leygardagur 27. oktober 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001
11
10
Sosialurin Nr. 208 - 27. oktober 2001
VIÐGERÐ
Jógvan Isaksen
Í barnaárunum hjá Heðini
Brú í Skálavík vóru sam-
røðan og frásøgnin tað
mesta, meðan lítið var
gjørt við lesnað. Kortini
segði hann seg altíð at
hava havt hugin at skriva,
og at ein orsøkin ivaleyst
var, at hann var eitt lív-
veikt barn. Hann lá ofta í
seingini og hoyrdi hini
børnini spæla úti í sólini,
og tí hann var forðaður at
vera við, gyklaði hann sær
tað, sum fór fram. Á gam-
alsaldri vildi hann vera
við, at hann alt sítt lív
hevði sæð natúruna vakr-
ast, tá ið hann sat við
afturlatnum eygum.
Á ársskeiði á Føroya
Fólkaháskúla vaks hugurin
til lesnað, og í 1922 rýmdi
Heðin Brú undan teimum
vánaligu korum, sum stóðu
honum í boði í Føroyum til
Danmarkar, har hann at
kalla uttan stuðul stríddi
seg ígjøgnum til eina út-
búgving á Landbúnaðarhá-
skúlanum í Keypmanna-
havn. Hetta vóru tunglig
ár, har hann ofta leið hung-
ur, og tað kom fyri, at hann
svímaði av ómegd, men
hvussu standurin var, duldi
hann sum mansmorð.
Skommin mátti ikki frætt-
ast til Skálavíkar.
Undir sjúkralegu í 1927
fór hann fyri at stytta sær
stundir undir at skriva
»Lognbrá«, og í 1930, tá ið
hann var fluttur heimaftur,
varð hon givin út. Tað var
Zacharias á Skipafelagnum
sum stílaði fyri, og hann
man hava havt góðar vónir
til bókina, tí hann læt hana
prenta í 1600 eintøkum,
sum var eitt nógv størri
upplag enn vanligt. Hóast
bøkur tá á døgum so at
siga bara blivu seldar í
Havn, var ætlanin at royna
bygdirnar eisini, men tað
vignaðist einki, og hetta
fyrsta upplagið stóð tess-
vegna við í mong ár.
Forfjónaður
»Lognbrá« sigur frá upp-
vøkstrinum hjá bóndasoni-
num Høgna í eini meðal
føroyskari bygd. Lesarin
hittir hann á fyrsta sinni, tá
ið hann fimm ára gamal
grátandi hevur krógvað seg
í einum glopri við Mylnar-
fossin, har hann plagar at
halda til í døprum løtum.
Mamman hevur tikið hann
á búri í at geva hundinum
kjøt úr hjallinum og hevur
aftur fyri flongt hann.
Høgni fatar ikki, at hann
skal revsast, tí hann gjørdi
eftir bestu ætlan, og laðað
verður upp undir kensluna
av, at foreldrini ikki skilja
hann.
Faðirin Sakir er álvar-
samur, fáorðaður og tung-
lyntur. Sterkur í tí sálarinn-
ar einsemi, sum lagnan
hevur kroyst inn á hann,
hóast hann er størsti bóndi
í bygdini. Móðirin Guðrun,
nevnd Sakirskona, er hørð
ímóti sær sjálvari og øðr-
um, og í fyrstani av skald-
søguni sterk og harðlig
sum kvinnurnar í teimum
íslendsku søgunum. Hjún-
ini hava ongantíð hóskað
saman, og samlívið hevur
tí ikki verið ovurhonds
fródligt.
Móðirin skilir ikki
Høgna og roynir við fastari
hond at tukta hann, meðan
faðirin altíð er uppi í onkr-
um verki og tískil ikki hev-
ur stundir til hann. Høgni
leitar sær lívd í eini
dreymaverð, sum er heft at
eini hending, ið fyrifórst
honum sum fimm ára
gamal, har hann møtir eini
fremmandari gentu, Gunn-
vá, sum er vilst. Tað ljósa
hárið og tey bláu eyguni á
gentuni festa seg í huga-
num, og í tungum løtum
uggar hann seg við hesi
mynd og eini lyngklógv,
sum gentan gav honum.
