leygardagur 27. oktober 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Esbjerg stríddi seg
hóskvøldið í fjórð-
ingsfinaluna í
steypakappingini
ÚTISETAR
Jóannes Hansen
Christian Høgni Jacob-
sen var í fjúrtan manna
hópinum hjá Esbjerg,
sum hóskvøldið var í
Århus. Ørindini vóru at
stríðast við stórfelagið í
Århus um, hvat av
sigursvandu jysku fe-
løgunum skuldi vera í
hattinum, tá tað á mid-
degi í gjár varð kastaður
lutur um, hvussu liðini
skulu hittast í fjórð-
ingsfinaluni. Hon verð-
ur spæld langa fríggja-
dag, sum komandi ár
verður 29. mars.
Úrslitið var, at Esbjerg
vann, og harvið er fe-
lagið
hjá
Christian
Høgna Jacobsen eitt av
átta, sum framvegis hava
møguleikan at vinna
DONG
Cup,
sum
danska steypakappingin
nú eitur.
Christian Høgni var
tann einasti av teimum
trimum skiftisspælarun-
um, sum ikki kom á
vøllin.
Máttu verja væl
Esbjerg legði bragdliga
fyri, og fyrra partin av 1.
hálvleiki hevði álops-
maðurin Henrik Nielsen
tveir góðar møguleikar,
sum hann misnýtti.
So kom AGF meiri
við, og eftir hornaspark
komu teir á odda. Fyrstu
løtuna eftir steðgin vóru
teir tætt við aftur at
skora og harvið næstan
at leggja lok á, men tað
miseydnaðist.
Í staðin kom Esbjerg
fyri seg aftur, og fyrr-
verandi OB spælarin,
Jess Thorup, skoraði
tvær ferðir. Í báðum
førunum stútaði hann í
kassan. Fyrru ferðina
eftir hornasparksinnlegg
og seinnu ferðina eftir
uppspæl í borðinum og
høgan bólt innfyri. So
ráddi um at verja leiðsl-
una, og tí var ikki neyð-
ugt at seta ein álops-
spælara á vøllin.
Tí
kom
Christian
Høgni ikki inn hesa ferð,
men hann er í nánd av
besta liðnum, og tað
eigur at geva honum hug
og nærlagni at dríva á.
Kanska hann verður við
í fjórðingsfinaluni um
fimm mánaðir!
Nr. 208 • leygardagur • 27. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Christian Høgni
var á beinkinum
VÍF skal spæla móti
botnliðnum Tjaldri,
meðan Neistin og
H71, sum bæði hava
fult stigatal, hittast í
Havn
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Mest spennandi dysturin
hjá
monnum
hesaferð
verður í Havn sunnudagin.
Tá fara tveir av kandidat-
unum til gullið í ár at spæla
móti hvørjum øðrum.
Bæði Neistin og H71
hava fingið góða byrjan í
nýggja kappingarárinum.
Bæði liðini hava spælt
tríggjar dystir, og liðíni
hava vunnið allar dystirnar.
Tað er greitt, at eftir hetta
vikuskiftið kunnu bæði
liðini ikki hava fult stigatal.
H71 spældi mikukvøldið
í Runavík, og har var tað
strævið at vinna á Tjaldri,
sum gav stóra mótstøðu.
Fram móti endanum av
dystinum vóru tað tó hoy-
víkingar, sum vóru stinnari.
Neistin mannar gott lið í
ár, og sunnudagin skulu teir
vísa, at tað eru teir, sum
ætla at elta VÍF.
VÍF og botnurin
Føroyameistararnir
úr
Vestmanna fáa sunnudagin
vitjan
av
botnliðnum
Tjaldri. VÍF hevur skúgva
alla mótstøðu til viks
higartil í kappingini, og tað
verður eisini roknað við, at
teir vinna sunnudagin.
Mikukvøldið
dragnaði
Tjaldur í endanum av
dystinum ímóti H71, og
skulu teir fáa nakað burtur
úr hesaferð krevst, at teir
eru førir fyri at spæla við
fullari ferð allar minuttirnar
á tamb.
Seinasti
dysturin
hjá
monnum verður millum
KÍF og Kyndil, og hesin
dysturin verður spældur
leygardagin.
