leygardagur 27. oktober 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 208 - 27. oktober 2001
Nr. 208 - 27. oktober 2001
11
Í løtuni hava føroy-
ingar tætt samstarv
við Russland. Við
nýggja handilssátt-
málanum og støðuga
talinum av vitjandi
russiskum skipum,
tykist áhugin frá
russiskari síðu at vera
stórur og vaksandi.
Næsta stigið verður
væntandi ein russisk-
ur konsul í Føroyum
SAMSTARV
Heri á Rógvi
Russisku skipini í Nólsoy-
arfirði eru ein sjón, sum
flest øll kenna aftur. Hesi,
oftani
rustaðu
skipini,
mynda saman við nøkrum
trolarum partin av tí russ-
iska flotanum, ið vitjar í
Føroyum. Hetta eru stór
skip við nógvum fólki um-
borð, og tey kasta eisini eitt
sindur av sær í havna- og
landskassan. Hesi góðu
skip eru tað, sum vit føroy-
ingar síggja mest til av
handilssamstarvinum við
Russland. Skipini eru aloft-
ani heldur ikki so illa fyri,
sum flest okkara helst
halda, heldur Ivan Egins-
son, skipsagentur á Skipa-
felagnum, fyri.
Samstarvið við Russland,
og harvið russisku skipini,
er ikki nakað nýtt hugtak í
føroyskari handilssøgu, tá
ið samstarv og samhandil
við russar gongur nógv ár
aftur í tíðina. Í dag hava
russar stórar kvotur í før-
oyskum sjógvi, og eisini
verður tann sokallaði russ-
arafiskurin virkaður í Før-
oyum.
350 um árið
Tað felagið, sum hevur
einamest samband við russ-
ar og serstakliga russisk
fiskifør, er Skipafelagið
Føroyar. Ein partur av virk-
seminum hjá fyritøkuni er
at virka sum agentar fyri
skip. Av teimum umleið
500 førunum, sum teir taka
sær av um árið, so eru eini
350 av hesum russisk, ella
gott og væl tveir triðjingar.
Uppgávan hjá agentunum
er at vera forlangdi armurin
hjá reiðarínum, tá ið skipini
vitja í Føroyum. Agentarnir
skulu taka sær av øllum
praktiskum viðurskiftum,
eins og teir skulu skipa fyri,
at skip og skipari fáa allar
vørur og annað, sum teim-
um tørvar. Eisini kemur tað
fyri, at onkur skal hava
læknahjálp av onkrum slag.
Tað er tó vorðið alsamt
meira sjálvsamt, at menn
umborð á skipunum loypa
fyri borð, svimja til lands
og biðja um politiskt frið-
skjól.
Á Clearence and Agency
deildini hjá Skipafelagnum,
sum tekur sær av at um-
boða útlendsku skipini í
Føroyum,
starvast
fýra
fólk. Tað er einamest russ-
iskt-føroyski Ivan Egins-
son, sum tekur sær av teim-
um vitjandi russisku skip-
unum. Hansara uppgáva er
at fara umborð á tey russ-
isku skipini. Umborð greið-
ir hann øll pappírini og
samskiftir við skiparan um,
hvørji ynskir hann og
manning nú einaferð hava.
Tá vitjaninar frá russiskum
skipum eru so nógvar og
títtar, so er tað rættiliga
javnan, at hann vitjar um-
borð á skipunum.
Ivan greiðir frá, at Skipa-
felagið hevur serkunnleika
við russiskum viðurskift-
um, og hetta eisini er nak-
að, sum skipini seta stóran
prís uppá.
Deildarleiðari
fyri
agency deildina er Árni
Dam. Umframt Árna og
Ivan eru eisini Karl Erik
Reynheim, Maria á Lava og
Halgir Dahl-Olsen. Hann
hevur verið virkin við hes-
um slagi av virksemi í nógv
ár. Hann greiðir frá, at
Skipafelagið hevur at kalla
alla sína tíð havt tætt sam-
band við Russland. Tað
fyrsta hann minnist er
sildahandilin, sum byrjaði í
1947. Síðani hava russar
mynda stóran part av vitj-
andi fiskiførunum í før-
oyskum sjógvi. Bæði Árni
og Ivan eru samdir um, at
tað tykist sum um, at russar
eru glaðir fyri føroyingar
og at samstarva við føroy-
ingar. Teir halda eisini, at
hetta er eitt vinnu- og vina-
samstarv, sum føroyingar
so avgjørt eiga at hugsa um
at útbyggja og styrkja. Í
hesum sambandi nevna teir
eisini, at Skipagfelagið
bæði hevur verið og ynskir
at vera ein týðandi millum-
liður millum Føroyar og
Russland. Tá russar hava
vitjað í Føroyum, so hevur
Skipafelagið eisini verið
við í samskiftinum við
russar.