Sagt verður, at Høgna-
navnið er óeydnisnavn í
ættini, men at Sakir hóast
mótstøðu frá Guðruni hev-
ur tikið navnið uppaftur,
og hetta er so ein grundin
til, at mamman fer so harð-
liga við soninum. Hon
fryktar lagnuna, og hvørja
ferð hann ger okkurt
skeivt, sær hon tað sum
tekin um vanskepnu, sum
hon í sínum lagi roynir at
fyribyrgja við at harta
hann.
Ein onnur grundin til
hennara torlyndi er, at
bøndurnir ikki longur hava
sama týdning í bygdini
sum áður, nú fiskivinnan
er vorðin høvuðsvinnan,
og tað nítur henni fast.
Høgni fer heiman
Tá ið tey vánaligu viður-
skiftini við mammuna og
somuleiðis við tann eldra
bróðurin Sjúrða eru undan-
tikin, so er uppvøksturin
hjá Høgna sum hjá øðrum
dreingjum í eini føroyskari
bygd fyrst í 20. øld. Hann
er á fjalli við pápanum,
hann er í hoyna, sker torv,
hevur pisur, fangar síl, og
hann og ein javnaldrandi
vinmaður, Torkil, eru sum
krókur og lykkja.
Tað er saman við Tor-
kili, at hann stutt eftir
fermingina fer til granna-
bygdina at biðja lova sær
við eini slupp. Hetta er
beint ímóti viljanum hjá
foreldrunum, sum ikki
dáma, at ein bóndasonur -
hóast ikki elstur - fær sær
hýru sum vanligur skips-
maður. Sakir vil vera við,
at tað er Guðrun, sum
hevur rikið sonin heiman-
ífrá, meðan hon verjir seg
við, at hon ongantíð hevur
havt sítt egna í huga, men
bara hevur stríðst fyri hús
og heim.
Stutt eftir at Høgni út á
heystið er komin heim
undan Íslandi, flytur hann
heimanífrá og búsetur seg
hjá skiparanum í eini aðr-
ari bygd. Nýggjársaftan er
hann í heimbygdini og vitj-
ar Torkil, men ikki foreldr-
ini. Hýrurin er ikki batnað-
ur, og hann kennir seg
heimleysan í tilveruni:
»Eingin slekt, einki heim,
einki nakað, tómt, tómt alt,
sum er!« Nýggjárið verður
skotið inn við byrsu, og
tunglyndið fær Høgna at
løða alt ov sterkt, so byrs-
an spreingist. Høgni fellur
í óvit og verður borin inn
til mammu Gunnvá, har
Gunnvá síðani tekur sær av
honum undir sjúkraleguni,
og tey gerast vinfólk.
Eitt ár seinni er hann
aftur í bygdini fyri at bera
upp bønarorð til Gunnvá,
men hon vísir hann frá sær
við tí grundgeving, at hon
er við barn við Sjúrða.
Høgni verður lamsligin.
Hann vil vera við, at
mamman og Sjúrður - tey
verða koyrd í sama posa -
fyrst hava spilt honum
barnaárini og nú eisini
framtíðina.
Hann fer niðan til fossin
og sorlar gloprið og lyng-
klónna. Tað seinasta til-
knýtið til heimbygdina og
barndómin verður oytt.
Fáar dagar seinni stendur
hann umborð á sluppini
ávegis til Íslands, og tá ið
dreymurin um gentuna,
sum »hyggur so undarliga
bangin og biðjandi at hon-
um við sínum stóru bláu
eygum og sínum fagra
gula hári« trokar seg inn á
hann, vísir hann honum frá
sær: »Nei, nei, tað var ikki
so, tað var bert vøkur logn-
brá!«
Slupplívið
»Fastatøkur« 1935 er
framhald av »Lognbrá«, og
meginparturin av skaldsøg-
uni fer fram umborð á eini
slupp undir Íslandi. Lesar-
in fær frá byrjan eina ná-
greiniliga frásøgn frá lu-
garinum, har manningin et-
ur, svevur og heldur til, tá
ið eingin fiskiskapur er.
Sagt verður frá, hvussu
trongt tað er, men sam-
stundis hvussu hugnaligt
og friðarligt tað hóast alt
kann vera at dvøljast har:
Heitt er niðriundir, og
tað er friðarligt. Tosið er
spaklynt og orðalítið.
Tubbaksroykurin, ið tjaldar
undir dekkinum, og skugg-
arnir, ið standa og riða og
mest sum herma eftir
lampuni, lýsa frið og gera
tað hugnaligt.
Høgni vil prógva, at
hann er blivin vaksin, at
hann ikki longur er synda-
bukkurin, sum droymdi seg
Harmur og gleði í felag tey reika
»Lognbrá« og »Fastatøkur« - fyrstu skaldsøgurnar hjá Heðini Brú
burtur frá veruleikanum
við Mylnarfossin. Tað er
eitt ovurkæti yvir honum,
sum noyðir hann at vera í
gongd alla tíðina, so hann
ikki skal koma at hugsa
um Gunnvá, sum hann
sjálvandi ikki hevur slept.
Til tað var hon alt ov leingi
hansara einasti uggi.
Lívið umborð verður út
frá egnum royndum lýst
hampiliga realistiskt. Sagt
verður frá fiskiskapinum,
og hvussu fiskurin verður
hagreiddur, tá ið hann er
komin innanborða, hvussu
køvisligt tað er, tá ið einki
er at fáa, og hvussu
ómenniskjansliga stríggið
tað er, tá ið nógv er at fáa.
Arging og óhugnaligar frá-
sagnir verða ikki gloymd-
ar, og gudstrúgvin eigur
somuleiðis sín sjálvsagda
leiklut. Málsliga er frá-
søgnin alla tíðina meistara-
lig við nógvum beinrakn-
um orðamyndum.
Vit eiga fjøllini
Afturkomin gert alt eitt
sindur fløkjaligt fyri
Høgna. Fyrst trúlovar hann
seg við eini gentu, sum er
komin illa fyri - ein feril
av vælgerð er við í spæli-
num - men so títt og knapt
er hetta hent, so fortelur
Gunnvá honum, at alt tað
við Sjúrða bara var íspunn-
ið. Síðani kemur pápin og
bjóðar honum garðin, tí
Sjúrður hvørki hevur hug
ella evnir til landbúnað.
Høgni er fegin og ør-kyml-
aður hvørt um annað, men
undir seinasta slupptúri-
num skrivar hann til gen-
tuna og ger tað til einkis, tí
tað er Gunnvá hann vil
hava.
Sjálvur túrurin er í høv-
uðsheitum í einum skemti-
ligum lýsi, men undir
heimferðini koma teir í
kolandi storm, og lesarin
verður aftur gjørdur varur
við tær hørðu treytirnar.
Lýsingin av bardaganum
hjá manningini fyri at
bjarga skipinum gjøgnum
stormin, tað ómenniskjans-
liga stríðið, tað hetjukenda
avreksverkið hjá skipara-
num, hvussu manningin
skiftir ímillum lívsvón og
burturgongd, hvussu teir
lova olmussu, hvussu teir
verða bjargaðir, alt hetta
ger lýsingina til eina av
teimum sterkaru í føroysk-
um bókmentum.
Móttøkan heima er sum
av tí burturvilsta soninum,
og Høgni sær alt í einum
øðrvísi ljósi. Hann skilir
ikki, at mamman og Sjúrð-
ur skulu hava verið før fyri
at spilt honum uppvøkstur-
in, tí nú heldur hann tey
ikki vera stórt frægari enn
hálvtollutar heimføðingar.
Í endanum á bókini sita
Høgni og Gunnvá við
Mylnarfossin, og einastu
ferð í allari frásøgnini
verður nortið við ta sam-
felagsligu lagskipanina.
Gunnvá sigur grundina, til
at hon eina tíð gekk saman
við Sjúrða, vera, at hon var
tann fátæka, at hini áttu
alt: seyðin, fiskin, sjálvt
dreymarnar, og Sjúrður,
arvingi til størsta garðin í
bygdini, var tann ríkasti.
