Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 Oddfríður Marni Rasmussen ummælir Herfyri gav Gunnar Hoy- dal út savn við heitinum »Land í sjónum«. Heitið kann skiljast uppá tveir mátar, at her er talan um eitt land, sum liggur í sjón- um, og sum øll onnur lond, hevur hetta landið eisini tað at stríðast við, at tað er ein partur av eini størri heild. Men hvat er tað sum ger hetta landið sjónligt? Heitið kann eisini sipa til, at her er talan um eitt land við »visjónum«, ella í sjónini er eitt land í eyg- sjón - at vit her hava við eitt land at gera, sum akkurát er komið til sjónd- ar, bæði okkara áskoðan á landið Føroyar, og eisini, hvussu onnur lond síggja henda blettin á heimskorti- num. Tíðartekstir Gunnar hevur valt at kalla savnið fyri tíðartekstir. Hetta er kanska eitt meiri rámandi heiti enn essay, tí at tekstirnir eru skrivaðir innan eitt tíðarskeið uppá tjúgu ár. Um hugsað verð- ur um heildina, eru tekstir- nir ikki í essayistiskari traditión, sum fyri tað mesta heldur seg til sam- tíðina ella nútíðina, heldur er hvør einstakur tekstur essayistiskur í sínum bygn- aði. Tann fyrsti tíðarteksturin er skrivaður í 1981 og tann seinasti í 2001. Um vit hugsa um tað sum er farið fram hesa tíðina, er niðurstøðan sólarklár. Hesi seinastu tjúgu árini hava uttan iva verið truplastu ár- ini í nýggjari tíð. Vit kenna øll til evnini, ið Gunnar ber fram, so sum; banka- kanningar, fiskaloysi, andaligt krimpilsi og ikki minst andaliga styrkina í føroyinginum, og tað áræði og dirvi sum hevur eyð- kent føroyingin, serliga ta tíðina tekstirnir siga um - tíðina tá ið føroyingar livdu av lántum pengum og so at siga seldu sína sál og sítt likam til útlendskar lánveitarar, fyri síðan at fara rabundus. Eisini merkistíðin, tá ið føroying- ar bardu seg upp úr aftur kreppuni, til tað vit eru nú, verður ljóskastarin settur á. Summi flýddu av landi- num, onnur settu føtur í bekk, stríddust og strevað- ust í nærum tíggju ár fyri at landið aftur skuldi ger- ast liviligt hjá øllum. Ikki bara tað føroyska er motivið hjá Gunnari. Eis- ini tað samband vit hava við umheimin, og sum ger okkum til ein part av heildini, er við. At okkara ørsmáa land kann knýtast saman við restina av verð- ini, og uttan at bakka fyri nøkrum, so megnar Gunn- ar at draga heimsmentan- ina við, og hegnisliga flætta hana inn í tey heim- ligu og persónligu viður- skiftini, sum gera hesar tíðartekstir. Her er talan um eitt nú: Andesfjøllini, ommu sína í Keypmanna- havn og ommu sína í Havn, Europeiskan sam- leika kontra føroyskan, sjónleik úti og heima, før- oyskan arkitektur og nógv, nógv annað, sum líkasum bara er í heiminum. Sinnisligir tilstandir Sjálvandi er bókin sera subjektiv, men hetta er jú ein partur av stílinum, og tí er hon sera kenslurík. Tekstirnir ferðast nærum gjøgnum allar sinnisligar tilstandir, og tað ger, at eg sum lesari, kenni erligheit- ina í tekstunum. Tá ið eg lesi tekstirnar, havi eg tað sum tá ið eg hyggi niður í aldurnar, sum spakuliga bróta móti landi. Gunnar gevur lesaranum eina fína byrjan, har hann t.d. sigur frá um, hvussu hann upp- livir tað heimliga um- hvørvið. Síðani otar hann seg spakuliga út í heimin, ella aftur í tíðina, fyri síð- ani at samla byrjanina upp- aftur, og við hesum point- erar støðuna, sum hann er í tá ið teksturin varð skriv- aður. Hetta er sera væl úr hondum greitt, men kann kennast eitt sindur troytt- andi, tá ið fimmogtjúgu tekstir av sama stíli eru lisnir - ein verður kanska hypnotiseraður úr tekstun- um, fyri síðani at verða togaður inn í aftur tekstin av motivinum, og tí til tíðir so upprunakenda søgutil- farinum. Land í sjónum er góður lesnaður, nevniliga tí at tíðartekstirnir eru so við- komandi. Ivaleyst kann bókin eisini brúkast sum kjakforum, har ymiskar uppfatanir um mentan verða bornar fram, tí at nógvar eygleiðingar eru neyvar og raka seymin beint á høvdið. Við vón um at bókin verður lisin sum tíðartekstir, ella kanska ein tíðarskeiðsbók, ið líka stóran mun kastar ljós á Føroyar í komandi tíðum - eitt Føroyar í eyg- sjón. Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 7 Land í eygsjón Tittil: Land í sjónum (Tíðartekstir) Rithøvundur: Gunnar Hoydal Forlag: Mentunnargrunnur Studentafelagsins Bls.: 217 Kostnaður: 190 krónur Urd Johannesen Fartelefonin. Tey flestu eiga eina, mong ynskja sær eina, tó eru enn nøkur, ið ikki kunnu torga tær. Fyri nøkrum mánaðum síðani, hoyrdi eg til tann síðsta bólkin, men nú hoyri eg til fjøldina av fartelefoneigar- um. At byrja við ognaði eg mær hana, tí eg av arbeiðs- ávum ikki kundi verða hana fyri uttan. Men tá hesin tørvur var burtur, var vorðið áfast; eg hevði fing- ið ein eyka likamslim. Nú svarar alt døgnið; hon ligg- ur á borðinum, meðan eg eti, er heft í mær, tá ið eg gangi og er eisini fastur gestur við songarstokkin. Bert eitt stað í húsinum er friðað, og her sleppur tú, kæri lesari, sjálvur gita. Haldið mær til góðar, ikki fyri at rósa mær sjálvari, men eg sløkki altíð fartele- fonina, tá ið eg eri á kon- sert, á fundi og aðrastaðni, har fartelefonin betur áttu at verðið bannaðar. Eg eri av tí slagnum, sum altíð havi skund, ser- liga um morgnanar, og so hendir meira enn so, at eg gloymi ting eftir; lyklar, mappu, rokningar o.s.fr., men enn er tað ikki komið fyri, at eg havi gloymt far- telefonina. Um nøkur sál- arlig staðfesting skal gerast út frá hesari mótsøgn, ynski eg at gera hana sjálv: eg havi tørv á at kunna seta meg í samband við onnur fólk, og kanska ser- liga, at onnur fólk kunnu seta seg í samband við meg. Í sjálvum sær einki løgið, hevði tað verið øvugt, varð eg uttan iva skýrd serskøltur og heim- føðingur. Hvat kann ein fartelefon, sum vanligar telefonir ikki kunnu? Ein kann senda sms, spæla spøl, fara á alnótina, senda teldupost og uttan iva mangt annað, ið eg ikki veit um. Fyri mítt viðkom- andi avmarkar nýtslan seg eisini til at tosa og senda sms, eg kenni ikki til allar hinar møguleikarnar og havi ei heldur tørv á teim- um. Teir veruligu serfrøð- ingarnir á økinum eru tey ungu; í hesum fermingar- døgum eru tað nokk fleiri, ið hava fartelefonir ovast á ynskilistanum og nógv teirra fáa uttan iva ynskið eftirlíkað. Fáur gevur sær kanska far um, at tað, ið kostar mest er nýtslan av telefonini og ikki skrokk- urin. Soleiðis frættist úr Ís- landi, at nógvir ungdómar eru komir út í fíggjarligt óføri, tí tey megna ikki at gjalda teirra telefonrokn- ingar og summi skylda fleiri túsund krónur til tele- fonfyritøkurnar. Tá ið plágan av álvara byrjaði at gera um seg her heima broyttist býarmynd- in eisini; allastaðni