Teir halda fyri, at russar
hava verið millum teir
frægastu at stuðla og birta
lív í føroyska vinnu. Sam-
stundis siga teir ikki nógv-
an sannleika vera í leysa-
søgunum um, at russisku
skipini ikki gjalda fyri seg
og eru í ógvuliga ringum
standi.
Konsulat
Sambært galdandi avtalum,
kunnu russar fiska 105.000
tons av svatkjafti og 10.000
tons av makrel í føroyskum
sjógvi. Føroyingar kunnu
fiska 8.200 tons av toski,
10.000 av lodnu umframt
hýsu, flatfisk og rækir í
russiskum sjógvi, hetta
upplýsir Ulla Svarrer Vang,
fulltrúi í fiskimálastýrin-
um. Sum áður nevnt, virka
føroysk flakavirki eisini eitt
sindur av tí sokallaða russ-
arafiskinum.
Kvoturnar
byggja á fiskivinnusam-
starv landanum millum.
Í summar sessaðust russ-
ar og føroyingar aftur við
samráðingarborðið fyri at
samráðast um ein MFN-
sáttmála, t.e. most favored
nation. Hesin sáttmálin fer
at merkja, at føroyingar og
russar veita hvørjum øðrum
lægsta toll og avgjøld. Tað
ber kanska til at siga, at
hetta er tað tættasta tú kem-
ur upp at einum fríhandils-
sáttmála.
Herluf Sigvaldsson, leið-
ari fyri uttanlandsdeildina
hjá løgmansskrivstovuna,
sigur, at samráðingar sum
so eru lidnar, og ætlanin er
nú at fara yvir til Russlands
at undirskriva, men hetta er
eitt mál, sum meira liggur
hjá russum og dønum í løt-
uni.
Árni Olafson á danska
uttanríkismálaráðnum, sig-
ur, at sáttmálin væntandi
verður undirskrivaður í ár
yviri í Russlandi.
Tá hesin sáttmálin er
undirskrivaður
verður
væntandi farið undir at
samráðast um ein frí-
handilssáttmála.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, greiðir frá, at tað
enn ikki er settur nakar
dagur, nær farið verður
avstað ella hvør skal við
yvir til Russlands. Hann
sigur, at tað møguliga eisini
vera partar av vinnuni við á
ferðini yvir.
Bæði Anfinn Kallsberg
og Árni Olafson kenna til
tankan um ein russiskan
konsul í Føroyum, men
hetta er danskt málsøki.
Eftir hvat Sosialurin skilir,
so verður russiski konsulin
tilnevndur í sambandi við
føroysku vitjanina í Russ-
landi. Tað eydnaðist tó ikki
at fáa hetta váttað, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Føroyingar og russar styrkja samstarvið
Ivan Eginsson, sum
upprunaliga er úr Russlandi,
tekur sær nógv av russiskum
skipum fyri Skipafelagið
Mynd: Jens Kristian Vang
Árni Dam, v.m., hevur í
mong fingist við russisk skip,
og hann hevur nógv gott at
bera russum
Mynd: Jens Kristan Vang
Gøtumaðurin John
Petersen er fegin um
at vera komin heim
til konuna og dóttr-
ina á lívi, eftir at hann
fekk ein ógvusligan
snudd í andlitið
umborð á trolara á
Føroyabanka
ÓHAPP
Eyðun Klakstein
Hann náddi ikki at reagera,
tá hann fekk veirin í andlit-
ið og fór sendandi eftir
dekkinum.
Gøtumaðurin John Peter-
sen metir seg vera sera
hepnan, hóast hann hevur
brotið stóran part av vinstra
kjálka, er hovin um alt and-
litið og er seymaður við
nógvum pentum í vangan-
um.
– Tað kundi endað nógv
verri. Eg eri bara fegin um,
at eg eri komin heim í øll-
um góðum, sigur John Pet-
ersen.
