Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • 24. juli 2009 Vikuskifti 14 Kala Rajani Hansen hevur sam an við manninum, Rúna og børnunum, Philip, Andreu og Guðrun búð í London-forstaðnum, Wimbledon hetta seinasta árið. – Tað er stórur munur á at búgva í Føroyum og í London. London er jú ein risastórur býur, men vit hava so búð í Wimbledon, sum liggur ein hálvan tíma utt- an fyri miðbýin í London. Her í Wimbledon er rættiliga friðarligt, gerandisdagurin hjá okkum er ikki so hektiskur, tá ein hugsar um, at vit búgva í London-økinum. Vit hava fingið eini deilig hús við einum vøkrum urtagarði. Her kunnu børnini jú ikki ganga frítt úti í gøtunum og spæla, og tí er tað gott, at vit hava havt ein góðan urtagarð, har tey kunnu spæla. Børnini eru í góðum hond - um, tí eg gangi heima og ansa eftir teimum, og fylgi teim um í skúla. Og eg eri eisini uppá pláss, og heinti tey, tá tey eru liðug við skúlan, greiðir Kala frá. Børnini ganga í einum serligum skúla. Talan er um ein norskan privatskúla, og har ganga fyri tað mesta norsk børn, men har ganga eisini svensk, donsk og føroysk børn. Kala metir, at umleið 100 børn ganga á tí norska privats- kúlanum. Húsini familjan hevur búð í úti í Wimledon, er av victorianskum byggisniði, og er talan um eini stór hús, sum eru bygd í 1886. Í húsinum er vítt til veggja, og høgt til loftið, og upprunaligi stílurin er væl varðveittur, og er talan um eini sera snotulig hús. Skuldi bara verið eitt ár Spurd um henni hevur longst heim til Føroya, svarar Kala: – Tað hevur alla tíðina verið ætlan okkara, at talan skuldi bara vera um eitt ár. Vit hava jú okkara hús og heim í Føroyum. Fyri meg var tað ein rættiliga stór avgerð at fara avstað, men eg eri sera fegin um, at vit fóru avstað og tóku eitt ár úr kalendaranum. Tað hevur verið gott fyri okkum, sum familja at fara avstað, og vit hava verið nógv saman sum familja. Hetta hevur verið eitt satt frírúm fyri okkum øll. Men vit gleða okkum kortini at koma heim aftur í okkara gerandisdag heima í Føroyum aftur, undirstrikar Kala. Rúni hevur eitt arbeiðið hjá Statoil, sum krevur nógva ferðing millum Føroyar, Stavanger, Oslo og London, og hetta árið meðan familjan hevur búð í London hevur verið talan um minni ferðing, enn tá tey búðu í Føroyum. Nógv av arbeiðsvirkseminum hjá Rúna gongur fyri seg í London. Seinasta árið hevur ligið fyri hjá Rúna at fara avstað um morg- unin úr London til Oslo, og er hann komin aftur um kvøldið, og tí hava tey verið meiri saman sum familja hetta árið tey hava búð í London, enn tey hava verið tað í einum arbeiðsári hjá Rùna, tá tey búðu heima í Føroyum. Gerandisdagurin líkist Spurd um munin millum at búgva í Føroyum og at búgva í London, svarar Kala: - Okkara gerandisdagur hevur verið rættiliga líkur honum vit høvdu í Føroyum. Einasti munurin er, at frælsið hjá børnunum er rættiliga skert her í London. Fræls ið sum børn hava tá tey vaksa upp í Føroyum, tað hava tey ikki í London. Eg má alla tíðina hava eitt eyga við hvar børnini eru, eg fylgi teimum til dyrnar, har tey fara. Genturnar, sum eru 13 og 14 ár nú, eru byrjaðar at ganga einsamallar mitt um dagin nú. Burtursæð frá hesum skerda frælsinum, so haldi eg, at gerandisdagurin er rættiliga líkur honum vit hava í Føroyum. Men tað, sum ein sær heima í Føroyum, at børn koma og fara, og eru leingi úti um kvøldið, ser- liga um summarið. Tað sær ein ikki her í Føroyum. Hinvegin so hava vit verið nógv meiri sam- an, sum familja her í London, stað festir Kala, sum enn eitt dømi um, at alt hevur sínar fyrimunir og vansar. Philip trívist 8 ára gamli Philip hevur trivist væl í London. Philip greiðir frá, at hann hevur eisini fingið nakrar nýggjar vinir, meðan hann hevur verið í London. M.a. hevur hann fingið ein góðan norskan vin, sum eitur Sigurd, sum eisini var tann fyrsti vinurin Philip fekk, tá hann kom til London at búgva í eitt ár. Sigurd fortelur eisini Jan, Eitt gott ár í London Kala Rajani Hansen er eins og børnini, Philip, Andrea og Guðrun glað fyri, at tey hava havt høvið at búgva í London í eitt ár Útisetar Jan Müller jan@sosialurin.fo Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Philip og Guðrun í garðinum uttanfyri heimið í Wimbleton Mynd Jan Müller Rúni M. Hansen, á veg til arbeiðis hjá StatoilHydro í London Mynd Jan Müller