fríggjadagur 24. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 140 - 24. juli 2009
15
Lítli Klæmint Kjartan
son Hansen úr Klaks
vík, sonur til Mariu og
Kjartan Hansen, andað
ist á Ríkissjúkrahúsinum
týsdagin 21 juli, 5 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur leygardagin kl. 13.30,
úr Betesda. Tey ið vilja
minnast Klæmint, kunnu
lata eina gávu til Akurin
(trúðboðarabørn) konto
í peningastovnunum.
21. juli andaðist í heim
inum Daniella Toftum,
vanliga nevnd Daniella í
Kálhaganum, Vágur, 79
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum á Tvøroyrar
sjúkrahúsi fríggjadagin
kl. 17, og jarðarferðin
verður úr Vágskirkju
leygardagin
kl.
14.
Sungið verður úr sálma
bókini.
Jógvan Martin Poul
sen, ættaður úr Ljósáum,
búsitandi í Danmark,
andaðist týsdagin 65
ára gamal. Jarðarferðin
verður frá Hirshalskirkju
28. juli kl. 13. Tey ið
vilja minnast Jógvan
Martin kunnu lata eina
peningagávu, konta í
Eikbanka.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
24. juli. Kristin. Eftir halgisøguni er talan um eina 11
ára gamla gentu, sum verður tikin av døgum, av tí at
hon breyt nakrar skurðgudamyndir og gav teimum
fátæku gullið og tað dýra tilfarið, tær vóru gjørdar úr.
Annars hava tvær halgar kvinnur 24. juli sum
minningardag, sankta Kristina úr Týrus og sankta
Kristina úr Bolsena.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta -útgáva 2008)
“Lívsins nátt svinnur brátt”
syngja vit í kirkjuni á Bispe
bjerg Hospitali hesa
seinnapartsløtu í Keypmanna
havn, har 7580 fólk eru
samankomin til bønarhald.
Orðini tykjast lítið samsvarandi
við hesa annars ljósu løtu, tí í
dag stendur sólin hægst á himli,
og tað er summar í luftini. Og tó
kennist hetta onkursvegna sum
“lívsins nátt”, tí undir kistu
lokinum liggur Ingi Mohr. Hin
altíð livandi og ljóslynti havnar
drongurin er farin hiðani – og
nú siga vit farvæl.
60 ár eru liðin síðan fyrsta
skúladag hjá okkum báðum. Tað
finst vist eingin felagsmynd av
hesum blandaða barnaskara,
sum við skúlatasku í hond fór til
fyrsta tíman í gamla kommunu
skúla í 1949. Men myndin livir í
huga mínum. Myndin av einum
vónríkum barnaflokki, sum steig
fyrstu fótafetini inn í skúla
heimin, spentur um, hvat skúlin
og lívið sjálvt høvdu at bjóða.
Og teirra millum var Ingi.
Í gamla kommunuskúlagarð
inum møttist øll Havnin, og har
vórðu vinabond knýtt. Skúla
dagurin byrjaði við morgun
sangi, og eg síggi fyri mær
lærararnar standandi í skúla
gongini: Zacharias Sørensen,
Johan Olsen, Jákup av Skarði,
Holger Bærentsen, Jacob
Wenningstedt, Poul Petersen,
Hans Husgaard, John Davidsen,
Hjørdis Henriksen – og onnur
lærarafólk, sum saman við
næmingunum stemmaðu í:
Morgunroðin lýsir
bjart á fjøll og skýggj,
brátt úr havi rísur
sólin blonk og lýggj.
Yvir líð og eingir
náttardøgg er løgd.
Reisist gentur, dreingir
upp til dagsins brøgd.
So varð farið til verka, og bøkur
nar komu fram. Danskt og før
oyskt, rokning og landalæra,
søga og kristni. Tolnir og minni
tolnir lærarar, sum terpaðu tøl
og stavsetingar við okkum. Orð
lærarans vóru lóg og rættur í
teimum døgum. Men tá var tað
gott at hava Inga við í hópinum,
tí hann setti mangan lit á tilver
una við sínum livandi verumáta.
