leygardagur 27. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 208 - 27. oktober 2001
Nr. 208 - 27. oktober 2001
7
Bygdaleiðir skulu
koyra arbeiðsfólkið
til varda vekstaðin á
Bakka í Vági, sigur
Samál Petur í Grund,
landsstýrismaður, í
svari til Joannes
Eidesgaard og Henrik
Old, løgtingsmenn
SERFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
almanna- og heilsumálum
ætlar, at Bygdaleiðir skulu
koyra arbeiðsfólkið til og
frá Verkstaðnum á Bakka í
Vági. Um ikki, so má onnur
loysn finnast.
Suðuroyartingmenninir
Hernik Old og Jóannes
Eidesgaard úr Javnaðar-
flokkinum
hava
spurt
landstýrismannin við al-
manna- og heilsumálum,
hvørjar ætlanir hann hevur,
nú
busskoyringin
hjá
Verkstaðnum á Bakka í
Vági vegna sparingar helt
uppat tann 1. oktober.
Busskoyringin varð nið-
urløgd, tí pengar skuldu
sparast hjá verkstaðnum,
sum varð vorðið dýrari enn
væntað at reka. Talan er um
eina
sparing
upp
á
100.000,- krónur, um buss-
koyringinin verður niður-
løgd.
Sámal Petur í Grund,
landsstýrismaður, svaraði í
tinginum í gjár, at leiðslan í
Heimarøktini og Serfor-
sorgini hava kannað, hvørj-
ir møguleikar eru at feðrast,
og eru komin til, at við
smærri broytingum i ver-
andi skipan kunnu Bygda-
leiðir koyra arbeiðsfólkið
til og frá verkstaðnum.
Sámal Petur í Grund sig-
ur, at royndir aðrastaðni
vísa, at tað ber væl til at
flyta fólkini til og frá við
alemnnari ferðslu. Verk-
staðið á Bakka var einasta
verkstaðið av sínum slag,
sum enn hevði egnan flutn-
ing. Øll hini hava brúkt
almennu flutningsleiðirnar
í fleiri ár, vísir hann á.
Hann sigur, at har, tað
hevur verið neyðugt, hava
boð verið send eftir ser-
flutningsbussi við lyft og
slíkum, sum Neyðugt er.
Men tað metir hann ikki
vera neyðugt í Suðuroyu
beint nú, tí tann tænastan
var heldur ikki í tí bussin-
um, sum nú gavst at koyra.
Tað
tulkar
landsstýris-
maðurin sum at tað er ikki
brúk fyri eini slíkari lyft til
tey fólkini, sum í dag
ferðast til og frá verkstað-
num.
Men hann ásannar, at tað
onkunstaðni er trupult at
koma til og frá steðgistøð-
unum, og at tann trupul-
leikin kann loysast við
onkrum smávegis tillaging-
um.
Heitt er á Strandferðsl-
una vegna Bygdaleiðir um
at gera hesar ábøtur, og
verður nú bíðað eftir svari
haðani, sum væntandi er
um nakrar dagar, sigur
Sámal Petur í Grund,
landsstýrismaður í svarin-
um til suðuroyartingmenn-
inar.
Annar teirra, sum setti
spurniingin, Henrik Old,
sigur, at hann er ikki heilt
nøgdur við svarið.
Millum annað vísir hann
á, at landsstýrismaðurin
grundar svarið á, at hann
ætlar at gera nakrar avtalur
við Bygdaleiðir.
Men samstundis vita vit
ikki, hvør fer at reka
Bygdaleiðir eftir nýggjár.
Heldur ikki vita vit, um
hædd er tikin fyri møgu-
ligum eykaútreiðslum í
teimum tilboðunum, sum
komin eru í samband við
privatisering av Bygda-
leiðum, vísir Henrik Old á.
Eisini sigur hann, at tann
bussførarin, sum hevur
koyrt higartil, kendi fólkini
bæði so og so. Hetta eru jú
fólk, sum hava serligan
tørv. Summi koyra langt og
hava eitt nú brúk fyri at
steðga á eina løtu og so
framvegis. Alt tað dugdi
førarin at samskipa. Men
tað kann ein ikki krevja av
einum bussførara, sum
hevur sum endamál at
koma sum skjótast millum
tvey ásett pláss.
Tí metir Henrik Old ikki,
at loysnin við Bygdaleiðum
er nøkur góð loysn.
Alternativið til Bygda-
leiðir er onnur loysn, sigur
landstýrismaðurin í svarin-
um. Hvør hon er, verður
ikki nærri útgreinað, men
Henrik Old ivast ikki í, at
hon eigur at verða vald. Tí
hon er so líkatil og beint
við hondina.
Hann fer at skjóta upp at
fáa pengar aftur á fíggjar-
lógina til at reka bussin hjá
verkstaðnum
fyri
aftur
komandi ár. Bussurin er
ikki seldur. Hann er tøkur
og er í góðum standi, vísir
Henrik Old á.
Bygdaleiðir koyra brekað
Samgongan tordi ikki
at taka atkvøðu-
greiðslu um avloys-
araskip, sigur
uppskotsstillarin,
sum væntar, at um
atkvøtt varð í gjár,
varð skip til
Leirvíksfjarðaleiðina
keypt
EYKAJÁTTAN
Edvard Joensen
Norðoyingar vóru ikki so
øgiliga langt frá einum
strandfaraskipið afturat at
sigla um Leivíksfjørð, tá
broytingaruppskot var fyri í
tinginum í gjár.
Í samband við eykajátt-
anarlóg fyri september
2001 høvdu Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkurin
skotið upp, at eittt avloys-
araskip verður keypt til
Strandferðsluna. Víst varð
á, at eitt slíkt skip kann
fáast fyri undir 25 milliónir
krónur. Hetta sæst í notati
frá landsstýrismaninum við
vinnumálum, sigur Vilhelm
Johannesen, løgtingsmað-
ur, og uppskotsstillari.
Hann sigur at sum ting-
salurin var mannaður í gjár,
hevði uppskotið um at
keypa skip ivaleyst verið
samtykt, um atkvøtt varð
um tað. Men atkvøðu-
greiðslan kom ongantíð, tí
samgongan fekk kaldar
føtur og kreyp undan, sigur
hann
Heini O Heinesen, ting-
maður Tjóðveldisfloksins í
Noyðoyum
setti
undir
viðgerðini fram uppskot
um at koyra málið aftur í
Fíggjarnevndina, og tað
uppskotið fekk 21 at-
kvøður. Sostatt var eingin
atkvøðurgreiðsla um upp-
skotið um at keypa skip nú.
Samgongan tordi rætt og
slætt ikki, sigur vilhelm
Johannesen.
Tá málið var til viðgerðar
í tinginum í gjár, var
rættiliga nógv, sum bendi á,
at tað kundi fara at verða
samtykt, so skipið varð
keypt. Millum annað vóru
ábendingar um, at Rúna
Sivertsen, sum umboðar
Fólkaflokkin í Norðoyum
fór at atkvøða fyri tí, um
atkvøtt varð serstakt um
skipakeypið
uttan
um
restina av eykajáttanarlóg-
ini. Og tað fór tað at verða,
varð sagt.
Jógvan burtur
Hinvegin gjørdi eitt nú
Heini O. Heinesen, løg-
tingmaður
Tjóðveldis-
floksins í Norðoyum, nógv
burturúr, at hin fólkafloks-
maðurin í Klaksvík, Jógvan
við Keldu, ikki var á fundi.
Fleiri tingmenn róðu
fram undir, at Jógvan við
Keldu tordi ikki at møta á
fundi, men lá heima undir
páskoti av at vera upptikin
aðrastaðni, so hann slapp
undan at atkvøða í móti
samgonguni. Tí fáur hevur
meira enn hann brúkt
talutíð í tinginum í sam-
band við meira ferðslu um
Leirvíksfjørð.
Samgongumenn
vóru
harðliga í móti uppskotin-
um. Karsten Hansen, lands-
stýrismaður
tosaði
um
ábyrgdarloysi, um uppskot-
ið varð samtykt, meðan
Jógvan Durhuus, úr Tjóð-
veldisflokkinum,
ikki
dugdi at skilja, at ferðslan
um Leirvíksfjørð nú knapp-
liga var vorðin nakar
trupulleiki. Hesin trupul-
leikin var fleiri ára gamal,
helt hann.
Til tað sigur Vilhelm
Johannesen, at tann ovur-
stóri trupulleikin, sum í dag
er um Leirvíksfjørð, er
íkomin, síðan Eimskip í ár
gavst at sigla til Klaksvíkar
eftir farmi. Nú skal alt á
hjólum um fjørðin, og
harvið kemur proppur í.
Seinkar tunlinum
Heini O. Heinesen var í
móti uppskotinum við teirri
grundgeving, at hann metti,
at kom eitt skip nú, fór tað
bara at seinka undirsjóvar-
tunlinum. Hann metti, at
tær 25 milliónirnar, skipið
væntandi fer at kosta, fóru
at verða tiknar av eini
almennari íløgu í tunnilin.
Ta grundgevingina skilir
Vilhelm Johannesen ikki, tí
undirsjóvartunnil kemur so
eingin undir Leirvíksfirði
fyrr enn í fyrsta lagi um
fýra-fimm ár kortini. Og til
ta tíð er rættiliga harðliga
brúk fyri skipi, vísti hann á.
Eisini helt hann tað vera
heilt óvanliga løgið, at
landstýrismaðurin
við
vinnumálum, sum i áravís
hevur gramt seg um, at
einki avloysaraskip er til
taks, nú beinleiðis mælir
frá at samtykkja eitt ítøki-
ligt uppskot um at keypa
eitt skip, sum kann fáast
fyri ein rímiliga penga og
væl saktans seljast aftur, tá
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasundi er liðugur,
tí tá verður Ternan tøk.
Vilhelm Johannesen vísti
á, at sami landsstýrismaður
í notati hevur víst á, at eitt
fimm til tíggju ára gamalt
skip, sum er hóskandi í
stødd. kann fáast fyri undir
25 milliónir.
Men Vilhelm Johannesen
mátti bara ásanna, at sam-
gongan tordi ikki at keypa
norðoyingum eitt skip aft-
urat, tá málið, eftir áheitan
frá
samgongumanni
í
Norðoyum, varð beint aftur
í Fíggjarnevndina.
Einki avloysaraskip hesaferð
Næstu ferð Dúgvan skal í dokk ella fær eitthvørt brek, verður helst neyðugt at fara út aftur at
leiga skip sum Scaniu, ið sigldi um Leirvíksfjørð, seinast Dúgvan hevði maskinskaða
Mynd: Edvard Joensen
Henrik Old og Jóannes Eidesgaard vilja hava pengar settar av á komandi fíggjarlóg til at reka
bussflutningin til Verkstaðið á Bakka fyri
C
M
Y
K
7
6