Seinastu dagarnar hevur
hann hildið frí í Klaksvík,
haðani
kona
hansara,
Eydna, er ættað, og hann
hevur verið nógv saman við
dóttrini Anni, sum fyllir eitt
ár í dag.
Tók kjansin
Søgan byrjar mánadagin, tá
teir umborð á Tróndi í Gøtu
skulu draga trolið.
John Petersen var fyrstu
ferð við trolaranum í fjør,
og hann hevur verið við
meginpartin av hesum árin-
um sum avloysari. Hann er
raskur og íðin, og slíkum
manni er brúk fyri.
John skuldi krøkja eitt lás
av veirinum, sum dregur
trolið. Veirurin í tí síðuni,
sum John stóð, fór skeivur
á dekkinum, tí skipið vendi
sær eitt sindur í sjónum.
– Eg eigi ikki at fara út á
trolbanan, men bíða til
veirurin kemur upp á pláss
aftur. Tað hevði eg ikki tol
til. Veirurin er 120 senti-
metrar upp frá dekkinum,
og tí kreyp eg út ímóti hon-
um. Tað ræður um at ansa
sær, tí tá veirurin fer aftur
upp á pláss, skjýtur hann
við stórari ferð, og tá er
ikki lukkuligt at vera fyri,
greiðir John frá.
– Eg noyddist at reisa
meg eitt sindur upp, tá eg
skuldi krøkja av, og eg helt
meg velja røttu løtuna, men
í tí at eg skuldi krøkja av,
brast veirurin í andlitið á
mær.
– Eg fór sendandi eftir
dekkinum, og meðan eg
merkti,
hvussu
kjálkin
doyvdist og ein pína breddi
seg upp í høvdið, hugsaði
eg, er tað soleiðis at
doyggja.
– Tað fara nógvir tankar
gjøgnum høvdið eina slíka
løtu. Eg hugsaði um familj-
una heima, og eg bað nógv
fyri at yvirliva og koma
heimaftur.
Glaður um at verða á
lívi
John Petersen misti ongan-
tíð vitið, og hann visti í
fyrstuni ikki, hvat var hent
honum. Pínan var einki at
tosa um, men kjálkin kend-
ist doyvdur.
– Eg hugsaði, at her var
ikki alt í lagi, og eg fór upp
til kokkin fyri at fáa okkurt
at køla av við. Tá eg hugdi
í spegl, sá eg, at ein partur
av kjálkanum var trýstur
inn. Og so kom pínan so
líðandi og gjørdist øðilig til
endan, sigur John.
Teir høvdu beinanvegin
samband við lækna og settu
kós móti Suðuroynni. Á
sjúkahúsinum á Tvøroyri
varð John kannaður, og
morgunin eftir varð hann
lagdur undir skurð á Lands-
sjúkrahúsinum. Hetta var
gjørt fyri at fáa brotini í
kjálkunum upp á pláss
aftur.
– Eg var sera fegin, tá eg
vaknaði aftur. Eg var glað-
ur um at vera á lívi, og pín-
an var eisini minkað, sigur
John.
Kundi verið verri
John hevur ikki mist hugin
at verða til skips, hóast
óhappið bara er fáar dagar
gamalt.
– Tá vit sigldu inn, og
kokkurin royndi at tosa við
meg fyri at halda meg
vaknan, segði eg, at nú fór
eg helst at missa kjansin av
hesum. Nei, tað skuldi eg
ikki hugsa um. Eg skuldi
bara blíva frískur aftur, sig-
ur John.
– Eg vil gjarna til skips
aftur, men eg havi lært, at
tað ræður um at ansa sær
betur. Eg hevði sjálvur
skyldina av óhappinum, tí
eg skuldi ikki verið farin út
á trolbanan.
Andlitið á John er fram-
vegis hovið og merkt av
ógvusliga stoytinum, og
hóast hann fær illa smílst
orsaka av nógvu brotunum
í kjálkanum, so er hann ein
fegin maður.
– Veirurin rakti akkurát
har, hann skuldi raka.
Hevði hann rakt í høvdið,
so hevði tað neyvan endað
soleiðis. Eg kundi eisini
havt fingið ein stórt lás,
sum var á veirinum í høvd-
ið, so eg eri fegin um, at eg
hóast alt kom væl burtur úr
hesum.
Veirurin brast í andlitið
– Veirurin rakti akkurát har,
hann skuldi raka. Hevði
hann rakt í høvdið, so hevði
tað neyvan endað soleiðis.