Hetta var jú ein heilt onnur
tíð. Eitt nú var tað vælsignað
vælgerandi, at Sørensen yvir
lærari mitt í skúlatímanum kom
inn og segði, at tað vóru grinda
boð, og so fekk allur skúlin frí.
Fleiri av okkum dreingjum
spældu eisini saman aftan á
skúlatíð. Havnin var okkara
ævintýrverð. Niðri í Vágsbotni,
á Kongabrúnni, á Skálatrøðni og
úti í Rættará. Her spældu vit
havnardreingir okkara spøl,
fiskaðu niðri á keiini, sóu
“mjólkarbátarnar” og aðrar bátar
koma og fara. Vit livdu við
øllum, sum fyrifórst har. Heimið
hjá Inga var mitt í hjartanum av
Havnini – úti á Reyni – og har
var eg eisini onkuntíð eftir lokna
skúlatíð.
Saman fóru vit einaferð til
skúlatannlæknan, sum hevði
fingið høli í kommunuskúlan
um. Vit hildu nokk, at hetta var
bert eitt vanligt eftirlit. Men
gakk – Ingi hevði eina tonn,
sum mátti takast. Og tað var
ikki uttan dramatikk. Tonnin
varð tikin, meðan eg sat har
púra hjartkiptur, tí aftaná var tað
mín túrur at fara í heita stólin.
Okkara leiðir skiltust, tá vit
vóru um 11 ára aldur. Eg fór í
Realskúlan og Ingi seinni í
Preliminerskúlan. Men altíð
tosaðu vit saman, tá høvi var til
tess. Hann møtti Onnu, sum
hevur staðið við lið hansara, líka
til Ingi slóknaði hendan sunnu
dagin á Bispebjerg Hospitali.
Tey fingu trý børn og níggju
barnabørn. Og væl hava tey
staðið saman.
Í dag er skarin spjaddur, sum
fór í fyrsta flokk fyri 60 árum
síðani. Tey flestu búgva ivaleyst
í Føroyum, men nøkur búsettust
uttanlands. Fleiri floksfelagar
eru farnir undir grønu torvu,
men teir liva í hugaheimi okk
ara. Vit verða støðugt mint á orð
Prædikarans, at alt hevur tíð
sína.
Og nú fór so Ingi. Lívið kom
bæði at hava storm og stilli við
sær. Men gott var at síggja, tá ið
ein álvarsom sjúka fór at gera
vart við seg, at Ingi hevði eitt
sálarakker, sum bar hann
gjøgnum royndirnar – trúnna á
Harran Jesus.
Og her í kirkjuni á Bispebjerg
Hospitali enda vit løtuna við at
syngja um flytifuglarnar, áðrenn
kistan verður borin út. Ingi
elskaði sang, og hetta var ein av
yndissangum hansara. Sangurin
um fuglarnar, ið gera seg til
reiðar at flyta til heitari lond, tí
“eitt ljósari land honum bíðar,
har summar og sól altíð er.”
Gott at vita, at eisini Ingi var
ferðabúgvin.
Øssur Berghamar
Hugleiðingar við børuna
hjá einum floksfelaga
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæri
Óli Christian Danielsen
Saltangará
andaðist og varð jarðaður
Tøkk fyri góð orð í Kapellinum, í Berøa og á grøvini.
Tøkk til Sangbólkin í Nebo.
Takk fyri bussar og Ítróttarhøllina og takk til
tykkum, ið hjálptu til.
Tøkk fyri kransar, blómur og fyri gávur til Zarepta.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, ið mintust
okkum diamantbrúdleypsdagin.
Hjartans takk øll somul.
Jona,
Jenny, Anna, Poulaj, Katrin, Arndis, Tórálvur,
Karolina og Símun við familjum
Takkarkvøða
Nú hugnaligi og væleydnaði
silvurbrúdleypsdagur okkara er farin væl
og virðiliga aftur um bak vilja vit á henda
hátt siga øllum takk sum á einhvønn hátt
hjálptu og heiðraðu okkum og settu sín
serstaka dám á dagin.
Andrea og Jan Kristoffersen