fríggjadagur 24. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • 24. juli 2009
21
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
Seinastu mánaðirnar hava
fleiri søgur gingið um hvussu
tvørligt tað er at reka matstovu
ella matframleiðslu í Føroyum
í mun til heilsufrøðiligu
lóggávuna her á landi.
Føroyskir politikarar
hava stungið út í korti
at harmonisera føroysku
matvørulógina til direktivir
hjá Evropeiska Samveldinum.
Alt gott um tað. Avtalur
eru gjørdar og avtalur skula
sjálvandi haldast og fylgjast
upp.
Men hevur Vinnumálaráðið
yvirhøvur givið sær gætur um
hvørjar avleiðingar tað fær,
at blaka umfatandi ES-krøv í
føvningin á smáar matstovur
ella matvirki?
Eg havi áður nevnt
trupulleikan við at einki
løggildað sláturvirki er í
landinum og at føroysku
handils-rullipyslurnar tískil
eru framleiddar við rávøru úr
suðuramerika ella nýsælandi.
Men tað eru eisini fólk á
bygd og á útoyggjum, ið royna
at skapa eina matstovu- og
ferðamannavinnu, ið nú mugu
geva skarvin yvir fyri teimum
heilsufrøðiligu krøvum, ið
teimum verða sett. Tað er
rætt og slætt ikki rentabult at
reka smávinnu í Føroyum eftir
ES-leisti! Øll kunna ikki gera
millióna-íløgu í ídnaðarkøkum
og rustfríum stáli.
Veit vinnumálaráðharrin
av, at hann er við at køva alla
matstovuvinnu í landinum?
Og við hesum eisini
ferðamannavinnuna!
Eru vit ikki betur tænt við
einari skipan í tekur fyrilit fyri
føroysk viðuskifti?
Ferðast tú í Evropa, kanst
tú allastaðni fara inn á fittar
matstovur og eta fyrstfloks
lokalan mat. Hetta ber ikki til
í Føroyum! Her skalt tú verða
bjóðaður heim privat hjá fólki.
Sjálvsagt eiga vit at hava
mattrygdina í hásæti. Men
trupulleikin á hesum økinum
kemur oftani uttaneftir frá
innfluttum vørum úr londum
við ídnaðar-landbúnaði.
Karmarnir at reka matstovu
og matframleiðslu í Føroyum
eiga at umhugsast betur,
soleiðis at vit sjálvi og vitjandi
kunna njóta okkara egna mat.
Eisini, tá ið vit eta úti og eru til
handils.
Heilsufrøði og vinnuframa