Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. oktober 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 9 8 Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001 MENTAN Heri á Rógvi Tað var í 1952, at menn og kvinnur í Fuglafirði komu saman um at seta á stovn eitt sjónleikarafelag. Úr- slitið gjørdist Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, sum nú í sløk fimmti ár hevur verið ímyndin av sjónleiki í bygdini, eins og felagið hevur virkað á annan hátt. Eins og onnur líknandi feløg, so er tað sjálvandi eisini eitt sindur ymiskt, hvussu virkið felagið hevur verið tey árini, ið felagið hevur virkað. Seinastu ár- ini hevur tað mest verið okkurt teiti, sum fuglfirð- ingar hava spælt fyri fólki. Men millum ár og dag, so eru nógvir sjónleikir spældir í Fuglafirði av sjónleikafelagnum. Tá Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag í vikuni fekk handað Heiðursgávu Land- sins, so helt Hilmar Joen- sen, formaður fyri Megin- felag áhugaleikara Føroya (MÁF), eina røðu. Hann segði so rámandi, at Fugla- fjarðar Sjónleikarafelag hevur megnað tað, sum onnur bert droyma um. Her verður einamest hugs- að um, at felagið míðvíst hevur virkað fyri at fáa til vega høli til virksemi hjá sær. Hann segði eisini, at tað var ein sannroynd, at Klaksvíkin og Havnin mynda størsta partin av áhugaleiki í Føroyum, so hann gleddi seg at fara til frumframførslu í Fugla- firði. Løgdu saman Søgan um Fuglafjarðar Sjónleikarafelag byrjar sambært formanninum í felagnum, Eyðuni Hansen, í 1952, tá felagið varð stovnað. Sum áður nevnt, so hevur virksemi í felag- num verið eitt sindur ym- iskt. Millum annað fyri at savna saman pening, so legði felagið eitt tíðarskeið størsta dentin á at skipa fyri dansi. Seinastu árini hevur felagið framført teiti. Í 1988-89 varð Fugla- fjarðar Sjónleikarafelag lagt saman við Bygdahús- felagið í Fuglafirði. Hetta var gjørt av ymsum orsøk- um, greiðir Eyðun Hansen frá. Hann sigur, at Fugla- fjarðar Sjónleikarafelag um tað mundið átti heilt fitt av peningi. Tað, at eitt sjónleikara- felag og eitt bygdahúsfelag leggja saman, ber eisini í sær, at endamálið fyri bæði feløgini verður eitt sindur broyttur enn upprunaliga ætlað. Tað er tó heldur ikki verri enn so, at felagið framvegis eitur Fuglafjarð- ar Sjónleikarafelag, og fel- agið tykist framvegis at vera virkið. Mentanarhús Tað er einki at ivast í, at tað, sum tey flestu seta í samband við Fuglafjarðar Sjónleikarafelag í dag, er nýggja og stásiliga ment- anarhúsið. Nevndin, sum gav til- mæli um at lata Fugla- fjarðar Sjónleikarafelagi Heiðursgávu Landsins, sparir ikki beinleiðis at nýta jalig lýsingarorð um mentanarhúsið hjá fugl- firðingum. Mentanarhúsið leggur, sambært nevndini, eitt gróðrarríkt støði og er ein virðiligur varði. Tað er heldur ikki nógv at taka seg aftur í, at hetta góða mentanarhús veruliga er ella fer at vera ein varði fyri mentan. Ætlanin við mentanar- húsinum er ikki nýggj. Formaðurin í felagnum veit ikki reiðiliga at siga okkum, nær hugskotið kom. Í røðu sínari á há- tíðarhaldinum, segði Hil- mar Joensen, at tað var í 1986, tá LISA-stevna var í Fuglafirði, at avgerðin varð tikin um at byggja eitt nýtt og stásiligt mentanar- hús. Eyðun Hansen sigur okkum, at sáttmálin varð undirskrivaður í 1994. Hetta var í ringastu kreppuárunum, og hetta er eisini nakað sum hevur merkt byggingina. Tað eru nógvir og góðir møguleikar við húsinum. Sjálvur stóri salurin, sum er 420 m2, kann hýsa fleiri ymiskum tiltøkum. Eisini er ætlanin at leiga partar av húsinum út til. Ein ætlanin er, at ein matstova skal vera í mentanarhúsinum. Eisini skulu partar av húsinum leigast út til at felag at umsita, soleiðis at tónleikabólkar kunnu fáa møguleikan at venja har. Tað er Niels Midjord, sum hevur teknað húsið. Frits Johannesen hevur prýtt veggin á húsinum. Eyðun Hansen leggur dent á, at ætlanin er at hava so fjølbroytt virksemi sum gjørligt í húsinum. Hann sigur, at teir longu nú hava merkt ein øgiliga stóran eftirspurning. Skylda einki Tá húsini væntandi standa liðug komandi ár, so hava tey kostað einar 10 mió. kr. Higartil eru einar 7 mió. kr. farnar í verkætlanina. Eyðun Hansen vil undir- strika, at hetta merkir, at teir skylda ikki 7 mió. Hann sigur, at teir skylda ikki eitt einasta oyra fyri byggingina higartil. Landið, kommunan og Fuglafjarða Sjónleikara- felag hava saman fíggjað nýggja mentanarhúsið. Hvussu er og ikki, so hevur Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag ein fyrimun framum hini feløgini, og tað er nýggja mentanarhús- ið. Eitt mentanarhús við meira Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fekk