Við hesum í huga fær
tøgnin hjá Gunnvá í mun
til útgangsorðini hjá
Høgna eina dupulta løðing,
sum kanska ikki er tilætlað
frá høvundans síðu:
»Gunnvá, hasi fjøllini eiga
vit.’ Men Gunnvá átti einki
orð.«
Á rættan sess
»Lognbrá-Fastatøkur« er
menningarskaldsøga við tí
eyðkenda tríbýtta bygnaði-
num, har høvuðspersónurin
í fyrstani er heima, síðani
er hann burtur eina tíð - er
heimleysur - og at enda
kemur hann heimaftur, tá
ið hann er vorðin greiður
yvir, hvør hansara leiklutur
í tilveruni er. Tað er kortini
ikki menningin hjá Høgna
sjálvum, sum ger, at hann
kemur á rættan sess, men í
høvuðsheitum høvundurin,
sum letur viðurskiftini á
garðinum vera øðrvísi, enn
lesarin hevur fingið var-
hugan av.
Persónslýsingin er
stundum í lakara lagi, og
tey allar flestu, sum trína
fram á pall verða bara
myndaði við fáum egin-
leikum. Høgni verður kort-
ini lýstur í heilum líki, hó-
ast eisini hann í støðum er
strikukendur. Menningin
hjá honum er ikki serliga
trúlig, og somuleiðis hvør-
va øll árin av teimum
spiltu barnaárunum sum
døgg fyri sól, tá ið hann
verður vaksin.
Tað er heldur ikki stór-
vegis lesarin fær at vita um
gerandisdagin á garðinum
undir uppvøkstrinum hjá
Høgna. Guðrun situr tíðum
við onkrum í hondunum,
men harumframt er tað
bert fáar ferðir, at arbeiði á
garðinum verður nevnt:
torv verður skorið, Høgni
er á fjøllunum við pápa-
num og ein dagin eru tey í
hoyna. Einki um røkting-
ina av seyði og neytum,
einki um útróður, og
grindadráp verður ikki tik-
ið upp á tungu.
»Fastatøkur« er øðrvísi í
tann mun, at í henni verður
greitt nágreiniliga frá ar-
beiðnum umborð, men hin-
vegin verður t.d. ikki nort-
ið við viðurskiftini millum
sluppmenninar og reiðaran.
Í hesum líkjast bøkurnar
hjá Heðini Brú frá
»Fiskimonnum« hjá Mart-
ini Joensen, sum umframt
lívið umborð greiðir frá
teimum búskaparligu
viðurskiftunum í samfelag-
num. Ørindini hjá Heðini
Brú er eisini eini onnur.
Hann vil lýsa ta persónligu
menningina hjá Høgna frá
barnsbeini, til hann er
vaksin - sum í menningar-
skaldsøguni - og ikki
gongdina í samfelagnum.
Skyldmenn
Heðin Brú var nógv ávirk-
aður av danskari háskúla-
mentan, og hansara skriv-
ing er í ætt við teir høv-
undar, sum undir einum
verða nevndir fólksliga ný-
brotið. Tað eru høvundar
sum Johannes V. Jensen,
Knud Hjortø, Jeppe Aa-
kjær og Martin Andersen
Nexø. Teir donsku høvund-
arnir skriva eins og Heðin
Brú mangan stuttsøgur,
sum meira at kalla eru
fólkalívsmyndir, teir gera
allir nógv burturúr natúru-
ni, og tað verður lagdur
stórur dentur á barnaárini.
Einahelst í seinna partinum
av skaldskapinum hjá Heð-
ini Brú kemur tað fram,
hvønn týdning tey fyrstu
vakstrarárini hava fyri eina
menniskju, hvussu tær
sosialu umstøðurnar ávirka
hennara lagnu.
»Lognbrá« leggur fyri
við eini natúrlýsing, og
»Fastatøkur« endar við
einari. Á henda hátt gerst
tann poetiska natúrlýsingin
ein karmur um søgugongd-
ina, verður tann alheimur,
sum søgan fer fram í.
Natúrfatanin hjá Heðini
Brú er ikki ein teoretisk
støðutakan til eina ab-
strakta hugsjón, men ein
sjálvsøgd sannkenning av,
at tað er natúran, sum setir
treytirnar.
