Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 208 - 27. oktober 2001 Nr. 208 - 27. oktober 2001 3 Pápi fylti 95 ár hósdagin. Og mikudagin í komandi viku hava tey bæði mamma liva saman í hjúnarlagi í 65 ár. Tað er ikki óvanligt í pápasa familju at halda krúndiamantbrúdleyp. Tað megnaðu tveir beiggjar hansara og megnar konur teirra eisini umframt abbi og omma, sum hildu krún- diamant-brúdleyp í 1954. Omma doyði í 1955, farin um tey níti, meðan abbi livdi frískur og ferðugur í 11 ár eftir hetta til hann, mettur av sera hendingarík- um døgum, legði árarnar inn, farin um tey nítifimm. "Gev mær eina blómu, meðan eg livi", er fremm- ant orðafelli. Okkara for- eldur hava uppiborið eitt stórt og vakurt blómutyssi. Tí betri foreldur og meiri fullkomin fólk verður torført at finna. Tí blúgvast vit heldur ikki við alment at vísa okkara kenslur fyri teimum og við at nýta hetta høvið at takka teimum fyri alt tað góða, sum tey hava gjørt fyri okkum og lagt niður í okkum, ungum for- eldrum til umhugsunar og fyrimyndar. Góð foreldur vilja altíð og stund vera frummerg- urin í einum samfelag. Tí tað er fyrst og fremst hjá teimum, tú leitar eftir fyrimyndum um lívsáskoð- an og medferð, tá ið tú á ungum árum trilvandi royn- ir at persónmenna teg. Og følir tú teg ikki elskaðan og virdan av tínum næstring- um, serliga foreldrunum, eisini tá ið tú gerst okkurt skeivt, minka evnini mun- andi at elska og virða onnur. Og kærleiki í rúmari merking og virðing fyri øllum livandi er av-gjørda fyritreytin fyri góðum einstaklingslívi og við hes- um góðum samfelagi. Tað skal ikki skiljast so, at foreldur okkara royna at vera altfevnandi og sjónliga góðgerandi. Tvørturímóti hava tey uttan nakran háva savnað megina um at gagna, leiðbeina og geva seg allan fyri teimum og tí, sum tey varða av og halda vera gott, so langt evnini røkka: børnum, barnabørn- um, vinum, familju, grannalagi, býi, politiska flokki, nøkrum fáum feløg- um og samfelag, nøku- lunda í nevndu raðfylgju. Uttan at vænta sær tøkk afturfyri, uttan at troka seg fram, uttan gabb og geip, uttan tvingsul og uttan betrivitan. Sjálvstøði, sjálvræði, sjálvstýri, sjálvsábyrgd og skyldukensla hava verið teirra aðaleyðkenni. Á ellisárum hava tey sýnt satt samfelagssinni við ikki óneyðugt at vilja byrja kommunu og landi. Tí royna tey enn við stálsett- um vilja, so langt til ber, at klára seg sjálvi í stak hugnaliga barnaheimi okk- ara, har fremsti mentanar- ligi førningurin er tolsemi og trivaskapur, mann- góðska, hugsunarfrælsi og skynsemishugsan, sangur, tónleikur, skaldskapur, blíðskapur og vertskapur og, ikki at gloyma, frásøgu- kynsturin, sum abbi okkara var sannur meistari í, og sum pápi tók upp eftir hann, bara á ein annan hátt. Pápi var filosofiski, sjálvspeiski, vitborni og álvarsskemtingarsami sam- og veitslurøðarin, sum øll lurtaðu eftir við andakt. Ikki var tað lættisoppa- lesnaður, ið hann las langt út á næturnar um átrúna, heimspeki, sálarfrøði o.a.m. Mamma, ið við sín- um viðfødda skili, ger- andisviti, ágrýtni og bráð- lyndi kanska hevur verið nógv førari enn hann at loysa lívsins loyndarmál og gerandisligar uppgávur, tekur mangan til, at spell er at pápi okkara skal fara í grøvina uttan at hava sett vitan og niðurstøður sínar uppá prent. Men soleiðis var hann bara. Tá ið skrivað verður "var", er tað tí, at hann helt seinastu sjálvspeisku røð- una (fyri sær sjálvum), tá ið hann fylti 93. Nú bíðar hann bara... eftir hvørjum? Alvísi hampamaðurin man vita, hvagar leiðin gongur eftir lívið! Tí skemtar hann ikki so oftani longur. Álvar- semið hevur vunnið á álvarsama skemtinum. Og kanska er hann meiri stúrsin um okkum og okk- ara kávan útyvir veruleikan enn um seg sjálvan. Tey hava