Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 140 - 24. juli 2009 Leguhús Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú um dagarnar fóru fleiri fólk frá Brøðrasamkomuni til Grønlands. Ørindini vórðu at hampa um og um­ væla leguplássið í Naaler­ sitaq nærhendis Nuuk. Hetta er eitt slag av Zarepta fyri grønlendsk børn og ung, sum føroyska Brøðra­ samkoman stendur fyri. Á hvørjum sumri fara fólk frá samkomuni til Grønlands at geva leguni eina bøtandi hond. Men hesaferð varð ferðin eitt sindur serstøk. Uppgávan var nevniliga at flyta ein av bygningunum, sum hevur staðið í Føroy­ ingahavnini til leguplássið. So partur av tí, sum varð føroyska hjartað í Grønlandi á sinni, verður nú endur­ brúkt á leguni hjá Brøðra­ samkomuni. Birgir Høgne­ sen frá Miðlahúsinum tók myndina av nøkrum av fólk­ unum, sum fóru til Grøn­ lands umvegis Ísland her­ fyri. Ferðalagið taldi 10 fólk 8 menn og 2 kvinnur, sum skulu sigla úr Nuuk inn til staðið Naalersitaq. Á myndini eru: Jógvan Johannesen, Pauli Heinesen, Súsanna Heinesen, Ernst Vágsgarð, Arni Olsen og Maller Jacobsen. À myndini vænta Gustav Samuelsen, Alvilda Samuelsen, Tor­ móður Mouritsen og Símun T.Hansen Tá íslendingar herfyri bjóðaðu oljufeløgum at leita eftir olju og gassi undir havbo0tninum, tóku bara tvey feløg av. Nú hevur annað sent avboð OLjuvinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Fyrradagin fekk Orku­ stovnurin í Reykjavík bræv frá norska ferlagnum Aker Exploration. Í brævinum boðaði norska felagið frá, at tað hevði gjørt av at taka aftur umsóknina um at sleppa at leita eftir olju og gassi undir íslendska hav­ botninum. ­Vit hava gjørt eina strategiska eftirmeting nú í summar og hava gjørt av at sleppa Íslandi, sigur Bård Johansen, stjóri í Aker Exploration, við Aften­ posten. Sostatt hevur Orkustovn­ urin bara eina umsókn eftir. Tað er ein felags umsókn frá feløgunum Sagex Petroleum og Lindir Explor­ ation, sum er eitt íslendskt felag. Tann umsóknin verð­ ur nú viðgjørd í Reykjavík. Frammanundan hevur amerikanska felagið ION GX Technology loyvi at leita eftir olju og gassi í ein­ um parti av Drekaleiðini. Eysturgrønland spennandi Avboðini frá Aker Exploration taka neyvan vónina frá íslendingum. Í hesari vikuni er eitt íslendskt skip farið at virka sum hjálparskip hjá einum norskum rannsóknarskipi, sum ger seismiskar kann­ ingar við Eysturgrønland. Norska skipið fer at kanna leiðina úti fyri Scores­ bysund og Angmagsalik og suður ímóti Hvarvinum. Eitt amerikanskt felag hevur fyrr mett, at nakrar av teimum størstu olju­ lindunum í heiminum eru undir havbotninum úti fyri Eysturgrønlandi. Sambært amerikonsku metingini fjal­ ir havbotnurin har tvær ferð­ ir so nógv olju sum allar leiðirnar í norska havinum. Næstan eingin áhugi fyri oljuleiting við Ísland Flyta hús úr Føroyingahavnini til legupláss (Kort Morgunblaðið) Víkarvegur 33 · 340 Kvívík Tlf. 72 18 90 / 21 16 77 beintaj@olivant.fo rannvai@olivant.fo 4ever www.4ever.fo Útsølan byrjar leygardagin 25. juli -50% Allar smúkkur -20% Havaprýði -50% Taskur upp til Opið er soleiðis: Leygardag.................kl. 10.00-16.00 Mánadagin 27/7........kl. 13.00-18.00 4ever Víkarvegur 33 · 340 Kvívík Tlf. 72 18 90 / 21 16 77 beintaj@olivant.fo rannvai@olivant.fo www.4ever.fo Havaprýði til føroyska veðurlagið Vit selja m.a. Sp/f. Tórshavnar Maskinverkstaður Vestara bryggja · boks 3135 · 110 tórshaVn tlf. 319992 · tmV@oliVant.fo garaguhurðar slúsir lossibrýr skjóttgangandi hurðar Vit hava drúgvar royndir – spyr okkum um tilboð