Ríkt jørðildi
Málburðurin í »Lognbrá«
og »Fastatøkum« er eitt um
somu tíð mergjað og lætt-
flótandi bygdarmál, og
valla nakar hevur havt so
stóran týdning fyri før-
oyskt skaldskaparmál sum
Heðin Brú. Hann vísir, at
tað ber til at skriva livandi
og lættskiljandi á føroysk-
um, at tað er púra óneyð-
ugt at líta í ein útnyrðing at
leita sær málsligt tilfar, tí
jørðildi hjá okkum sjálvum
er so ivaleysa ríkt.
Afturfyri hevur hann tað
ikki altíð so lætt, tá ið tað
snýr seg um persónarnar,
og fløktar upp í søgu-
gongdina eru fleiri neyð-
loysnir fyri at fáa søguna
at ganga upp. »Fastatøkur«
skal bæði hvat viðvíkur
tittuli og innihaldi vera
mótpólur til »Lognbrá«,
hon skal vísa, hvussu tað
lukkast Høgna at fáa fasta-
tøkur á lívinum. Men so er
ikki. Fastatøkurnar eru ikki
treytaðar av, at hann er
broyttur, er vorðin vaksin,
men bert tí at dreymurin
gongur út, og at hann har-
aftrat fær garðin. Søgan er
frá byrjan til enda ein
heimkoma, men ikki tí at
høvuðspersónurin er vorð-
in meira búgvin, men tí
hann fær alt til gávu.
»Lognbrá« er ikki lognbrá
- dreymurin gongur jú út -
og »Fastatøkur« eru fasta-
tøkur av tí, sum varð skírt
lognbrá.
Kabalan gongur upp við
postulatum, og størsti veik-
leikin hjá skaldsøguni er
nettupp, at hon ikki megn-
ar at gera menningina hjá
Høgna trúliga.
Lív og skaldskapur
»Fastatøkur« tekur við, har
»Lognbrá« lokar: umborð
á sluppini ávegis til Ís-
lands. Men persónarnir eru
broyttir, og atvoldina til
hesa broyting mugu vit
leita eftir uttan søgukarm-
ar, tí í skaldsøguni er einki
hent ímillum tey bæði
bindini. Meðan fyrra bindi
av dupultskaldsøguni endar
við, at Høgni kennir seg
heimleysan og uttan fram-
tíðarvánir, so er tann per-
sónur, sum trínir fram á
pall í øðrum bindi øðrvísi
búgvin, og hóast hann iv-
ast, so er øll vónloysisøði
horvin. Hetta er ikki tann
sami Høgni sum at kalla
við vilja sprongdi byrsuna
nýggjársaftan. Hartil er
»Fastatøkur« ofta stak
stuttlig, og tað er tann lyr-
iska »Lognbrá« ongantíð.
Okkurt er hent!
Sum áður nevnt er
»Lognbrá« skrivað undir
sjúkralegu í 1927, og hon
kemur út í 1930, og í 1935
kemur »Fastatøkur«. Nett-
up skeiðið ímillum skriv-
ingina av teimum báðum
bindunum fer ein av teim-
um størru broytingunum í
lívinum hjá Heðini Brú
fram. Í 1927 er hann niður-
undirkomin í Keypmanna-
havn og lovar sær sjálvum,
at hann skal so illanstíð
flyta heimaftur. Hann hev-
ur ætlanir um at fara til
Tasmania, sum er so langt
burturi frá Føroyum sum
til ber. Men fyrst í tretivu-
num er hann fluttur til
Havnar, er hjálparmaður
hjá landbúnaðarráðgeva-
num, og yvirhøvur tykist
tað at lýsa fyri framman.
Tað er hendan gongdin í
lívinum hjá høvundanum,
sum eg meini speglast í
teimum báðum í so mang-
ar mátar ymisku skald-
søgunum. Í sama mun sum
»Lognbrá« er svartskygd
og uttan álit til framtíðina,
er »Fastatøkur« bjartskygd
og við dyggum áliti til alt
tað, sum stendur einum í
boði.
Undir sjúkralegu í 1927 fór Heðin Brú fyri at stytta sær stundir undir at skriva »Lognbrá«
C
M
Y
K
27
26