fríggjadagur 24. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • 24. juli 2009
Tiger
(5 % abv)
Budweiser
(5 % abv)
Føroya Bjór Ydun ra-
barbubjór (4,6 % abv)
San Miguel Especial
(5,4 % abv)
22
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Lager-øl úr Singapore
Ummæli: Ljósur gulur litur.
Kritahvítur froði. Ein veikur
og fínur humlu-angi. Í lætta
smakkinum eru tónar av sitrus
og humlu. Annars rættiliga
vatndeyv.
Kostnaður: Kr. 16,50 (33 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Lager-øl úr USA
Ummæli: Ljósur gulur litur.
Kritahvítur froði. Eingin angi,
eingin smakkur. Men bleyta
kenslan gevur eina stjørnu.
Kostnaður: Kr. 20,00 (47,3 cL)
Skoðsmál:
Uppruni: Lager-øl úr Føroyum
Ummæli: Vakur reyður
litur. Froðin somuleiðis rósa-
skúmandi. Sera veikur angi, eitt
sindur vinøsur frá rabarbunum,
annars einki. Einki samsvar
er millum lukti og smakk. Ein
harður metaltóni og keðiligur
pilsnara-smakkur er alt. Ikki
væleydnað bjór.
Kostnaður: Kr. 57,50 (6-pakki)
Skoðsmál:
Uppruni: Lager-øl úr Spania
Ummæli: Ljósur gulur litur.
Kritahvítur froði. Eingin angi,
eingin smakkur. Rá kolsýru-
kensla. Sera vánalig bjór.
Kostnaður: Kr. 21,50 (50 cL)
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rús drekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Festival-sesongin er á
toppinum nú og øl-slagið sum
verður stoytt niður í hálsin
í hesum døgum er heldur
av meiri lættrennandi og
tostasløkkjandi slagi hugsi eg.
Havi hugt nærri at hvat finst av
slíkum á hillunum hjá Rúsuni.
Talan er um stór multinational
brands, ið eru at síggja um
allan heim. Amerikanska
Budweiser, spanska San
Miguel og Tiger úr Singapore.
Einaferð hava hesi merki
verið lokal bjór, men í dag eru
tað stórar altjóða fyritøkur
sum eiga og marknaðarføra.
Og harafturat verða hesi
sløgini bryggjað ymsastaðni í
heiminum á sokallaðum lisensi.
Kenda Heineken eigur millum
annað Tiger. Sum tað týðuliga
sæst á ummælunum er her
veruliga talan um mainstream
pilsnara-øl úr niðasta skuffu.
Poppsmartar øl. Hví stendur
Budweiser-dósin at rúma
473 cl? Tað er næstan 5
litrar. Undarligt at teir ikki
hava varnast prentvilluna hjá
Anheuser-Busch í St. Louis.
Føroya Bjór er aftur á slóðina
við einari rabarbu-bjór, nevnd
Ydun, eftir norrønu gudinnuni,
ið ímyndar ævigan ungdóm.
Fólkini á Føroya Bjór hava
verið sera røsk seinnu árini at
menna nýggja vøru og enntá
við at nýta tilfeingi úr føroysku
náttúruni. Í hesum førinum,
føroyskar rabarbur. Tað skula
tey hava stórt herðaklapp fyri!
Men ikki altíð hepnast líka væl.
Ydun riggar ikki heilt. Haldi eg.
Bjórin er alt ov løtt og rabarbu-
eyðkennið ov veikt. Minnir ov
nógv um vanligt lætt pilsnara-
øl og tíverri kemur ein metal-
tóni fram í smakkinum sum
órógvar nakað nógv. Liturin
er vakur, men sum innihalds-
lýsingin á etikettuni sigur, er
talan um E163, eisini kent
sum anthocyanin. Vit ræðast
E-nummur, men í hesum
førinum er talan um natúrligt
litevni, vunnið úr víndrúvuflusi.
Festival-tostasløkkjarar