fríggjadagur 24. juli 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 24. juli 2009 – Nr. 140 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 35
Í millum undankoyringina
og sjálva kappkoyringina
í Moto GP, luttekur Terje
Joensen úr Funningsfirði
í einum sonevndum
support class á breytini í
Donington Park
KAPPKOYRING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Hetta er ikki ein møguleiki, sum
tú fært fleiri ferðir, skrivar Terje
Joensen, í einum telduposti, hann
hevur sent til føroysku
fjølmiðlarnar.
Terje Joensen ger í sama
telduposti greitt, at talan ikki er um
sjálvt Moto GP, har heimsins bestu
kappkoyrarar royna seg, men ein
stuðulsbólk – ella ein sokallaðan
support class – sum tó er sama dag
sum undankappkoyringin og sjálvt
kappkoyringin verður.
Tað eru tó í mesta lagi 30
koyrarar, ið fáa møguleikan at koyra
í hesum stuðulsbólkinum, har koyrt
verður á motorsúkklum við 600
kubikum og Terje Joensen er
millum teirra.
Ikki rokna við hesum
Sjálvt Moto GP er heimselitan í
motorsúkklukappkoyring.
Motorsúkklurnar, ið verða brúktar
her eru prototypur og hava 240
hestakreftir, viga 145 kilo og
toppferðin á ávísum breytum er
330 kilometur um tíman.
– Moto GP er ein elitubólkur, har
einans eini 20 mans úr øllum
heimium eru nóg góðir at luttaka,
greiðir Terje Joensen frá. Millum
hesar mans eru eitt nú Valentino
Rossi, Colin Edwards og Loris
Caparossi.
– Eg hevði ongantíð í lívinum
rokna við at vera á somu breyt sum
hesir menn, so eg má siga, at hetta
er eitt sindur óveruligt, sigur Terje
Joensen, sum hóast stóru
avbjóðingina við at koyra support
class, er rættiliga eymjúkur.
– Valentino Rossi og hinir koyra í
sjálvum Moto GP. Tað skal eg ikki nú
og tað komi eg neyvan til at gera,
skrivar Terje Joensen í telduposti til
Sosialin hósdagin.
Trupult at meta um
Hann er kortini sjálvur serstakliga
spentur til sína koyring, og at vera á
Donington Park saman við hinum
luttakarunum.
– Tað er ringt at siga, hvussu eg
fari at standa meg, tí eg havi
ongantíð áður kappast á
Donington. Einaferð fyri langari tíð
síðani vandi eg tó har, men eg
kenni faktiskt ikki breytina, so tað
verður sera tungt, men sjálvandi
fari eg at gera mítt besta, skrivar
Terje Joensen.
Fýra dystir í 1. deild
Fýra dystir í 1. deild verða leiktir um vikuskiftið. Skála, sum í
løtuni er á niðurflytingarplássi, fær vitjan av oddaliðnum B71.
Bogi Gregersen verður væntandi við frá byrjan sum framherji hjá
heimaliðnum. VB/Sumba fer at vitja hjá NSÍ. Suðuroyarliðið má
vinna, um teir framvegis skulu hava samband við oddaliðið B71. Í
Havn verður grannauppgerð millum HB og FC Hoyvík, sum
roynir at vinna seg nærri uppflytingini. Og á Toftum fær B68
vitjan av MB.
Tróndarson heldur ikki fram
Tordis Tróndarson spælur ikki við Neistanum í komandi
kappingarári. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. Orsøkin er, at
hon fer uttanlands í lestrarørindum. Hon hevur seinnu árini roynst
sera væl sum linjuspælari, og var í fjør millum stuðulsleikararnar hjá
Neistanum. Tordis Tróndarson hevur eitt skifti roynt seg í Kyndli.
Sunnudagin skal Terje Joensen
royna seg á Donington Park
Mynd: Terje Joensen
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
1 Tjaldrið
2 Blikur
3 Junkarin
4 Teistin
5 Báran
7 Royndin Fríða
8 Kollur
9 Havfrúgvin
10 Jallurin
6-mannafør, kvinnur
1 Gongurólvur
2 Páll Fangi
3 Sølmundur
4 Jarnbardur
5 Hvessingur
6 Romvlvs
5-mannafør, gentur
1 Jallurin
2 Firvaldur
3 Sílið
4 Hvassi
5 Havfrúgvin
6 Falkur
7 Báran
8 Kollur
9 Katla
10 Junkarin
5-mannafør, kvinnur
1 Frúgvin
2 Erla Kongsdóttir
3 Hvassi
4 Ritan
5 Blikur
6-mannafør, menn
1 Riddarin
2 Tvørabáturin
3 Smyril
4 Sundabáturin
5 Gongurólvur
6 Skúgvur
7 Rádni
8 Jarnbardur
8-mannafør
1 Argjabáturin
2 Ørvur
3 Árnfirðingur
4 Knørrur
10-mannafør
1 Klaksvíkingur
2 Eysturoyingur
3 Havnarbáturin
Stig íalt
28
20
18
14
11
11
6
3
1
28
23
20
16
13
8
25
24
17
13
11
9
7
3
1
1
26
26
19
17
12
27
25
18
14
12
10
5
1
28
21
18
17
26
26
20
Terje kappast millum
heimsins bestu
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
15
10
-
4
-
1
39
22
17
34
2 B68
15
8
-
4
-
3
32
25
7
28
3 Víkingur
15
8
-
3
-
4
29
19
10
27
4 NSÍ
15
7
-
3
-
5
31
25
6
24
5 EB/S
14
6
-
4
-
4
25
19
6
22
6 B36
14
4
-
5
-
5
20
25
-5
17
7 AB
15
4
-
4
-
7
12
21
-9
16
8 ÍF
15
4
-
3
-
8
20
23
-3
15
9 KÍ
15
2
-
5
-
8
17
28
-11
11
10 07 Vestur
15
1
-
5
-
9
21
39
-18
8
Formbarometrið
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B68
6
4
-
2
-
0
17
10
7
14
2 HB
6
3
-
3
-
0
16
11
5
12
3 Víkingur
6
3
-
1
-
2
9
6
3
10
4 EB/S
6
3
-
1
-
2
14
12
2
10
5 ÍF
6
2
-
1
-
3
10
7
3
7
6 NSÍ
6
2
-
1
-
3
12
11
1
7
7 KÍ
6
2
-
1
-
3
10
14
-4
7
8 B36
6
1
-
3
-
2
8
11
-3
6
9 AB
6
1
-
2
-
3
3
9
-6
5
10 07 Vestur
6
0
-
2
-
4
5
15
-10
2