hoyrd- ust ymisk undarlig ljóð koma upp úr taskum og lummum, alt frá Bach til skríggjandi techno sum um fólk royndu at yvirganga hvønn annan í teirra upp- finnsemi, og torført var at fáa eygnakontakt við fólk, ið tú hitti á gøtuni, tí tey vóru so upptikin av at senda sms. Til stóran ampa fyri fólk sum meg sjálva, sum onga áttu og tí bert vóru uppøstir eygleiðarar til hetta fólkaslagið í drýpti høvur og tosaði hart. Nú gevi eg mær ikki so nógv far um tað. Tað er við far- telefonini, sum við øllum øðrum nýggjum vørum; nøkur fá eru pionerar á økinum og eftir stutta tíð fylgir ’band-wagon’ skarin við. Við øðrum orðum: fyrr østu fleiri seg inn á færri, nú øsa fá seg inn á fleiri. Vit hava í mong ár verið í einari sokallaðari sam- skiftisøld, har stórur partur av okkara gerandisdegi snýr seg um samskifti via telefon og teldu, hvør í sín- um lagi. Og allastaðni sær ein samstundis tilboð um dugnaskapsskeið í sam- skifti. Tað tykist løgið, at jú fleiri og betri amboð vit hava at samskifta við, jú størri er tørvurin á at læra seg at samskifta við onnur. Hetta kann tykjast vera ein mótsøgn. Og tó. Samskift- ið við onnur snýr seg ikki bert um orð. Í veruleika- num sigst bert 7% av sam- skiftinum at snúgva seg um orð, restin er raddar- nýtsla, andlitsbrøgd, krops- rørslur, myndbragð, eygna- kontakt. Sostatt avlesa vit okkara meðmenniskju ikki bert út frá tí, tey siga og hvussu tey siga tað, men einamest út frá andlitinum og kroppinum. Eitt tað besta dømið um hetta er kanska teir ’gomlu’ tekni- filmarnir við t.d. navn- frama Andrass Dunnu. Hann, ella dunnan hon, segði ikki eitt einasta orð, men vit øll, børn sum vaksin, amerikanarar sum føroyingar, skiltu, hvat hann ”segði”, tí vit hoyrdu raddarnýtsluna og sóu allar kropsrørslurnar. Men hugsa tær til, hvussu nógv tú hevði fatað, um tú tos- aði í fartelefon við And- rass? Men nú eru eisini ráð fyri tí. Tann nýggjasta uppfinningin á tí skjótt broytandi fartelefonmarkn- aðinum eitur lcd, hetta stendur fyri liquid crystal display. Um ikki so langa tíð kunnu vit ogna okkum eina fartelefon við skermi og í honum síggja viðkom- andi, vit tosa við. Nakað, ið leingi hevur verið vænt- að. Men enn eru tað bert japanesararnir, ið kunnu síggja hvønn annan meðan teir tosa. Hetta gevur far- telefonini eina heilt nýggja dimensjón, og gevur okk- um okkurt fyri eygað eis- ini. Kanska vit so kunnu avlesa 50% av framsøgnini ístaðin fyri tey bert 7%? Stór framgongd. Hinvegin missa vit so frælsi til at hava morgungron, stýri- fjøður, býta negla, snerkja og pilka nøs meðan tosað verður. Loyvi mær at ivast, um mín fartelefon verður fastur gestur við songar- stokkin. Kanska eg ikki skal lata meg plágast alla tíðina. Tað undrar meg, at so nógvar plágur eru kvennkynsorð; orkan, tora, lús, sjúka, øvundsjúka, yvirvekt og so plágan sjálv. Plágur hava tað við at herja á heilt óvæntað, tær kunnu koma nær og hvar sum helst. Henda plágan, sum eg tosi um, er eisini allastaðni; á konsertum, til sjónleik, á fjalli, á floti, til fyrilestrar, á fundum, ja, tær ganga eisini í kirkju. Í mun til omanfyrinevndu kvennkynsplágur er hendan tó menniskjaskapt, ikki serliga gomul og hon gerst minni og minni í stødd í takt við, at plágan gerst størri og størri í útbreiðslu Kvennkynsplágur Gunnar Hoydal C M Y K 23 22