Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 140 • 24. juli 2009 Vikuskifti 15 Vikuskifti at hann hevur verið til sangleikin ”Mamma Mia”, og at tað var ordiliga stuttligt at uppliva. Gott at royna okkurt nýtt 14 ára gamla Andrea er glað fyri árið hon hevur búð í London: - Tað hevur verið ordiliga gott at royna okkurt nýtt. Tað hevur verið stuttligt at vera her, og eg havi fingið nógvar góðar nýggjar vinir. Eg plagi eisini at vera í einari fitness-miðstøð her á leiðini. Eg gleði at koma aftur til Føroyar, men eg komi at leingast eitt sindur eftir London, greiðir Andrea frá. Andrea sigur seg vera væl stinnari í enskum nú. 13 ára gamla Guðrun heldur eisini, at tað hevur verið stuttligt at hava búð eitt ár í London. – Her í London er nógv nýtt, og so nógv uppí tað sama, sum heima í Føroyum. Her kann ein t.d. skoyta og spæla tennis, og fer ein í býin, so eru nógv fólk, og tað følist ikki sum at ganga í býnum í Føroyum, staðfestir Guðrun. Guðrun sigur seg kortini tíma væl at fara heimaftur til Føroya. Hon gleðir seg at koma heimaftur til vinkonurnar hjá sær heima í Føroyum, men hon staðfestir, at talan hevur verið um eitt megagott ár í London. Men nú kemur familjan Hansen so heimaftur á klettarnar, har børnini kunnu ganga frítt á gøtunum, um enn gøturnar eru væl færri í tali enn gøturnar í London. Tey fýra, Kala, Rúni, Guðrun og Andrea. Philip var hjá vinmanni, tá myndin varð tikin Mynd Jan Müller