Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 208 - 27. oktober 2001 Sølu/Marknaðar- leiðari Eitt spennandi og áhugavert starv sum sølu- og marknaðarleiðari er leyst at søkja hjá P/f Vónini. Arbeiðsuppgávurnar fevna um sølu og marknað- arføring innanlands eins væl og uttanlands. Tann, sum settur verður, má m.a. vera kønur í norðurlendskum og enskum máli, vera vanur við telduarbeiði og eiga at vera førur fyri at leggja søluarbeiðið væl til rættis. Arbeiðið er sera spennandi, fjølbroytt og sjálv- støðugt, og í sera góðum arbeiðsumhvørvi. Lønarviðurskifti og setanartreytir verða avtalað við leiðsluna. Umsókn, saman við møguligum prógvum, eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.november. P/F Vónin P/F Vónin Bakkavegur 22 Álaker Postboks 19 FO-100 Tórshavn FO-530 Fuglafjørður Tlf. 354391 Tlf. 444246 Landsfelag Sjálvstýrisfloksins heldur ársaðalfund og landsfund í Skálanum í Klaksvík leygardagin 3. november kl. 13.00. Dagsskrá sambært lógina. Landsfundurin viðger politisk mál og politisku støðuna. Um kvøldið verður døgverði v/undirhaldi. Skipað verður fyri farti báðar vegir, sigið frá hjá økisfelagnum ella hjá Landsfelagnum, haðani eisini meira fæst at vita. Landsnevndin Tlf. 422430 ella 422292 E-mail: thala@post.olivant.fo Tlf. 215482, Norðoya Sjálvstýrisfelag Teknmálstulkur Søkt verður eftir útbúnum teknmálstulki at byrja 1. jan. 2002. Starvið er hálva tíð og er dag-, kvøld- og viku- skiftisarbeiði. Løn samb. starvsmannafelagssáttmálanum. Umsóknarfreistin er 1.12.2002. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum skulu sendast til: Teknmálstulkatænastan Íslandsvegur 10 C 100 Tórshavn Serflutningsbussur hjá Klaksvíkar Kommunu til sølu Serflutningsbussur kommununnar verður hervið lýstur til sølu, um hóskandi boð fæst. Bussurin, sum er av merkinum Ford Transit 2500 T/D, er góðkendur til 15 persónar, hevur lyftu til rørslutarnað og myndatól aftan. Hann er skrá- settur fyrstu ferð í mai 1999. Áhugað kunnu venda sær til Jancy Biskopstø Klein á Sosialu Deild,telefon 456388,ella Jan Ask- ham í Smiðjuni, telefon 456387. Klaksvíkar Kommuna Goymslufólk Hervið verður søkt eftir einum fólki m/k til goymslu okkara at byrja skjótast gjørligt. Fyrimunur er,um umsøkjarin hevur goymslu- ella lærlingaútbúgving, men hetta er ikki nakað krav. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Svend Krosstein ella Jan Danielsen. Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina um- sókn. Pf. Svend Krosstein er einasta VVS-heilsøla í landinum, og hevur eisini størsta VVS-handil í landinum. Vit selja m.a. alt tilfar til: kloakkleiðingar, vatnleiðingar, hita og sanitet og veiðireiðskap. Í fyritøkuni starvast í løtuni 16 fólk fulla tíð. Svend Krosstein Falkavegur 6 - FO 110 Tórshavn Tel. 314600 - Fax 314601 Teldupostur: sk@post.olivant.fo og góð tilboð Nr. 208 • leygardagur • 27. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Kvennkynsplágur Urd Johannesen skrivar um far- telefonina, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan Lesið á síðu 7 Áhugin fyri sjónleiki- num drívur verkið - Hetta er eitt ótrygt livibreyð, tí sum sjónleikari í Føroyum kanst tú missa arbeiðið, nær tað skal vera, sigur Hans Tórgarð Hon vælir um okkara tjóðararv - Tað er mær ein stórur persónligur heiður at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen, sigur Tina Johannesen, pappírskonservator Lesið samrøðu á síðu 4-5 Lesið á síðu 3 FRÍTÍÐARSKÚLI Ingrid Bjarnastein Børnini í frítíðarskúlanum eru full av orku. Tey renna runt allan dagin og spæla. Fýra starvsfólk og ein leið- ari fylgja teimum gjøgnum seinnapartin. – Tað er ógvuliga stutt- ligt at vera her, sigur sjey ára gamla Kristianna úr 1. a í Venjingarskúlanum. – Vit spæla, mála og byggja bátar. Í dag hava vit málað bløð. Børnini hava nakrar fast- ar aktivitetir. Til dømis sleppa tey at vera í høllini á háskúlanum, har tey hava dansi- , sang- og bóltspøl. Stórt øki er rundan um frítíðarskúlan, har børnini kunnu spæla. – Eg haldi eisini, at tað er stuttligt, at vera her, sig- ur sjey ára gamli Sverri, sum eisini gongur í 1. a í Venjingarskúlanum. – Vit plaga at spæla Police Force, sum er eitt spæl við monnum og bilum. Við- hvørt sita vit í hvílirúmi- num og lesa Dunnald Dunnu. Vit duga ikki at lesa tað, sum er skrivað, men vit hyggja bara eftir myndunum, og tað er eis- ini stuttligt. Sjálvur frítíðarskúlin er eini sethús í trimum hædd- um. Á miðhæddini er inn- gongdin, har køkur og spælistova er. Á loftinum er eitt sokallað genturúm við dukkum, koppastelli og øðrum gentuleikum. Eisini er eitt dreingjarúm har dreingirnir plaga at spæla bil og byggja torn. Í kjallaranum er eitt hvílirúm. Har liggja mad- rassur á gólvinum og bløð til børnini at lesa. Inni í hvílirúminum hava børnini møguleika til at binda frið og hvíla seg eina løtu. Eitt sjónleikararúm við palli er eisini í kjallaranum. Har hava børnini møguleika at framføra sjónleikir. Síðsta rúmið í kjallaranum er arbeiðsrúmið, har børnini sleppa at mála, byggja bát- ar og annað. Børnini syrgja fyri sær sjálvum tað mesta av deg- num. Tey gera tað tey hava hug til og renna úti og spæla. Øll børnini eru samd um, at teimum dám- ar ógvuliga væl at vera á frítíðarskúlanum. Børn hugna sær í frítíðarskúlanum Dagliga eru 41 børn úr tveimum 1. flokkum úr Venjingarskúlanum á frítíðarskúlanum úti í Hornabø í Havn. Har spæla tey og hugna sær, til foreldrini koma aftur úr arbeiði Dreingirnir spæla í dreingjarúminum C M Y K 17 16