elskað lívið og alt livandi. Og livað lívið. Og givið og lænt øðrum lív. Vit takka tykkum og ynskja, at tit á ellisárum halda, at lán eru komin læandi aftur. Hitin av hondum tykkara hevur longu fløvað fleiri ættarlið og fer framhald- andi at breiða seg lívsjátt- andi út í uppaftur fleiri ættarlið. Børnini Krúndiamanthjúnini Petra og Hannis í Horni Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaði babba, verfaðir, abbi og langabbi Joen Gert Poulsen Vestmanna var sjúkur, doyði og varð jarðaður. Tøkk til øll tykkum, sum vóru um hann, meðan hann var sjúkur. Ein serlig tøkk verður veitt til heimarøktina, og heimasjúkrasystrar, sum vóru so væl um hann. Tøkk til prest fyri troystarrík orð, kirkjutænarar, sangarar og gravarar og til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til tykkum, ið hjálptu til í bygdarhúsinum. Tøkk til tykkum, sum sendu blómur og kransar, og fyri peningagávu til Eldrasambýlið í Vestmanna. Tøkk fyri uppringingar og annars tøkk til øll, sum á annan hátt hjálptu og sýndu samkenslu. Familjunar vegna Jóna, Kitty, Pauli, Eyðbjørn og Bárður Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu, tá mín góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Petur Joensen Kollafjørður vanliga nevndur Hassi doyði og varð jarðaður, eingin nevndur eingin gloymdur. Stóra tøkk fyri alt, øll somul. Familjunar vegna Martha 25. oktober var Marsanna Debes á Tinghúsvegnum í Havn 85 ár. Av kendum andlitum í Havnargøtum man Marsanna vera ein teirra – og tað kann vera í so ymiskum. Mest frá teimum árunum hon var vinarliga andlitsbráðið í gamla H.N. Jacobsens Bókahandli, har Mar- sanna var krambakvinna til hon legði frá sær fyri aldur. Men tað kann vera í so mongum øðrum føri, tú komst í samband við hana. Sum búsitandi á Tinghúsvegnum er hon sjálvsagt altíð áhuga, hvussu tað gongst hjá B36, men í hesum sam- bandi kunnu vit so av- dúka hana sum server- ingsdamu, sum myndin sýnir og sum mong eisini minnast hana. Marsanna hevur alla sína tíð verið virkin og á mongum økjum. Sum ung var hon á Spinna- rínum hjá Evensen úti í Sandá, tá møttu tey kl. 6 ár morgni, so teinurin av Tinghúsvegnum út í Sandá kundi tíðum vera ótýdligur. Nøkur ár var Marsanna í útlondum, aftan á kríggið kom hon heim aftur á klettarnar. Enn síggja vit Marsonnu í gøtunum – og altíð fært tú eitt vinarligt prát við hana. Kenningur Tillukku, Marsanna Margreta Nolsøe, Rita Djurhuus, Rannvá Joensen, Marsanna Debes, Kamma Debes. Myndin er frá 50’unum, miðskeiðis ella seinnu helvt Teir fyrstu ameri- kansku hermenninir, sum vórðu sendir í álop í Afghanistan, møttu nógv harðari mótstøðu frá Taliban- hermonnum enn væntað og noyddust at taka seg aftur Bæði amerikanski verju- málaráðharrin, Donald Rumsfeld, og amerikanskir heryvirmenn hava sagt, at 75. amerikanska Ranger- herdeildin var ovfarin av teirri hørðu mótstøðuni, hermenninir møttu. Bretska blaðið The In- dependent skrivar, at amerikansku hermenninir vóru alt ov illa kunnaðir, áðrenn teir vórðu sendir til eina leið við býin Kanda- har. Teir komu í harðan bardaga við Taliban- hermenn og noyddust at taka seg aftur í skundi, skrivar blaðið. Ein Chinock-tyrla, sum skuldi bjarga hermonn- unum, misti ein part av beinunum og noyddist at neyðlenda. Beint eftir álopið segði amerikanska verjumála- ráðið Pentagon, at álopið hevði eydnast væl, og amerikanskir og evro- peiskir politikarar søgdu hetta vera byrjanina til beinleiðs bardaga við Taliban. Men veruleikin var ein annar og noyddi bæði amerikanskar og bretskar heryvirmenn at endurskoða sínar ætlanir, skrivar The Independent. - Sambært frágreiðing- unum frá fregnartænast- unum var tað ein løtt upp- gáva at leypa á við Kanda- har. Men Ranger-hermenn- inir