuni drúgvan skaða at dragast við, og hann verður tískil ikki tøkur fyrstu vikurnar. Amed Davy Sylla hevur áður verið knýttur at millum annað ÍF, B36, Birkirkara av Malta, FC Amager og Hvidovre. HB – FC Omonia 1-4 (1-1) FC Omonia vann samanlagt 8­1 0-1: Michalis Konstantinou 1-1: Rókur av Fløtum Jespersen, 56. 1-2: Michalis Konstantinou, 66. 1-3: Michalis Konstantinou 78. 1-4: Timo Wenzel, 90. HB: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen, Rasmus Nolsøe, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam – Jóhan Ejvind Mouritsen (Kári Nielsen, 70.), Fróði Benjaminsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Milan Kuljic (Rógvi Poulsen, 83.), Páll Mohr Joensen (Bjarni Jørgensen, 67.) – Andrew av Fløtum Gul kort: Fróði Benjaminsen og Vagnur Mohr Mortensen FC Omonia: Stefanos Kotsolis – Timo Wenzel, Christos Karipidis, Georgios Efrem, Anton Zlogar, Bruno Aguiar, Noel Kaseka, Michalis Konstantinou, Aleksandar Pantic, Elias Charalambous, Dimitris Christofi Símun átti aftur stóran leiklut Føroyski landsliðsspælarin átti uppleggið til málið, tá ið Keflavík í gjárkvøldið vann 1-0 á Fylkir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Landsdysturin á heimavølli ímóti Fraklandi nærkast, og tað eru góð tíðindi, at føroyski landsliðsspælarin í íslendskum fótbólti er komin fyri seg aftur, eftir at hann í fleiri vikur var darvaður av skaða. Í løtuni tykist tað ganga væl hjá Símuni Samuelsen og Keflavík. Síðsta dømið um hetta var í gjárkvøldið. Keflavík hevði vitjan av Fylkir, sum noyddist aftur til Reykjavíkar við 1­0 tapi. Málið skoraði Hólmar Örn Rúnarsson í 58. minutti. Upplegginum til málið syrgdi Símun Samuelsen, sum var á vøllinum alla tíðina, fyri. Símun breyt við nógvari ferð ígjøgnum í vinstru og legði innfyri, málverjin hálvbjargaði fyrstu skotroyndini, og tá ið Hólmar Örn Rúnarsson var fyrstur á returbóltinum varð mál. Longu tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var tað um reppið, at Símun skoraði, men bólturin brast í stólpan. Í 70. minutti sá Símun gult fyri at sparka bóltin burtur, eftir at dómarin hevði bríkslað. Talan var um sera tætta uppgerð, og sigurin bar við sær, at Keflavík og Fylkir eftir trettan umfør bæði hava 23 stig, og tað hevur Stjarnan eisini. Frammanfyri eru KR við 24 stigum og FH, sum hevur 34 stig og harvið hevur kós ímóti enn einum meistaraheiti. Fróði Benjaminsen royndi at stríðast á miðvøllinum, men FC Omonia var klassar betri enn oddaliðið í Vodafonedeildini Mynd: Álvur Haraldsen