Eg kundi eisini havt fingið
ein stórt lás, sum var á
veirinum í høvdið, so eg eri
fegin um, at eg hóast alt
kom væl burtur úr hesum,
sigur John Petersen, sum er
fegin um at síggja dóttir
sína aftur og kann vera við
til 1 ára føðingardagin hjá
Anni í dag
Hóskvøldið hevði
føroyskt-amerikanskt
vinafelag aðalfund.
Felagið er ikki mill-
um tey størstu feløg-
ini í landinum, men
tað er virkið kortini.
Undirtøkan var
heldur ikki eingin, tá
aðalfundurin varð
hildin eftir føroyskt-
amerikonskum leisti
VINAFELAG
Heri á Rógvi
Spyrt tú teg sjálvan, hvussu
nógvar amerikanarar tú
kennir í Føroyum, so er
talið kanska ikki nakað
stórvegis stórt. Tá formað-
urin fyri føroyska-amerik-
anska vinafelagi fer at telja
eftir, so liggur einastaðni
millum 5 og 7. Men hetta
nervar hann tó ikki nakað
stórvegis, tá ið tað ikki er
eitt amerikanarafelag, sum
hann er formaður fyri.
Formaðurin fyri felagið er
Michael P. Reveal, sum
flestu føroyingar kanska
kenna frá hansara løtum í
útvarpi fyri fáum árum
síðani. Umframt Michael,
so telur nevndin í felagnum
fýra aðrar limir: Max C.
Weihe, Kára Heinesen,
Ólavur Gregersen og Lynn
Reveal.
Søgan hjá felagnum er
frá 24. mai 2000 í teirri
søguligi stund, tá Føroyskt-
Amerikanskt
Vinafelag
varð sett á stovn. Síðani tá
hevur felagið havt ymsar
fundir, og størsta hendingin
hjá felagnum higartil er, tá
amerikanski sendiharrin í
Danmark kom til Føroya,
og felagið var vertur fyri
einari móttøku í Listaskál-
anum. Á øðrum fundum
hjá felagnum hava fólk,
sum hava havt ymisk til-
knýti til USA verið við,
entin tað hava fólk, ið hava
búleikast yviri í Sambands-
ríkinum ella onnur, sum
kanska hava steðgað har í
styttri tíð í sambandi við
útbúgvin ella annað.
Hóast felagið eitur før-
oyskt-amerikanskt vinafel-
ag, so halda tó fast í før-
oyskum siði at møta ov
seint og ikki byrja fundin
stundisliga. Í felagnum er
tað flest føroyingar, sum
eru limir. Hesir kunnu á
einhvønn hátt hava áhuga
ella samband við risastóra
landið vestan hav. Sjálvur
er Michael Reveal amer-
ikumaður, og eisini aðrir
við sama statsborgararætti
sum hann vóru á fundinum.
Fundurin var fyri tað nógva
ein formellur fundur, har
nýggja nevnd skuldi velj-
ast, og roknskapurin skuldi
gjøgnumgangast og góð-
kennast. Áhugin var sum so
ikki lítil, tá hugsað verður
um, at hetta felagið ikki
júst ger so nógv um seg al-
ment. Fundurin varð hildin
í góðum umstøðum á Hotel
Hafnia.
Á fundinum segði Kári á
Rógvi eisini frá uppliving-
um og hugleiddi leingi frá
túrinum við Grundlógar-
nevndini(Faroese Constitu-
tional Committy) yviri í
Sambandsríkinum.
Felagið hevur í skrivandi
stund ikki eitt ovurstórt tal
av limum, men fráfarandi
nevndin eggjar øllum áhug-
aðum til at gerast limir.
Áhugaði kunnu venda sær
til Michael Reveal.
Størsta skuffilsi á fundin-
um var, at einki var tosa um
tað nú var rætt at loypa á
Afghanistan
ella
ikki.
Heldur ikki prát var um
amerikanska forsetan ella
um
aðrar
amerikanska
mentanarligar dýrgripir.
Fráfarandi nevndin í felagnum: a.f.v.: Michael Reveal, Max C. Weihe, Ólavur Gregersen og
Lynn Reveal
Mynd: Heri á Rògvi
Kári á Rógvi tosaði á
fundinum um túrin hjá
Grundlógarnevndini yviri í
USA
Á fundi hjá føroyska-
amerikanska vinafelagnum
C
M
Y
K
11
10