varnaðust skjótt, at Ta l i b a n - h e r m e n n i n i r stríddust væl. Teir dugdu eisini væl at skipa seg til mótálop við tí úrsliti, at amerikansku hermenninir visti sær eingi onnur ráð enn at taka seg aftur, sigur ein kelda í bretsku fregn- artænastuni við The Inde- pendent. - Tað undraði summar okkara, at royndir ameri- kanskir heryvirmenn undir- mettu evnini hjá afghan- unum. Teir hava jú stríðst seinastu 20 árini, sigur keldan við blaðið. Endurskoða ætlanir Eftir tað miseydnaða álopið við Kandahar hava ameri- kansku og bretsku heryvir- menninir ásannað, at neyðugt er við fleiri her- monnum í hvørjari deild, um fleiri álop skulu setast í verk. Amerikanska herleiðslan var sambært The Inde- pendent skelkað, tí álopið við Kandahar minti her- leiðsluna á eina líknandi atsókn í Somalia í 1992, sum kostaði 18 ameri- kanskum hermonnum lívið. Eiosini ta ferðina hevði amerikanska fregnartæn- astan undirmett mótstøðu- evnini hjá mótpartinum. (Fartekst) TÍÐINDASKRIV Nú fáa allir bindiklubbar høvi til at koma til ein hugnaligan felags bindi- klubba í Ólastovu í Sal- tangará týskvøldið 30. oktober. Kvøldið verður skipað sum ein stórur bindiklubbur, har øll eru vælkomin við stokkum ella øðrum hondarbeiði. Møguleiki verður at keypa bundin pløgg, tógv, patchwork og annað tilfar til hondarbeiði á staðnum. Hesir hondarbeiðshandlar eru við: Hjá Dianu, Tógv og Stokkar, Toy og Tógv, Tøting og Eysturoyar Heimavirki. Á skránni er mótasýning við bundnum pløggum og Fuglafjarðar Heimavirkis- felag fer at siga frá um arbeiði, ið verður gjørt í Piddasa Handli og Ribar- hús. Eisini verður servera við kaffi og dessert. Kostnaður fyri kvøldið er kr. 35,- fyri hvønn. Tekning á Kunningarstovuni í Saltangará og í Fuglafirði á tlf. 449449 og 444860 TÍÐINDASKRIV Mikukvøldið 31. oktober klokkan 20.00 skipa handlar í miðbýnum fyri stórari og fjølbroyttari mótasýning við hugna- kvøldið á Platform í Havn. Á sýningini verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast; klæðir til børn, ung og vaksin. Tað nýggjasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggjast. Harumframt luttaka blómu- og gávuhandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva til veturin og jólini. Luttakandi handlar eru: Niels Arge, Benetton, Bamsan, Alt, Fljóðið, Handilskjarninr Damur og Harrar, Hjá Kissa, Níggjuogtjúgu, Kallkyn, TM Junior, Mótaskálin, Salong Tóta, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Vogue, Wrangl- er, Fótbúni og Frú S. Stuðlað tiltakinum hava: Faroe Travel, Trónd Hansen, Føroya Banki, Keyps- samtøkan, Akkuleya, Før- oya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Fotobúðin, Fót- búni, Damfar og Føroya Tele Atgongumerki á 50 krónur eru at fáa í Kunn- ingarstovuni. Við í at- gongumerkinum er kaffi og okkurt gott afturvið. TÍÐINDASKRIV Ætlanin er ikki, at før- oyingar kunnu ella skulu byggja World Trade Center uppaftur, men føroyingar kunnu vera við til upp- byggja likamliga fallið saman við nógvum øðrum tjóðum Peningurin, sum verður savnaður inn á bók, verður sendur til Frelsunarherðin, sum var ein av teimum mongu hjálpifelagsskap- unum á staðnum, og veitti hjálp 11. september 2001. Vit skulu ikki venda ryggin til hesa innsavning, men lata hjartalagið veg- leiða okkum. Eisini er ein samsvarandi innsavnan í gongd til frama fyri Af- ghanistan; fyri tey , sum svølta og líða neyð. Peningurin verður latin UNICEF og teimum, sum veita beinleiðis hjálp á staðnum. Kontonummar í Føroya Sparikassa: 1338090, Suð- uroyar Sparikassa: 1017609, Norðoya Spari- kassa: 1024056 og postgiro 201960. Heystmótasýning á Platform Hugnakvøld fyri bindiklubbar Peningainnsavnan til USA Amerikanskir hermenn máttu taka seg aftur í Afghanistan C M Y K 3 2