Kyndil hevur vunnið ein
av sínum fýra dystum í ár,
meðan KÍF hevur tapt allar
sínar tríggjar dystir.
Sunnudagin hittast
tvey tey fremstu liðini
í kvinnudeildini. VÍF
og Stjørnan vunnu
gull og silvur í fjør, og
tey eru aftur á odda í
ár
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Sunnudagin fáa fólk fyrstu
ábendingina um, hvørja
styrki kvinnuliðini hjá VÍF
og Stjørnuni hava í ár.
Hesi bæði liðini hava
fingið fulla úrtøkur burtur
úr trimum teimum fyrstu
dystunum í ár og roknað
verður við, at liðini fara at
verða í topppinum í vetur.
VÍF er favorittur til at
endurvinna meistaraskapin.
Liðið er sterkt, og nógvir
góðir spælarar eru á lið-
num. Síðani í fjør eru fáar
broytingar hendar á liðnum,
og
við
stórskjúttanum
Ioana Rapa á odda verður
tað trupult at steðga VÍF-
liðnum.
Stjørnan hevur spælt væl
higartil í ár, men liðið
hevur ikki somu breidd í
fjør, tá spælarar sum Vesna
Tomajek og Annika Ljós-
stein vóru afturat. Aðrir
spælarar hava tikið við, og
nú skulu teir vísa, um teir
klára at taka dystin upp við
VÍF.
Sóljan roynir aftur
Tveir aðrir kvinnudystir
verða um vikuskiftið. Í
Vági fær VB vitjan av
Kyndli sunnudagin, og her
er talan um lið, sum hava
fingið ymiska byrjan í
kappingini.
VB hevur vunnið tveir
dystir, men tapti móti
oddaliðnum VÍF. Kyndil
hevur vunnið ein av sínum
fýra dystum, og tí kann VB
roknast sum greiður favo-
rittur í hesum dystinum.
VB verður av nógvum mett
sum fremsti kappingar-
neytin hjá VÍF til gullið.
Leygardagin
verður
dystur í Vágum, har Sóljan
skal spæla ímóti Neist-
anum. Sóljan var seinasta
vikuskiftið um reppið at
koppa Kyndli, men havnar-
liðið fekk eitt mál meira.
Nú skulu vágakvinnurnar
royna at vinna á Neistan-
um.
Støðan 1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur
stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
91
64
27
6
2 H71
3
3 - 0 - 0
82
72
10
6
3 Neistin 3
3 - 0 - 0
77
74
3
6
4 StÍF
3
1 - 0 - 2
76
79
-3
2
5 Kyndil
4
1 - 0 - 3
92 103
-11
2
6 Tjaldur 3
0 - 0 - 3
72
79
-7
0
7 KÍF
3
0 - 0 - 3
71
90
-19
0
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur
stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
94
57
37
6
2 Stjørnan3
3 - 0 - 0
93
68
25
6
3 Neistin 3
2 - 0 - 1
75
57
18
4
4 VB
3
2 - 0 - 1
71
62
9
4
5 Sóljan
4
1 - 0 - 3
91
99
-8
2
6 Kyndil
4
1 - 0 - 3
90 117
-27
2
7 StÍF
4
0 - 0 - 4
69 123
-54
0
Tær bestu bresta saman
Havnarlið kappast
um oddasessin
Øll mansliðini uttan StÍF spæla um vikuskiftið. Neistin og
H71 spæla týðandi dyst í Havn, meðan VÍF fær vitjan av
Tjaldur
Andijana Milodanovic og Stjørnan skulu sunnudagin til
Vestmanna at spæla ímóti føroyameistarunum. Hetta er ársins
fyrsta styrkisroynd millum bestu liðini í seinasta kappingarári.
Mynd: Alexander Djorovic
13
12
Nr. 208 - 27. oktober 2001
FØROYA
BETONG SAGING
Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898
v/Hjaltur Tausen
Sosialurin - 311820
VEGG SAGING
Hurðar,vindeygu,
veggir, garðar o.a.
GÓLV SLÍPING
GÓLV SAGING
Rennir, keiøki, asfalt,
upptøka og burturbeining
o.a.
