fríggjadagur 24. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 140 • 24. juli 2009
Herfyri høvdu vit í Miðvikuni
frásøgn um danska amtmans
sonin Hans Ringberg, sum var á
vitjan í Føroyum. Meira enn 70 ár
eftir, at hann er farin úr Føroyum,
kennist tað framvegis sum at
koma “heim” at síggja klettarnar
aftur. Tað sama var galdandi fyri
systir hansara Ásu
Hetta er kortini ikki nakað
ein dømi. Nú um dagarnar hittu
vit donsku systkini Jørgen og
Else f. Hansen, sum búðu í Før
oyum undir krígnum, og sum fóru
avstað aftur til Danmarkar fyri
64 árum síðani. Tey kenna seg
framvegis drigin at Føroyum.
Hesa kenslu hava tey, hóast Else
ongantíð hevur verið aftur, og
Jørgen bert hevur verið eina ferð
síðan tey í 1945 fluttu aftur til
Danmarkar.
Henda søgan byrjar við, at
danin Johannes Dewald Hansen
mest sum til stuttleika søkir
starvið sum amtslandinspektør í
Føroyum. Hetta hevur verið eitt
slag av forleypara fyri Matrik ul
stovuna, sum var stovnað í 1948.
Heilt óvæntað fær hann arbeiðið.
Johannes var tá trúlovður við
Helgu, sum dámdi væl hesa av
bjóðing. Men tey máttu giftast,
áðrenn tey fóru. Her mátti gerast
skjótt av, so tey giftast tann
3. februar 1936, sum tey fara
til Føroyar dagin eftir tann 4.
februar.
Tey leigaðu sær eini hús úti
á Rundingi. Tað vóru beint har
Bacalao, nú Føroya Fiskavirking, er.
Hesi húsini eru tískil burtur í dag.
Aftaná tvey ár fingu tey ein
son, sum fær navnið Jørgen. Tey
fara eitt skifti aftur til Danmarkar,
men tey koma aftur, áðrenn Dan
mark og Føroyar verða hersett
fyrst í apríl 1940, og sambandið
millum londini verður kvett. Tey
komu tá í somu støðu, sum nógvir
føroyingar í Danmark. Einasta
samband við ættina í Danmark
var Reyða Kross brøv, har tað
hægst kundu vera 25 orð. Ofta
tók tað eisini langa tíð hjá hesum
brøvum at koma fram. Tey skuldu
sendast um uttanveltað lond.
Men tey høvdu tað kortini
framvegis gott í Føroyum, og í
1941 fáa tey so eina dóttir, sum
fær navnið Else.
Gudrun verður
barnagenta
Tey komu tá at hava brúk fyri
barna gentu. Her komu tey heilt
væl fyri. Johannes arbeiddi í Arnes
Minde í Bringsnagøtu, oman móti
Bryggjubakka. Ein ørindagenta
hjá teimum var tann tá um 12 ára
gamla Gudrun, dótt ir Margrethu og
Theodor Samu el sen, seinni kendur
sum “Kongelig Lods”.
Hon kom so at vera barnagenta
hjá teimum báðum systkjunum,
tá ið tørvur var á tí. Hon spældi
við tey, tá ið tey ikki vóru í
barnagarði, sum var hjá Nonn un
um, og annars var hon um tey, tá
ið høvið beyðst. Sum tað skilst
riggaði hetta stak væl, og tey
blivu sera góð.
Serliga Jørgen minnist mest
frá sínum barndómi í Føroyum,
sum jú var merktur av bretsku
hersetingini. Úti á Rundingi høvdu
tey eisini hønur. So tað hendi seg,
at hann tók egg úr reiðrinum og
fór út til bretsku hermenninar,
sum húsaðust við gamla lands
bóka savnið at lata teimum. Aftur
fyri fingu tey sukurlátu og annað
forkunnugt góðgæti. Hetta var í
sær sjálvum sera spennandi, og
tað vóru nógv føroysk børn, sum
royndu tað sama.
Tey minnast eisini grindadráp
á Eystaru Vág, og hvussu grindin
varð býtt. Men serliga minnast
tey grindakúlurnar, sum vóru
lagdar í eini røð úti á Rundingi.
Tær skuldu brúkast til taðing.
Sum fráleið gjørdist lukturin
ramari og ramari!
Rundingur hevði sítt navn eftir
eini ríðibreyt, sum eigararnir av
fabrikkini hjá Østrøm høvdu bygt
stutt fyri aldamóti. Her var eisini
fiskaturking í nógv ár.
Úti har var annars eisini fyrsta
el verk í Havn. Her vóru ymisk út
og pakkhús. Á Rundingi byrjaði
Elias í Rættará eisini at smíða
bátar, og her byrjaði Skipa
smiðjan við Kjartan Mohr eisini
sítt virksemi.
Rýmdu undan
bumbum
Tað var nógv virksemi á Rundingi.
Men tað, sum tey hjá Jørgen og
Elsu tó høvdu mestan ampa av,
var, at tey búðu so tætt at olju
tangunum, og teir vóru jú uppløgd
mál hjá týskum bumbuflogførum.
Tað vóru fleiri álvarslig bumbu
álop á Havnina fyrst undir kríg
n um. Men serliga gav hetta at
býta 21. februar 1941, tá ið tvey
týsk bumbuflogfør gjørdu álop
á skip og oljutangar í Havn. Tað
var hendan dagin, at Lincoln City
varð søkt. Við vóru 27 mans. Við
skjótum atburði frá landi eydnaðist
at bjarga 18 av manningini. Eitt
av flogførunum varð eisini rakt av
luft verjukanónum og neyðlendi á
Gøtuvík.
Serliga atsóknin at olju tang unum
gjørdi tað ov ótrygt at búgva á
Rundingi, og tey komu tá eina tíð
at búgva hjá Heina Clementsen,
ættaður av Skarvanesi, og sum
búði í Hornabø. Kona hansara var
“Kyll,” sum hon var kallað. Hetta
komst av, at hon var so krúllut, sum
smágenta. Hon vildi kallað seg
“kryll”, men tað gjørdist til “kyll.”
Tað vóru nógv fólk sum flutti,
eisini út Havnini.
Í hesi støðu vísti tað seg, at har
tað er hjartarúm er eisini húsrúm.
Donsku systkini
Jørgen og Else
kundu ikki gloyma
teirra barnagentu,
tey høvdu havt
undir krígnum í
Føroyum. Nú hava
tey øll verið í
Føroyum og
ferðast
Donsk systkin:
Funnu føroysku barna
F.v. Barnagentan Gudrun saman við Winnie, Jørgen, Turid, Else og Súsannu, sum Gudrun er abbasystir til. Tey eru ein góð mynd av føroyskum-donskum vinskapi
Dansk føroysk vinalag
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo