leygardagur 27. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 208 - 27. oktober 2001
15
Flogbóltur: Hvørki
TB ella Fram spælir
hetta vikuskiftið, og tí
eru tað liðini undir
teimum, sum nú
skulu royna at fylgja
við
Bæði TB og Fram hjá
ávikavist
kvinnum
og
monnum hava frí hetta
vikuskifti, og tí verða
dystirnir í dag og í morgin
fyrst og fremst avgerandi
fyri, hvørji lið verða størstu
kappingarneytarnir
hjá
hesum báðum í byrjanini av
kappingini.
Hjá kvinnunum er tað
soleiðis, at TB hevur fingið
best hugsandi byrjan og
hevur vunnið tveir dystir,
meðan øll hini liðini longu
hava tapt.
Í dag vitja føroyameistar-
arnir úr Drátti í Havn, og
um alt gongur eftir vild hjá
teimum, vinna tær móti
Fleyr, sum ikki sær út til at
vera so sterkt í ár. Tær taptu
3-0 móti ÍF, meðan Dráttur
hevur vunnið 3-1 móti ÍF,
so tað skuldi verið løgið,
um Dráttur ikki vinnur í
dag.
Hin dysturin í bestu
kvinnudeildini er í Klaks-
vík í morgin millum Mjøln-
ir og ÍF. Mjølnir tapti í
fyrsta umfari móti TB og
hava ikki spælt síðani, so
tær verða ivaleyst grammar
eftir at fáa fyrstu stigini í
morgin. ÍF eigur eisini at
vera ein yvirkomilig upp-
gáva, men hava eysturoyar-
kvinnurnar ein góðan dag,
kunnu tær hótta Mjølnir,
eisini á útivølli. Men
Mjølnir er favorittur undan
dystinum.
Fram fær ein granna
Hjá monnunum sleppur
oddaliðið Fram undan at
spæla hetta vikuskifti.
Í Gundadalshøllini verð-
ur dystur millum Fleyr og
SÍ í dag. Hetta sær út til at
kunna gerast ein sera
spennandi dystur, tí bæði
liðini hava ætlanir um at
vera við í oddastríðnum í
ár. Bæði Fleyr og SÍ hava
longu vunnið móti ÍF, og
vinnarin í dag kemur upp á
sama stigatal sum Fram,
sum sostatt fær ein granna
á stigatalvuni. Spurning-
urin er bara, um tað verður
Fleyr ella SÍ.
Fleyr fekk eina góða
byrjan uppá kappingina við
at vinna 3-0 á Kambsdali,
meðan SÍ síðsta leygardag
tapti móti Fram og sostatt
upplivdi eitt sindur av
mótgangi fyri fyrstu ferð í
hesum kappingarárinum.
Spennandi verður at síggja,
um teir so hava rist hetta
tapið av sær, ella um Fleyr
eins og Fram stendur við
fullum stigatali aftaná tveir
teir fyrstu dystirnar.
Hin dysturin hjá monn-
um verður í Klaksvík í
morgin, og eins og hjá
kvinnunum eru tað Mjølnir
og ÍF, sum spæla. Hetta er
so tann avgjørdi botndyst-
urin í kappingini, tí higartil
hevur hvørki av liðunum
fingið stig. ÍF hevur tapt
tvær ferðir og hevur enn
ikki vunnið eitt sett, meðan
Mjølnir tapti tepurt 2-3
móti Fram í teirra higartil
einasta dysti í kappingini.
Tí kundi okkurt bent á, at
Mjølnir í løtuni er eitt
sindur betur fyri enn ÍF.
Hvussu er og ikki, so er
tað heilt vist, at taparin av
hesum dystinum sum tað
einasta liði stendur uttan
stig sunnukvøldið, og tað er
ein støða, sum hvørki av
liðunum ynskir at koma í.
Tí kunnu vit rokna við, at
tað verður kempað hart um
hvønn
einasta
bólt
í
Klaksvík í morgin.
Dystir og støða – kvinnur:
27/10:
Fleyr-Dráttur
13.00 Gundadalshøllin
28/10:
Mjølnir-ÍF
17.00 Klaksvík
TB
2
2-0
6-0
4
ÍF
2
1-1
4-3
2
Dráttur 2
1-1
3-4
2
Fleyr
1
0-1
0-3
0
Mjølnir 1
0-1
0-3
0
Dystir og støða – menn:
27/10:
Fleyr-SÍ
15.00
Gundadalshøllin
28/10:
Mjølnir-ÍF
15.00
Klaksvík
Fram
2
2-0
5-3
4
Fleyr
1
1-0
3-0
2
SÍ
2
1-1
4-3
2
Mjølnir 1
0-1
2-3
0
ÍF
2
0-2
0-6
0
Oddaliðini hava frí
Dráttur vitja um vikuskiftið í Havn, har dystur er ímóti Fleyr. Í Klaksvík spæla Mjølnir og ÍF
Hvørki Mjølnir ella ÍF hava fingið stig í sínum dystum higartil í ár, og tí ræður um at vinna, tá liðini hittast í Klaksvík
sunnudagin
15
14
Nr. 208 - 27. oktober 2001
Seinastu tíggju árini
er tað bara eina ferð
komið fyri, at besti
málskjúttin í
landskappingini
hevur verið á liðnum,
sum hevur vunnið
FM
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Besti málskjúttin í farna
kappingarárinum var Helgi
Lamhauge Petersen. Helgi
skoraði nítjan mál fyri
silvurvinnararnar í GÍ. Í
kvøld – tá gylti skógvurin
verður handaður honum –
verður tað síðsta ferðin, at
Helgi fer at umboða GÍ – í
hesum umfarinum í hvussu
so er. Komandi kappingarár
fer hann at spæla við NSÍ.
Árið í ár var tíggjunda
kappingarárið, síðani før-
oysk feløg fyrstu ferð
spældu við í Europa Cup.
Tá føroysk feløg fóru at
taka lut í europeisku kapp-
ingunum, varð alt meiri
gjørt fyri at hava skil á
hagtølunum, m. a. hvør
skoraði málini í einstøku
dystunum og harvið eisini
hvussu máltindurin sá út.
Á onkrum av fótbólts-
heimasíðunum eru yvirlit
yvir dystir og úrslit nógv
longri aftur, og t. d. á
heimasíðuni hjá B68 sæst
hvør hevur skorað málini.
Sjáldan meistari
Í fótbóltsárbókunum, sum
eru komnar síðani 1992,
eru fullfíggjað yvirlit, sum
vísa allar málskorarnar í
øllum dystunum, og harvið
er máltindurin eisini full-
fíggjaður.
Merkisvert er tað, at hesi
seinastu tíggju árini er tað
bara eina ferð komið fyri, at
besti málskjúttin hevur
umboðað tað liðið, sum
vann FM heitið. Tað var í
1994. Gí var meistari annað
árið á rað, og fyrsta árið,
hann spældi við GÍ, var
John Petersen toppskjútti.
Øll hini árini hevur besti
málskjúttin
spælt
við
øðrum liðum enn meistara-
liðnum.
Drúgvir
Sjey ymiskir spælarar hava
verið toppskjúttar tey sein-
astu tíggju árini. Tríggir
hava verið toppskjúttar
tvær ferðir – Uni Arge,
Jákup á Borg, og Súni Fríði
Johannesen – og bara Jákup
á Borg hevur verið topp-
skjútti tvey ár á rað.
Tað er stórur munur á,
hvussu mong mál topp-
skjúttarnir hava skorað tey
ymisku árini. Lægsta talið
var í 1993, tá Uni Arge var
besti málskjúttin við ellivu
málum. Men Uni Arge var
so nógv bestur, tí Torbjørn
Jensen hjá B71 skoraði
næstflest – átta mál!
Uni Arge er eisini annar
av tveimum, sum hevur
skorað flest mál í hesum
tíggju ára skeiðnum. HB
álopsmaðurin skoraði 24
ferðir í 1997, tá HB fekk
silvurmerkini, og B36 vann
gull. Hetta var sama talið,
sum Súni Fríði Johannesen
rakk í 1995, tá B68 fekk
bronsukrónurnar, og HB
fekk silvur – hesa ferð
aftanfyri GÍ.
Tað ber
ikki til at siga annað, enn at
toppskjúttarnir tíggju tey
seinastu árini hava verið
rættuliga drúgvir í fremstu
røð. Símun Petur Justinus-
sen, sum var toppskjútti í
1992, er tann einasti av
teimum, sum ikki hevur
verið í 1. deild í ár, men
hann tænti fyri seg í bestu
deildini. Frá tí at GÍ kom í
1. deild í 1980 og fram til
1999, tá hann spældi við í
fimm landskappingardyst-
um, var Símun Petur Justin-
ussen við í fremstu røð.
Klaksvíkar Róðrar-
felag hevur fingið
eitt 5–mannafar
afturat, og fyrst í
komandi ári fáa
teir eitt nýtt
10–mannafar
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í summar kom Klaks-
víkin aftur á føroyska
kappróðrarkortið, og tað
var ikki við mýkindum.
Teir vunnu trý meistara-
heiti – 5–mannafør gent-
ur, 6–mannafør kvinnur
og 8–mannafør.
Og nú arbeiðir Klaks-
víkar Róðrarfelag fyri at
skapa møguleikar fyri
uppaftur fleiri sigrum og
meistaraskapum.
Sambært heimasíðuna
hjá felagnum – krf.fo –
fáa klaksvíkingar tveir
nýggjar bátar afturat.
Tað er Sámal Hansen í
Runavík, sum smíðar.
Hann er longu liðugur
við 5–mannafarið, sum
er komið til Klaksvíkar,
og hann er farin undir
10–mannafarið, sum teir
rokna við verður liðugt
frá bátasmiðinum ikki
so langt eftir ársskiftið.
Norðoya
Sparikassi,
sum er høvuðsstuðul hjá
Róðrarfelagnum, hevur
goldið fyri 5–manna-
farið. Einki stendur á
heimasíðuni um, hvør
skal rinda fyri 10–
mannafarið.
Tá manningarnar í
summar komu aftur av
vestanstevnuni við trim-
um FM sigrum, var sera
nógv fólk komið saman
í góðveðrinum. Tá helt
onkur fyri, at um teir
høvdu farið runt við
bússuni tað kvøldið, so
hevði ikki verið langt
frá, at teir høvdu fingið
fyri eitt 10–mannafar!
Rúm fyri tólv
manningum
Klaksvíkar Róðrarfelag
eigur eitt stórt og rúm-
ligt neyst á Tingstøðni á
Biskupsstøð, men nú fer
so smátt at fyllast í
neystinum.
Í fjør og í ár fekk fe-
lagið eina nýggja Fípuna
Føgru, ein nýggjan Páll
Fanga og eitt nýtt Nevið
Reyða. Umframt hesar
bátarnar vóru farmman-
undan eitt 5–mannafar,
sum nú eitur Snípan, og
so 8–mannafarið Hav-
renningur. Nú fara átta
kappróðrarbátar
at
standa í neystinum.
Um allir átta bátarnir
fara at verða flotaðir og
nýttir
til
kappróður
komandi
kappingarár
(tað er rúm fyri ikki
færri enn tólv manning-
um!) er ikki avgjørt enn.
Gamli
Klaksvíkingur
luttók ikki í kappingini í
ár. Tá tað royndist væl
hjá hinum manningun-
um, varð nógv tosað um,
at tað hevði verið prikk-
urin yvir i–num, um tað
hevði eydnast at tikið lut
í kappingini millum
10–mannaførini og at
staðið seg væl.
Nú letur til, at teir
hava ítøkiliga ætlanir
um at gera dreymin til
veruleika.
Tveir kappróðrarbátar
afturat til Klaksvíkar
Toppskjúttar 1992–2001
Ár
FM
Spælari
Felag
Mál
1992
B68
Símun P. Justinussen
GÍ
14
1993
GÍ
Uni Arge
HB
11
1994
GÍ
John Petersen
GÍ
21
1995
GÍ
Súni Fríði Johannesen
B68
24
1996
GÍ
Kurt Mørkøre
KÍ
20
1997
B36
Uni Arge
HB
24
1998
HB
Jákup á Borg
B36
20
1999
KÍ
Jákup á Borg
B36
17
2000
VB
Súni Fríði Johannesen
B68
16
2001
B36
Helgi L. Petersen
GÍ
19
Máltindurin 2001
Helgi L. Petersen
GÍ
19
John Petersen
B36
16
Fróði Benjaminsen
B68
13
Heðin á Lakjuni
B36
12
Birgir Jørgensen
VB
12
Súni Fríði Johannesen
B68
11
Kurt Mørkøre
KÍ
9
Krzystof Popczynski
VB
9
Jákup á Borg
B36
8
Sorin Anghel
EB/Str.
8
Óli Hansen
GÍ
8
Allan Mørkøre
HB
7
Marek Wierzbicki
VB
7
Eli Hentze
B71
6
Jón Sigurd Gleðisheygg
EB/Str.
6
Tór–Ingar Akselsen
FS Vágar
6
Henning Jarnskor
GÍ
6
Sámal Joensen
GÍ
6
Alexander Djordjevic
KÍ
6
Magni á Lakjuni
B36
5
Marcello Marcellino
B68
5
Jón Rói Jacobsen
HB
5
Gunnar Mohr
HB
5
Sjúrður Jacobsen
NSÍ
5
Sonni L. Petersen
NSÍ
5
Robert Cieslewicz
VB
5
Jón Pauli Olsen
VB
5
Kenneth Jacobsen
B36
4
Rógvi Jacobsen
HB
4
Arnold Joensen
B68
3
Kári Reynheim
B71
3
Birgir Joensen
FS Vágar
3
Hannus Olsen
FS Vágar
3
Bartal Eliassen
GÍ
3
Zdzislaw Janik
GÍ
3
Uni Arge
HB
3
Bárður Mortansson
HB
3
Fríðin Ziskason
KÍ
3
Ken Nónklett
NSÍ
3
Jens Kristian Hansen
B36
2
Klæmint Matras
B36
2
Mortan Hansen
B68
2
Øssur Hansen
B68
2
Jógvan Jón Petersen
B71
2
Ronnie Samuelsen
EB/Str.
2
Sonni Johansen
FS Vágar
2
Poul Ennigarð
GÍ
2
Áslakur R. Petersen
GÍ
2
Harley Bertholdsen
KÍ
2
Ove Nysted
KÍ
2
Djóni N. Joensen
NSÍ
2
Gert Langgaard
NSÍ
2
Eddie Mikkelsen
NSÍ
2
Marner Richardt
VB
2
Toppskjúttin hevur sjáldan
verið á meistaraliðnum
Helgi L. Petersen var besti máskjúttin í landskappingini í fótbólti. Leygarkvøldið verður hann
heiðraður fyr hetta
C
M
Y
K
14