Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 208 - 27. oktober 2001 Nr. 208 - 27. oktober 2001 5 Hósdagin var ein japanskur tunfiska- bátur so óheppin at bera við land, tá hann skuldi inn á Havnina ÓHAPP Stefan í Skorini Japanski tunfiskabáturin Shoshin Maru 60 skuldi fyri seinastu ferð inn á Havnina hósdagin. Skipar- in er tó ikki heilt kendur her um leiðir, og hann var ov nær Anfinni Kallsberg, tá hann skuldi inn á vestaru bryggju. Skipið bar við land úti á Tinganesi, men skaðin var ikki stórur. Nakað av mál- ing varð skravað av botnin- um heilt aftast á skipinum. Kavarar fóru tó niður av kanna, hvussu stórur skað- in var. Teir kom til ta niður- støðu, at skipinum ikki tørvaði umvæling, og tí fór skipið avstað aftur fríggja- dagin seinnapart. Eingin loðsur var um- borð, tá óhappið hendi. Hetta er triðju fer, at skipið er inni á Havnini. Fyrstu ferð var loðsur umborð, men aðru og triðju ferð var eingin at beina skipið á rætta kós. Liðugt við tunfiskaveiðu Annars er tunfiskatíðin í føroyskum sjógvi at enda komin. Shoshin Maru 60 er sostatt seinasti tunfiskabát- urin, ið kemur inn á hesum sinni. Japanski báturin hev- ur roynt eftir tunfiski sein- astu vikuna, men hevur ikki fingið ein einasta stert. Nú gongur leiðin í útlendskan sjógv at royna at eftir tun- fiski. Tunfiskaveiðan hevur roynst avbera illa í ár, og allir bátarnir hava bara fingið eini 50 tons av tun- fiski tilsamans. Roynt verður bara eftir tunfiski í føroyskum sjógvi í ein góðan mánað. Tunfiskabátur bar við Tinganes Landsstýrismaðurin við vinnumálum heldur, at handlar skulu hava betri sømdir viðvíkjandi upplatingartíðum, so at teir kunnu hava opið fleiri tímar. Ein bólkur ger í løtuni eitt tilmæli um málið UPPLATINGARTÍÐIR Stefan í Skorini Handlar skulu hava fleiri tímar at ráða yvir, tá teir hava opið fyri almenning- inum. Hetta verður eftir øll- um at døma úrslitið av tí arbeiði, sum Bjarni Djur- holm hevur sett sjøtul á. – Lógin um upplatingar- tíðir skal hóska til nútíðar samfelagið, og tí er neyð- ugt at gera hana nakað lin- ari, sigur Bjarni Djurholm. Hann hevur merkt til ónøgd hjá handilsmonnum, ið ilskast um ta strongu lógina, sum er í gildi í Før- oyum. Handilsmenn halda, at hon er ótíðarhóskandi, og teir vilja hava fríari teymar, tá talan er um upp- latingartíðir. Bjarni Djurholm sigur, at hann tí hevur sett ein bólk at viðgera málið. Limir í hesum bólkinum eru um- boð frá handilsmonnum og frá fakfelagnum á handils- økinum, ið er S&K felagið. Landsstýrismaðurin leggur dent á, at allir partar skulu vera við í arbeiðnum, so stríð ikki stendst av eini nýggjari lóg. Kundin hava betri tænastu – Tað snýr seg fyrst og fremst um, at kundin skal hava ta bestu tænastuna. Vit miða eftir at dagføra lóg- ina, so at hon eisini lýkur nøkur krøv hjá handilslív- inum, sigur Bjarni Djur- holm. Niels Mortensen, stjóri í SMS hevur víst á, at lógin als ikki er nøktandi, og at fleiri handlar beinleiðis bróta lógina við at selja vanligar gerandisvørur utt- anfyri tær upplatingartíðir, ið lógin ásetir. Hesum sigur Bjarni Djurholm seg ikki kunna liva við, tí vit er neyðugt at hava skipað viðurskifti á hesum økinum. Tað er tí rætt at tillaga lógina til nú- tíðar krøv, so handlarnir hava opið longri. Bjarni Djurholm veit ikki við vissu, nær hann fer at leggja hetta uppskotið fyri tingið, men tað verður neyvan hesumegin jól, og tað er eisini tengt at, hvussu arbeiðið hjá bólkinum gongur. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður: Handlar skulu hava fríari teymar Japanski tunfiskabáturin Shoshin Maru 60 bar við Tinganes, tá hann hósdagin skuldi inn á Havnina Mynd: Jens Kr. Vang Bjarni Djurholm hevur sett sær tann málsetning, at lógin um upplatingartíðir hjá handlum skal liberaliserast, so handilsmenn hava fleiri tímar at ráða yvir – Einasta sparing við at keypa Norønu til suðuroyarsiglingina er ein løtuvinningur, tí í longdini er onki at spara, sigur Strandferðslan. SUðUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað verður ongin sparing fyri Landskassan at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina. Tað er tann greiða nið- urstøðan, sum tekniska deild hjá Strandferðsluni er komin til. Hesar seinastu dagarnar hevur ovasta umsitingar- liga, tekniska og fíggjarliga leiðslan á Strandferðsluni kanna fyri Vinnumála- stýrið, hvørjir fyrimunir og vansar kunnu standast av at taka av tilboðnum frá Smyril Line um at keypa Norrønu til suðuroyarsigl- ingina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum helt tilboðið verða áhugavert, tí Lands- kassin kundi fáa Norrønu fyri 115-130 milliónir, sum er helvtin av tí, sum ætlaði Smyril er mettur at kosta. Landsstýrismaðurin hev- ur tískil biðið sakkunn- leikan á økinum, Strand- ferðsluna gera eina meting av málinum. Niðurstøðan Strand- ferðslan er, at hon mælir frá at keypa Norrønu. Atfinningarnar eru nógv- ar. Men eitt, sum Strand- ferðslan ger greitt, er at sparingin, sum Landskassin hevur við at keypa Norrønu, afturímóti at byggja nýtt skip, er løtu- vinningur og at ongin spar- ing verður í longdini. Ikki minst tá ið hugsað verður um restivirði á ferj- unum um 10-15 ár. – Verður onki gjørt við Norrønu, uttan at skifta høvuðsmotararnar út, hevur hon eitt restvirði upp á ímillum 0 og 10 milliónir um 10-15 ár.Hetta skal dragast frá íløguni upp á 170 milliónir. Men um 10 - 15 ár hevur eitt nýtt suðuroyarskip eitt restvirði uppá 150 milliónir, sum skal dragast frá íløguni uppá 250-300 milliónir. Harafturat metir Strand- ferðslan, at tað hevur stóran týdning, at ferðafólka- rúmini eru í góðum standi. Umborð á Norrønu eru tey illa merkt av sliti og eru sera vánalig. Harumfram fer Norrøna at virka sum eitt spøkilsisskip, tí hon hevur 1.050 sovipláss, sum ikki eru brúk fyri og tí verður tað bara eitt lítið prosenttal av skipinum, sum fara at verða brúkt ímeðan restin stendur tómt. Fleiri milliónir afturat Tá ið Strandferðslan nevn- ir, at tað kostar 170 milli- ónir at keypa Norrønu og gera hana klára til suður- oyarsiglingina, er tað tí, at hon er ikki samd við Smyril Line um, hvat tað fer at kosta. Norrøna kostar góðar 80 milliónir, men harumframt skal hon umbyggjast fyri góðar 50 milliónir, eitt nú skulu motrar skiftast og ymisk útgerð setast um- borð, so at hon lykur altjóða krøv fram í tíðina. Sostatt kemur kostnað- urin upp á slakar 140 milliónir. – Men havast skal í huga, at hetta er fyri eina tænastuferð upp á 20 míl. Skal ferðin upp á 21 míl, sum nýggja Suðuroyar- skipið skal sigla, fer tað at kosta 30 milliónir afturat. Annars metir Strand- ferðslan at tað er neyðugt at gera nógvar aðrar