Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 5 4 Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 Ein stóran part av hesum uppbyggjandi arbeiði hava Eyðun Johannessen, sum er leikhússtjóri, og Jenny Petersen, sum er fyrisiting- arleiðari, gjørt. Tey bæði taka sær av tí praktiska, so leikararnir sleppa at hugsa um sjónleikin fyrst og fremst. Stúrni Leikararnir stúra tó fyri framtíðini. Tað ganga tíð- indi um, at sjónleikurin ikki hevur fingið eins stóra játtan sum undanfarin ár, og Hans Tórgarð saknar samanhang í arbeiðnum frá myndugleikunum. - Vit hava møtt stórari vælvild frá myndugleikun- um seinastu árini, og Tór- bjørn Jacobsen gjørdi eitt stórt arbeiði fyri sjónleik- in. Tað tykist sum teir ymsu landsstýrismenninir við mentamálum ikki fylgja arbeiðnum hjá tí frá- farna upp, sigur Hans Tór- garð, sum saknar støðugari stýring innan sjónleikin frá myndugleikunum. Síðan henda samrøðan er gjørd, hevur sjónleikurin í Føroyum fingið eitt stórt herðaklapp. Tað var tá hann fekk báðar tvær pen- ingagávurnar frá Mentan- argrunni Landsins á sam- komu í Norðurlandahúsi- num mánadagin í hesi vik- uni. Hetta er kanska ein ábending um, at sjónleik- urin kortini er á dags- skránni hjá myndugleikun- um. Eyðun Johannessen fekk mentanarvirðisløn landsins fyri at hava verið leiklistar- ligur undangongumaður við ómetaligari megi. Fuglafjarðar Sjónleikara- felag fekk heiðursgávu landsins, og tað er serliga fyri at hava sett á stovn mentanarhúsið í bygdini. Víst varð á, at hesar virðislønir vóru úrslit av einum felags átaki hjá yrkis- og áhugasjónleikar- um í Føroyum. Hetta sigur okkum, at sjónleikurin hevur tikið seg nógv fram seinastu árini, og Hans Tórgarð hevur verið partur av hesi framgongd. Einmansleikir eru strævnir Hans Tórgarð hevur spælt nógvar ymiskar leiklutir. Hann heldur, at einmans- leikir eru ómetaliga stræv- nir at koma ígjøgnum. Tú hevur bara teg sjálv- an at dúva uppá. Har er eingin, ið kann hjálpa tær burturúr nøkrum. Eisini vil eg siga, at tað var torført at spæla Krypilin av Ynis Man, har eg hevði eitt kropsligt brek, sigur Hans, ið tvær ferðir hevur spælt einmansleik. Teir vóru Óndskapurin og Lívstráð. Nýggjasti leikurin hjá Grímu er Fótur í hosu. Hetta er ein skemtileikur ella ein farsa, sum tað eis- ini verður nevnt. Í hesum leikinum er Hans Tórgarð ikki á pallinum, men hann leikstjórnar. Hans hevur eisini skrivað leikin saman við systur síni, Súsonnu. Hetta er fyrstu ferð, at Hans stendur við ábyrgdini handan leiktjaldið. Hetta er ein nýggj avbjóðing, og hann heldur munin vera, at sum leikstjóri hevur tú størri ábyrgd. - Tú hevur ábyrgdina fyri øllum leikinum, tá tú ert leikstjóri, men sum leikari hevur tú næstan bara teg sjálvan at hugsa um, sigur Hans um hesar báðar leiklutirnar. Lítil løn Tað er eingin loyna, at tað ikki er nakað væl lønt starv at vera sjónleikari. Tað er ikki fyri pengarnar, at føroyingar velja at spæla sjónleik. - Hví skal man endiliga vinna nógvan pening, er svarið, tá Hans verður spurdur nærri um tað peningaliga í sjónleikinum. - Eg vil gera tað, sum eg dugi til og havi áhuga fyri, ordiliga, og so fáa minni burturúr peningaliga held- ur enn at gera okkurt, sum eg ikki tími og dugi bara fyri pengarnar, sigur Hans. Hann leggur afturat, at tú sjálvsagt skalt hava stór- an áhuga fyri sjónleiki, um tú skalt liva av hesum. Tað er áhugin fyri sjónleiki- num, ið drívur verkið. Um tú skalt vera sjón- leikari í Føroyum skalt tú bara vera tilreiðar at missa starvið nær tað skal vera, tí hetta er eitt ótrygt livibreyð, sigur Hans. SAMRØÐA Stefan í Skorini Níggju fólk í Føroyum liva av at spæla sjónleik. Tey eru øll limir í leikbólki- num Grímu, sum varð stovnaður í 1977. Hans Tórgarð er ein teirra, og hann hevur verið ein av okkara fremstu sjónleikar- um seinastu árini. Hann fekk møguleikan at gerast limur í einasta leikbólkinum í landinum fyri tíggju árum síðani í 1991, og síðani hevur hann spælt sjónleik burturav. Men tað var tó av tilvild, at Hans gjørdist sjónleikari. - At byrja við var tað meira fyri at royna sjón- leikayrkið í eina tíð. Eg hevði møguleikan og tók hann. Eg hevði tá ongar ítøkiligar ætlanir um at gerast sjónleikari, sigur Hans Tórgarð, sum tó varð so bitin av hesum yrki- num, at hann varð hang- andi í tíggju ár, og her verður hann væntandi nøk- ur ár afturat. Á skúla í Finnlandi Eftir nøkur ár sum sjón- leikari í Grímu vildi Hans Tórgarð víðari innan hetta yrkið. Hann vildi mennast sum sjónleikari og fór tí í 1995 á sjónleikarskúlan Teaterhögskolan í høvuðs- staðnum í Finnlandi, Hel- sinki. Tá hevði hann gjørt av at vera sjónleikari burt- urav. Frammanundan hevði hann tikið HF-prógv í Hoydølum. Hans, sum í dag er 32 ára gamal, varð liðugur við útbúgvingina fyri tveimum árum síðani í 1999, tá tann gjørdist magistari í sjón- leiki sum tann einasti í Føroyum. Síðani hevur hann frøtt áskoðarar í Før- oyum við sínum framúr góða sjónleiki. - Eg mentist á øllum økjum sum sjónleikari, meðan eg var á skúlanum. Tað er ein stór styrki at hava eina holla útbúgving. Tú skalt hava grundarlagið í ordan, áðrenn tú kanst fara uppá pallin, sigur Hans. Hans sigur annars um skúlan, at honum longdist ómetaliga illa heim, meðan hann var har, millum ann- að tí hann gjørdist pápi, meðan hann var staddur har yvir, og tí var tað eisini ein torført tíð persónliga. - Á skúlanum lærdi tú alt frá grundini, so at grundarlagið er lagt. Hetta er ein altjóða viðurkendur skúli, har tú nemur við øll øki innan sjónleikin. Sjálvt tað at standa á pallinum er ein lítil partur av útbúgv- ingini, sigur Hans Tórgarð. Skúlin endaði so við eini størri ritgerð. - Professionelt sæð var tað ómetaliga gevandi at vera á hesum skúlanum, har tú lærdi eina rúgvu. Menniskjaliga var tað hin- vegin ræðuliga strævið, tí tað er so einsligt, og eg lærdi heldur ongantíð tað finska málið, sigur Hans um tíðina á skúlanum. Orkudepilin Orkudepilin innan føroysk- an sjónleik er á gamla Meiarínum. Her hevur leikbólkurin Gríma hildið til seinastu trý árini, síðan tey fluttu inn í 1998. Hetta hevur verið ein ígongdsetari hjá sjónleiki- num sum heild í Føroyum. At einasti yrkisbólkurin fekk ein fastan heimstað, har tey kundu venja og hava sýningar, var eitt rættiligt frambrot, og tað fegnast leikararnir stórliga um. - Vit hava spakuliga bygt nakað upp á Meiarí- num, og umstøðurnar sein- astu árini hava verið góðar samanborið við tað, ið var frammanundan. Síðani vit fluttu inn, hava vit keypt ljós, stólar og annað, sum hoyrir til eini leikhús. Tað er lættari at hava síni egnu høli enn at leiga ymsa staðni í býnum. Hetta ger arbeiði meira støðugt, sig- ur Hans. Gríma hevur eisini verið nógv virknari enn áður, síðan leikararnir fingu eini høli til virksemið. Leik- irnir hava verið tættir í hesum tíðarskeiðinum. Síðan Gríma flutti inn hava tey spælt níggju leikir á Meiarínum. Tann fyrsti var Vitavørð- urin, ið hevði frumsýning á vári í 1999, síðani komu Óndskapurin, Eitt ross og annað, Móðir sjeystjørna, Hurlivasi á Meiarínum, Krypilin frá Ynis Man, Eitur nakað land weekend, barnaleikurin Gátuføra gívurin og seinasti leikurin er skemtileikurin ella fars- an Fótur í hosu. Harum- framt hava fleiri konsertir og aðrar smærri framførsl- ur verið á Meiarínum, sum eisini kann kallast ein mentanardepil í høvuðs- staðnum. Hans Tórgarð heldur av- gjørt, at tað er tørvur á einum leikhúsi í Føroyum, og at tað vantaði framman- undan. Hann leggur dent á, at nógv fólk vitjar húsið, tá leikir eru á skránni. Tað hevur heldur ikki verið neyðugt at reklamera fyri húsinum, tí áskoðararnir funnu tað beinanvegin. - Vit eru sjálvsagt ómetaliga errin av at hava bygt upp eitt slíkt leikhús her í Havnini, sigur Hans. Áhugin fyri sjónleikinum drívur verkið Hans Tórgarð hevur verið yrkissjónleikari í eini tíggju ár, og hann hevur tikið prógv sum magistari innan sjónleik. Tað var meira av tilvild, at hann endaði í hesum yrkinum, men nú er tað vorðið hansara lívsstarv. - Hetta er eitt ótrygt livibreyð, tí sum sjónleikari í Føroyum kanst tú missa starvið, nær tað skal vera, sigur Hans Tórgarð - Tað var meira av tilvild, at eg endaði sum sjónleik- ari. Eg fekk møguleikan fyri tíggju árum síðani, og eg havi verið hangandi, sigur Hans Tórgarð Mynd: Jens Kr. Vang Frensurin hjá Axel Tórgarð, pápa Hans, hevði eisini hug at sleppa uppí prátið um sjónleik, tá Sosialurin prátaði við Hans Tórgarð Mynd: Jens Kr. Vang Hans Tórgarð hevur havt fleiri ymsar leiklutir sum sjónleikari. Hann heldur, at einmansleikur er tað strævnasta, tí tú hevur ongan annan enn teg sjálvan at dúva uppá Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 21 20