í vikuni handað Heiðursløn Landsins. Felagið hevur eina fimmti ára gamla søgu aftanfyri seg. Síðani 1994 hevur verið arbeitt við størstu verkætlanini hjá felagnum, Mentanarhúsið, sum væntandi verður endaliga liðugt komandi ár Wenty Wenty Gå-let Gå-let Skógvar Tuflur Støkk inn á gólvið ella ring tlf. 322676 A. H. Jensen Stoffalág 25 · tlf.: 322676 · fax: 318101 e-mail: a_jensen@post.olivant.fo alt innan reingerð Mazda 323 S 1,5i LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km.104.000, árg. 05/96 65.000,- Sýnaður 03/01 Mazda 323 F 1,6i GLX Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 102.000, árg. 04/96 65.000,- Sýnaður 11/00 Mazda 323 F 1,5i GLX Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 7.000, árg. 03/00 134.000,- Mazda 323 F 1,8 GLX Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 11/98 119.000,- Mazda 323 S 1,5i LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 39.000, árg. 06/97 97.000,- Mazda 323 S 1,5i LX Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 68.000, árg. 05/97 90.000,- Mazda 323 1,5i GLX Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 8.000, árg. 08/00 148.000,- Sýnaður 12/00 Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 112.000, árg. 06/98 120.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 74.000, árg. 06/98 125.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 57.000, árg. 12/97 120.000,- Mazda 323 S 2,0 Diesel LX Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 113.000, árg. 06/98 115.000,- Mazda 626 HB 2,0i GLX Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 63.000, árg. 04/99 148.000,- Sýnaður 05/01 Mazda 929 S 2,2i GLX Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 145.000, árg. 03/89 45.000,- Sýnaður 07/00 Ford Sierra Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 98.000, árg. 10/93 47.000,- Sýnaður 01/00 Ford Mondeo Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 80.000, árg. 01/95 85.000,- Sýnaður 05/01 Ford Escort 1,8 Diesel St.car Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 85.000, árg. 05/96 98.000,- Ford Escort St.car 1,6 Zetec Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 33.000, árg. 06/98 124.000,- Ford Courier 1,8 Diesel Reyður, 4 hurðar, 5 gear, Km. 95.000, árg. 92 35.000,- Fiat Tempra S.W.1,6i.e. St.car Gráur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 68.000, árg. 07/95 68.000,- Sýnaður 09/00 Kia Sephia 1,5i GTX Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 38.000, árg. 05/97 68.000,- Renault Twingo Grønur, 3 hurðar, 5 gear, Km. 76.000, árg. 11/95 45.000,- Sýnaður 09/00 Sýnaður 02/00 Ford Escort 1,8 Turbo Diesel St.car Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 08/97 130.000,- Sýnaður 07-00 Mitsubishi Lancer Bláur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 177.000, árg. 05/89 17.000,- Honda Civic 1,5i Vtec Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 66.000, árg. 12/97 118.000,- Honda Accord 2,0i Vtec Grønur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 11/99 185.000,- Peugeot 106 Diesel Bláur, 3 hurðar, 5 gear, Km. 88.000, árg. 11/95 66.000,- Renault Megane 1,4e Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 58.000, árg. 04/97 120.000,- Renault Megane 1,6e Sedan Beige, 4 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 06/98 120.000,- Sýnaður 09/00 Renault Megane 1,6e Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 60.000, árg. 12/96 100.000,- Renault Megane 1,4e Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 35.000, árg. 08/98 115.000,- Sýnaður 10/01 Toyota Carina Sedan DX Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 246.000, árg. 02/87 15.000,- Sýnaður 06/01 Toyota Corolla 1,3 Gráur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 83.000, árg. 09/95 72.000,- Renault Twingo Reyður, 3 hurðar, 5 gear, Km. 48.000, árg. 04/99 84.000,- Toyota Corolla 1,6 Luna Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km. 38.000, árg. 04/98 122.000,- Toyota Carina Sedan 1,8 CDX Grønur, 4 hurðar, 5 gear, Km. 44.000, árg. 10/97 128.000,- Sýnaður 01/01 Toyota Carina St.car Hvítur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 61.000, árg. 06/91 58.000,- Renault Megane 1,4e Grønur, 5 hurðar, 5 gear, Km. 34.000, árg. 08/98 110.000,- BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 VØRUVOGNAR RUVOGNAR V UVOGNA UVOGNAR U RU ØRU ØR RU R BERG MOTORS 10.000 kr. av hvø - restina av oktober mánaða! uttan asláttur uttan asláttur Aðalfundur Lýsti aðalfundurin verður í hølinum á Áarvegnum leygarkvøldið kl. 19.00 Sosialistiskt Ungmannafelag C M Y K 25 24