ábøtur, enn tolboðið ljóðar uppá, eitt nú at ventilatión, hydraulikkur, el skipanir, alarm- og trygdarskipanir, wc, uppihadsrúm til ferða- fólk, barlastskipanir, lensi- skipanir, róður- og stýris- skipanir, umframt anna. – Og tá er onki sett av til aptering og til at endur- nýgja tøkniligar skipanir, sigur Strandferðslan. Harumframt verður Norrøna 10-15 % dýrari í olju, enn nýggja suðuroy- arskipið verður. Harumframt krevur Norrøna størri manning, enn nýggja suðuroyarskipið fer at gera. Men tað, sum Strand- ferðslan eisini stúrir illa fyri, er, at Norrøna, sum er eitt gamlar skip, fer at krevja nógv viðlíkahald. – Ellisbrek fara ofta at fyrikoma, sigur Strand- ferðslan. Harafturat verður tað ein stórur vansi fyri reglusemi í suðuroyarsigl- ingini, at Norrøna má uttanlands í dokk, tá ið ellisbrek vísa seg. – Tað verða nógvir dagar um veturin, har Norrøna ikki als ikki kann sigla til Suðuroyar, siga skipararnir á Smyrli SUðUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Norrøna kann ikki gerast eitt álítandi bindilið ímill- um Suðuroynna og Havn- ina. Tað er niðurstøðan hjá Strandferðsluni, nú hon hevur kannð málið um at keypa Norrønu til suðuroy- arsiglingina. Strandferðslan sigur, at Norrøna er so høg, at hon tekur nógvan vind fyri seg. – Eftir metingum frá skiparunum á Smyrli, verða tað nógvir dagar um vet- urin, har tað als ikki verður siglandi til Suðuroyar. Av tí, at Norrøna er so høg, og hugsað verður um farleiðina, hon skal sigla, er greitt, at hon er ikki smíðað til sigling ímillum oyggj- arnar í Føroyum og inn á trongar firðir í vindi og myrkri. Strandferðslan sigur, at eftir ætlan skal nýggja suðuroyarskipið ikki hava bógportur. Nýggja suður- oyarskipið hevur tvey hekkuportur og eitt síðu- portur. Hetta tryggjar ferj- uni fjølbroyttar møguleikar at leggja at og at tað tekur lítla tíð at lossa og lasta skipið. Norrøna er ov smøl til stórir bilar fáa vent á dekkinum. Og av tí at hon bara hevur eitt hekkuportur, fer tað at taka væl longri tíð at lasta og lossa hana, enn tað ger at lossa og lasta skipið, sum ætlanin er at byggja. Bógportrið á Norrønu er sveisað aftur. Farleiðin til suðuroyar er flokkað sum opið hav, og royndir vísa, at umstøðurnar at sigla eru ofta vánaligar. Biladekkið á Norrønu er 4,5 metrar. Á skipinum, sum ætlanin er at byggja, er biladekkið 4,6-5 metrar og hetta er gjørt, tí at trupulleikar ofta standast av at fáa tey stóru akførini umborð og í land. Nýggju tunlarnir eru gjørdir til 4,6 metrar. Hóast Smyril Line hevur boðað frá, at ongin teringur er í Skrokkinum á Norrønu, ivast Strandferðslan í hes- um. Strandferðslan sigur, at sambært klassanum, er tað ikki órímiligt at samanbera skrokkin á Smyrli, sum er 32 ár og skrokkin á Norrønu, sum er 28 ár og seinastu tíðina hevur Smyril havt trupulleikar við teringi. Nú atløguviðurskftini á Tvøroyri, verða tikin fram, nevnir Strandferðslan, at hetta er nakað, sum má fáast í rættlag, sama, hvat skip fer at sigla, tí eisini Smyril, sum er, hevur stórar trupulleikar við Havnini á Drelnesi. Verða nógvir dagar har Norröna ikki kann sigla Norröna líka dýr sum at byggja nýtt suðuroyarskip Um 10-15 ár ár verður nýggja suðuroyarskipið 150 milliónir vert. Norrøna verður 0-10 milliónir vert og tað skal daragast frá íløguni, sigur Strandferðslan C M Y K 5 4