HOL SAGING
Frá Ø 24 mm.
til Ø 450 mm.
GÓLV FRESING
Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum.
Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum
til fríhold.
Ókeypis fyrilestur
Ókeypis fyrilestur verður mánakvøldið 29. og týs-
kvøldið 30. okt. kl. 19.00 í Mettustovu v/ Birgitta og
Lars úr Svøríki. »Nýggjar leiðir til menning«.
Vegleiðing mánadagin kl. 15.00-18.00 og týsdagin
kl. 9.00-12.00 og 14.00-18.00.
Pedagogur
Søkt verður eftir pedagogi til barnagarðin við
Velbastaðvegin, 40 tímar um vikuna, at byrja
1.desember 2001.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin er sjálv-
ognarstovnur og normeraður til 60 børn í
aldrinum 3 - 7 ár, býtt sundur í 3 stovur.
Á hvørjari stovu starvast í løtuni tveir pedagogar
og eitt hjálparfólk.
Førleikar: Tann ið verður settur, skal hava góð
samstarvsevnir, vera kreativur, dáma at vera í
náttúruni og síggja møguleikarnar í okkara
nærumhvørvi, arbeiða sjálvstøðugt og duga at
síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal vera Barnagarðinum í hendi í
seinasta lagi 9.oktober 2001 kl. 12.00
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda
sær til leiðaran á tlf. 314373.
Barnagarðurin við Velbastaðvegin
Velbastaðvegur 41
FO 100 Tórshavn
Valevnislistar
Kirkjuráðsval í Kollafjarðar kirkjusókn
6. november 2001
LISTI 1
Valevni
Anfinn Eli Dam
Kollafjørður
Óluva N. Djurhuus
Kollafjørður
Holger Hansen
Kollafjørður
Ingunn Joensen
Signabøur
Elvira Poulsen
Kollafjørður
Alif Hansen
Signabøur
Petur Gilbert Gullaksen
Kollafjørður
Odmar Joensen
Kollafjørður
Stillarar
Elly Fagraklett
Kollafjørður
Ellfríð Dam
Kollafjørður
Signa Joensen
Kollafjørður
Grettir Djurhuus
Kollafjørður
Kitty Hansen
Kollafjørður
LISTI 2
Valevni
Randi M. Hansen
Kollafjørður
Edil Thomsen
Kollafjørður
Øssur av Steinum
Kollafjørður
Stillarar
Gisleyg Danielsen
Signabøur
Olaf Petersen
Signabøur
Elsa Samuelsen
Kollafjørður
Bjarni Petersen
Kollafjørður
Maria av Steinum
Kollafjørður
Herborg Christiansen
Kollafjørður
Valið fer fram á kommunuskrivstovuni nevnda
dag kl. 10–12 og kl. 14–20.
Valstýrið fyri Kollafjarðar kirkjusókn
Kvinnuskeið um
sjálvsmenning
Ert tú konufólk og hevur áhuga fyri at menna teg
persónliga, hevur júst hetta skeið kanska tín
áhuga. Skeiðið, sum er fyri kvinnur í øllum
aldursbólkum, verður hildið í Havn í døgunum
17.–18. november í ár í Stoffalág 82 frá kl. 9-17
báðar dagar. Luttakaratalið er avmarkað til í
mesta lagi 16 luttakarar. Kostnaður er 1850 kr.
íroknað skeiðtilfar og kostarhald.
Skeiðleiðari er Anette Sundby. Hon er uppruna-
liga útbúgvin fólkaskúlalærari, men hevur sein-
astu 12 árini skipað fyri skeiðvirksemi.
Áhugaðar kunnu fáa nærri upplýsingar um
kvinnuskeiðið við at venda sær til Sigrún Mohr,
telf. 315298, ella til Anette Sundby, tlf.0045
45424650, telduadr: email@anettesundby.dk
Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna www.
anettesundby.dk
Íbúð
Fyri eitt av starvs-
fólkum okkara søkja
vit eftir íbúð í Tórs-
havn, frá 1. desemb-
er. Alt hevur áhuga.
Vinarligast setið
tykkum í samband
við Njal á fartlf.
225415.
Elding í SMS
Box 1289
FO-110 Tórshavn
pdf
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
12
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið