Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eirikur Lindenskov Í gjár vórðu liðin 75 ár síðani, at hjúnini Denna og Kjartan Mohr giftust – og hildu brúdleyp í Klubba- num í Havn. Hetta brúd- leypið var slóðbrótandi, tá hugsað verður um dansi- viðurskiftini í Havnini mestan partin av øldini, tí tá spældi kenda orkestrið, Gággan, fyri fyrstu ferð til dans – og helt á fram til 1976. Í sambandi við at orkest- rið hevði ætlanir um at leggja árarnar inn, tosaði Johnsigurd Johannesen, blaðmaður á Sosialinum, við Andreas Restorff í september 1976. Andreas spældi við Gágguni í 29 ár. Vit geva Johnsigurd orðið: »Tað elsta dansiorkestrið í Føroyum, Gággan, verður fimmti ár í heyst. Øll hesi árini hevur verið spælt at kalla uttan íhald, men við skiftandi manning. Nú verður tað helst ikki leingi afturat. Sjónleikarhúsið í Havn hevur avgjørt at úti- hýsa øllum dansi vegna umbygging, og tað ljóðar, at Gággan fer at halda uppat, tá umbyggingin er byrjað. Ein teirra, sum spældi í Gágguni frá fyrsta degi og í 29 ár, er Andreas Rest- orff. – Tað mundi vera av tilvild, at vit fóru at spæla saman, sigur hann. – Vit vóru fimm, sum allir høvdu áhuga fyri tónleiki, og fyrstu ferð, vit spældu fyri fólki, var til brúdleyp- ið hjá Dennu og Kjartan Mohr. Brúdleypið stóð í Klubbanum. Allir vóru vit bodnir í brúdleyp, og tá tað var liðið út móti dansitíð um kvøldið, fóru vit upp á pallin at spæla. Jazzband Triumph Gággan er ikki tað upp- runaliga orkesturnavnið. Andreas Restorff sigur, at fyrstu tíðina kallaðu teir orkestrið Jazzband Tri- umph. Teir, sum spældu fyrstu árini, vóru Andreas R. Jac- obsen (Andreas í Vágs- botn), sum spældi klarinett og saxofon, Stig Heinesen, sum eisini spældi klarinett og saxofon, Andreas Rest- orff klaver, Niels Restorff trummur og Verland Johansen saxofon og contrabass. – Men Verland dugdi annars at spæla upp á eitt- hvørt ljóðfar, hann fekk stungið í hondina, heldur Andreas fyri. – Vit royndu at vera nærlagdir, meðan vit vandu. Hoyrdu vit eina góða plátu, so royndu vit at fáa okkara spæl at líkj- ast tí á plátuni sum mest. Eisini lurtaðu vit nógv eft- ir tónleiki í radio og lærdu okkum løg haðani. Tey fyrstu ljóðførini, Jazzband Triumph fekk, vórðu bíløgd úr París. – Gjøgnum ein príslista keyptu vit eitt trummusett og eina C-saxofon. Klaver var í Klubbanum framm- anundan. Andreas sigur, at aðru ferð teir spældu fyri fólki, var til eitt sokallað »damu- ball« í Føroya Banka. – Tað vóru konufólkini, sum stílaðu fyri. Eg minn- ist, at Dagny Mohr var ein av fyrireikarunum. Síðani fóru vit av álvara at spæla til dans hvørt sunnukvøld í Klubbanum aftan á bio- sýningina. Okkara uppgáva var eis- ini at flyta stólar, og tað gjørdu vit so skjótt, at sveittin lak úr hvørjum hári. Harumframt varð spælt til brúdleyp og veitslur. Ungir spælimenn Tað vóru ungir spælimenn í Jazzband Triumph. Sjálv- ur var Andreas ikki eldri enn 16 ár, tá teir byrjaðu. – Tá gekk eg í realskúla. Tað var tíðum, at vit spældu til klokkan fimm, seks um morgnarnar, og skúlin byrjaði klokkan átta. Men tað løgdu vit einki í. Eitt atgongumerki til Gággudans nú og tey árini, Andreas spældi, kostar eins nógv og teir fingu fyri at spæla eitt heilt kvøld. – Tá fingu vit einar 10- 15 krónur í part, og at- gongugjaldið var 1 króna fyri konufólk og 1,25 krónur fyri mannfólk. Tá Tórshøll stóð liðug, fór Gággan úr Klubbanum og niðan hagar at spæla. – Har varð spælt til al- mennan dans í nøkur ár, men undir krígnum fóru vit at spæla í Sjónleikar- húsinum, har Gággan spælir enn. – Tá varð spælt einar fýra, fimm ferðir um vikuna fyri ymsum her- deildum hjá eingilskmonn- um, og altíð vóru tað tær somu genturnar, sum vóru við. Men sunnukvøld varð altíð spælt til almennan dans. Sum sild í tunnu Andreas minnist, hvussu tað var at spæla undir kríg- num. – Tá varð blendað fyri vindeyguni við tjúkkum plátum. Eingilskmenn og marinarar royktu stórar Virginia-sigarir, og roykur- in var øgiligur. Eingin ven- tilatión var heldur, so mangan var tað ikki inni- verandi. Fólk stóð sum sild í tunnu, men tey stuttleik- aðu sær óført. Tað skuldi eitt sterkt bróst til at spæla so ofta um vikuna. Eg minnist, at tá vit spældu eitt ávíst lag, komu eing- ilskmenn og marinarar við einar wiskeyfløsku upp á pallin til okkara. Andreas sigur, at tað var eitt sjáldsama gott vinarlag millum teirra, sum spældu í Gágguni. Har kundi av sonnum orðafellið »en for alle og alle for en« brúk- ast. Gággan plagdi eisini at fara út um landið at spæla til ymsar samkomur. T. d. varð spælt í Klaksvík og í Suðuroy. Men treytin var, at eitt klaver var har á plássinum, sum spælt varð. Tað varð ferðast við Sleip- ner og Tjaldrinum. Tá út- varpið byrjaði í 1957 varð onkuntíð spælt har eisini. Trúlovilsi og giftarmál – Nú ljóðar, at Sjónleikar- húsið skal umbyggjast og samstundis útihýsa Gágg- uni, og eg skilji, at tað er stór mótstøða í bløðunum ímóti hesi ætlan. Ja, Gágg- an má víkja fyri fínari tingum, og helst fara teir at halda uppat, tá teir ikki sleppa at spæla har longur. Tað havi eg skilt á lagnum. Men Gággan man hava verið orsøkin til mong trú- lovilsini og giftarmálini gjøgnum tíðina. Í Gággu- dansi fanst ið hvussu er al- tíð eitt høvi til at trúlova seg…, endar Andreas Restorf. Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 3 2 Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Yvirgangsgerðirnar á USA tann 11. september og bumburnar, sum USA nú letur regna yvir Af- ganistan, setur nógv ger- andisdags viðurskiftir í eitt nýtt perspektiv. Tað setur eisini tann hvønn- dagsliga politikkin í eitt størri perspektiv. Man verður varugur við, at heimurin uttanum okkum ikki bara hevur sekunder- an týdning, men er nakað vit hava skyldu at brýggja okkum um. Í hesum glob- aliseringstíðum átti hetta kortini at verið eyðvitað eisini undur minni hótt- andi umstøðum. Í Føroyum hyggja vit alt ov nógv og gjølla at okkara egna nalva. Kanska ein av orsøkunum til, at politiska kjakið í Føroyum alt ov ofta er á so lágum og einkissigandi støði er, at vit alt ov sjálv- dan lyfta høvdinum og síggja okkum sjálvi í ein- um heimsperspektivi, sum ein finna í heimspolitikki- num, har fortreytirnar eis- ini fyri okkara lítla sam- felag verða lagdar. Hví er føroyskur politikkur so nalvafestur? Hvussu kunnu vit fáa størri per- spektiv á hann og harvið lyfta hann upp á eitt hægri, minni persón- brikslandi støði. Eg haldi meg ikki hava nakað fullgott svar, men eg vil tá meta, at tað at vit ikki kunnu føra uttanríkis- politikk er óheppið, og hevur avleiðingar sum røkka inn í tað heimliga politiska kjakið. Vit verða ov sjálvdan konfronterað við størri mál har teir et- isku spurningarnir kunnu snúgva seg um lív og deyða. Ei heldur nýtast vit at umhugsa tey stevnumið sum umheimurin, t.d. í ST- ella øðrum altjóða felagsskaps høpi, noyðast at taka støðu til. Stevnu- mið har tey einstøku lond- ini mugu hugsa um, hvussu tey ynskja, at hes- in globaliseraði heimurin skal síggja út. Tað er meir umráðandi nú enn nakrantíð áður at grunda um og luttaka í skapanini av heimsskipan- ini, hvør einstøk tjóð kann nú í nógv minni mun enn nakrantíð áður frábiðja sær at verða ávirkað av umheiminum. Øll eru ein integreraður partur av heimsskipanini í dag um vit vilja tað ella ikki, og tað er í stóran mun har fortreytirnar verða lagdar fyri tí mesta sum vit, sjálvt í heimligum poli- tikki, mugu hava eina støðu til. Eg skal ikki her koma við nakrari meining um, hvat eg haldi um hesa nýliberalistisku globali- seringina, har einki burt- urgoymt horn av heimi- num sleppur undan, men bert halda fast við, at hetta er nakað vit mugu fyrihalda okkum til og hugsa um. Og júst har liggur okkara trupulleiki, tí hví skal føroyskur poli- tikkur taka støðu til slíkt? Okkara rødd verður jú ikki hoyrd í nøkrum al- tjóða høpi. Vit eru bara eitt hjáland uttan rættindi til at verða hoyrd ella til at ávirkað. Tað kríggið ímóti terrorismu, sum boðað er frá, og sum flestu tjóðir í heiminum taka undur við, er ein veruleiki. Tað, sum hend- ur í Afganistan í dag er eisini ein veruleiki, men í teimum flestu londunum verður í hesum døgum nógv kjakast um, um tann amerikansk/bretski háttur- in at føra hetta stríðið ímóti terrorismu, er tann besti. Slíkt kjak verður ført frá fleiri atlitum, heimsspekingum, samfel- agsfrøðingum, politikkar- um og fólki annars við áhuga og kunnleika. Tað slepst ikki undan, at eitt slíkt kjak eisini setur dám á tað heimliga kjakið. Eg hugsi tað lyftir tað upp á eitt meir virðiligt støði. Tað vil tykjast óvirðilig at koma við tí vanliga smá- liga brikslinum, sam- stundis sum kjakast verð- ur um stórar etiskar spurningar viðvíkjandi al- tjóða støðutakan. Eg hugsi ikki tað er tilvildar- ligt, at spurningurin um fullveldi er so stórt júst í hesum tíðum. Um man er eitt tilvitað fólk, við áhuga fyri at ávirka tær fortreytir, ið eisini vit verða noydd at virka und- ir, so hevur tað størri týdning enn nakrantíð, at vera við í altjóða poli- tikki. Spurningurin um fullveldi verður meira og meira relevantur hvønn dag. Okkum tørvar so sárt størri frásjón. 75 ár síðani Gággan spældi fyrstu ferð Hvar er tað stóra politiska perspektivið? LIST Stefan í Skorini Í kjallaranum á Listasavni Føroya í viðalundini í Havn arbeiðir ein kvinna við at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen. Hesi tørva eina køna hond, tí fleiri teirra eru rættiliga illa farin gjøgnum árini. Vit eru í óruddiliga kjallaranum í listasavni- num, har Tina Johannesen úr Danmark klippir og lím- ar fyri fólk, ið eru so hepp- in at hava ognað sær papp- írsklipp hjá skaldinum undir Varða. Hon kennir tað sum ein stóran heiður at sleppa at umvæla hesi pappírsklipp. – William Heinesen er ein av teimum størstu lista- monnunum í Føroyum. Tí er tað ein heiður fyri meg at umvæla hansara lista- verk, sigur Tina Johanne- sen, sum fyrr hevur búð í Føroyum, tá hon arbeiddi á Landsskjalasavninum. William fór undir at gera pappírsklipp á gamalsaldrinum, tá hann var farin um tey sjeyti. Hó- ast høga aldur sín, gjørdi hann nøkur avbera vøkur pappírsklipp. Tina sigur seg undrast á, hvussu gott handalag hesin gamli mað- urin hevði, og hvussu ómetaliga stillhentur, hann hevur verið, tá hann við saksinum hevur sett ótelj- andi smálutir inn í myndir- nar. Stórur áhugi Tina Johannesen heldur, at umvælingararbeiðið gong- ur væl eftir umstøðunum. Hon hevur heldur tronglig arbeiðshøli, men hetta nervar ikki stórvegis. Hon hevur fingið eini 40 pappírsklipp tilsamans, og tað eru 18 eigarar, ið hava latið Tinu síni klipp hjá Williami. Øll klippini eru ogn hjá privatfólki. Tina sigur, at áhugin hevur verið stórur, og tað eru nøkur klipp, sum hon helst ikki fær tíð at um- væla, tí tey eru so nógv í tali. Tíðin er avmarkað, og hon hevur bara fingið tveir mánaðir at gera arbeiðið. Umframt at umvæla klippini, so gevur hon eis- ini eigarunum góð ráð um, hvussu tey kunnu varðveita klippini við at goyma tey á rættan hátt. – Tað er sera umráðandi, at klippini ikki hanga í sterkum sólarljósi hvønn dag, ella frammanfyri eini sterkari peru. Hetta ger, at liturin fer rættiliga skjótt. Eisini er tað av stórum týdningi, at klippini hanga í rúmum, har hitin er støð- ugur, og har luftin ikki er ov slavin, sigur Tina. Hon sigur, at tað eru so ómetaliga nógv viðurskifti, ið hugsast skulu um, tá tal- an er um at varðveita slík klipp. William Heinesen nýtti sjáldan tað besta til- farið, ið var at fáa, men hann tók mangan tað, sum lá við hondina. Hann hevur allarhelst nýtt vanligar lím- stiftir, tú keypir í bók- handlinum. – William hevur nýtt heilt vanligt gávupappír, jólapappír og enntá mat- pappír, sum verður nýtt til matpakkar. Myndirnar eru avbera vakrar, men tær halda ikki serliga leingi, sigur Tina. Tá tilfarið ikki er fyrsta floks, versna listaverkini, sum árini líða. Serkøn innan pappír Nú eru hesi klippini vorðin millum 20 og 30 ára gom- ul, og teimum tørvar um- væling frá einum serfrøð- ingi. Tina Johannesen er út- búgvin pappírskonservator á danska kunstakademi- num, har hon valdi pappír sum sergrein. Hon hevur millum annað arbeitt við teimum 800 ára gomlu ís- lendsku skriftunum. Í dag arbeiðir hon á Danmarks natur- og læge- videnskabelige bibliotek í Keypmannahavn. Hon hevur ikki roynt at umvæla pappírsklipp á henda hátt fyrr, men hon sigur, at hetta ikki er fremmant fyri hana. Hon hevur eisini tvey børn við sær í Føroyum, og tey ganga í Sankta Frans skúla, meðan mamman arbeiðir við klippum í listasavninum. Bárður skipað fyri Tað er Bárður Jákupsson, ið hevur tikið stig til hesa umvælingina fyri Listasavn Føroya. Og Tina heldur, at hann hevur rós uppiborið fyri hetta stigið. – Tað er sera umráðandi, at umvælingin fer fram í Føroyum. Um klippini skuldu verið send av landi- num, høvdu ikki so nógv fólk ikki latið tey til um- vælingar. Her kunnu tey lata tey inn og koma aftur eftir teimum. Á henda hátt kenna tey seg óivað trygg- ari við at lata mær hesi virðismiklu listaverkini, ið tey eru góð við, sigur Tina. – Eg samskifti allatíðina við eigararnar um, hvussu umvælingin skal gerast. Um tað er okkurt ivamál, so ringi eg og lati teir taka avgerð um, hvussu arbeið- ið skal gerast, sigur Tina, sum leggur stóran dent á at vera trúgv móti teimum upprunaligu verkunum hjá Williami. Tina hevur verið í Før- oyum síðan 1. september, og hennara starvstíð er nærum at enda komin. Hon hevur verið glað fyri henda møguleikan og hev- ur framt sína uppgávu við stórum nærlagni. – Hetta hevur verið ein dreymur, sum brádliga gerst veruleiki. Eg kann ikki forða fyri, at listaverk- ini farast við tíðini, men eg kann forða niðurbrótingini í eina tíð, so tey halda eitt sindur longri, sigur Tina at enda. Hon vælir um okkara tjóðararv - Tað er mær ein stórur persónligur heiður at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen, sigur Tina Johannesen, sum í løtuni stríðist við at umvæla klippini, sum eru illa farin við tíðini. Hon dylur ikki fyri, at tað er spennandi at arbeiða við verkum hjá mæta listamanninum Í november 1976 spældi Gággan fyri seinastu ferð til dans í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tá hevði orkestrið eisini hálva øld á baki Durita Holm skrivar: Fyrstu ferð, Gággan spældi, var tá Denna og Kjartan Mohr giftust 26. otkober í 1926. »Gággan« er best kenda navnið á dansibólkinum, men upprunaliga navnið var »Jazzband Triumph«, síðani »Jazzband Primus«. Í 1942 fekk orkestrið navnið Gággan eftir uppskoti frá Stig Rasmussen Tað er við stórum nærlagni, at Tina hevur gjørt sítt arbeiði. Hon roynir í øllum førum at vera trúgv móti tí upprunaliga verkinum hjá skaldinum undir Varða Mynd: Jens Kr. Vang Tina Johannesen hevur arbeitt við at umvæla pappírsklipp hjá Williami Heinesen. Hon kennir tað sum ein heiður at umvæla verk hjá einum sonnum meistara Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 19 18