mánadagur 27. juli 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 141 - 27. juli 2009
Sosialurin
Listavirðisløn
Miðlahúsins latin
ólavsøkudag
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Aftur í ár verður virðisløn latin til føroysk lista-
fólk á tjóðardegnum. Talan er um Listavirðisløn
Miðlahúsins, sum fyri fyrstu ferð varð latin í
fjør. Tá fór hon til tveir kendar og avhildnar
føroyskar tónlistamenn, Stanley Samuelsen
og Hanus G. Johansen fyri teirra slóðbrótandi
arbeiði til frama fyri tónleikin. Hesaferð verður
virðislønin latin listafólki í aðrari listagrein.
Hvørji og hvør fær hana verður avdúkað
ólavsøkudag klokkan 14 við standmyndina av
Nólsoyar Páll í Vágsbotni. Virðislønin verður
latin til skapandi og útinnandi listafólk.
Miðlahúsið í Vágsbotni er annars eisini karmur
um nógv onnur tiltøk ólavsøkudagarnar.
Skráin er rættiliga fjølbroytt við tónleiki,
films fyri vísan og framsýningum. Hetta er
fimta árið, at Miðlahúsið letur dyrnar upp
fyri almenninginum á ólavsøku. Tungvektarin
er eingin minni enn okkara nógv virdi og
avhildni Óli Petersen, sum fyri 21. ferð hevur
framsýning við tekningum sínum í Sosialinum
á ólavsøku. Í ár verður so eisini ein heilt
nýggj framsýning. Tað eru fotomyndir, sum
myndamaðurin hjá Sosialinum, Álvur Haraldsen
hevur tikið á Oyggjaleikunum. Í báðum førum
er gjørligt at ogna sær tekningar og myndir.
Afturvendandi táttur er eisini føroyskir
filmir, sum hava vakt stóran áhuga millum
ólavsøkugestirnar. Í fjør var Føroyskar Søgur 1
vístar í Miðlahúsinum, og í ár verða Føroyskar
Søgur 2 vístar. Talan er um nøkur brot úr DVD,
sum kemur út í heyst. Premiera av filmi og
fernisering í sambandi við framsýningarnar
verður í Miðlahúsinum mánadagin 27. juli
klokkan 15.
Tónleikurin hevur eisini verið afturvendandi
táttur í Miðlahúsinum á ólavsøku, og í ár
verða fýra konsertir í Tórsgøtu 1. Hesar eru
við Una Arge, Stanley Samuelsen og Hanus G.
Johansen, Lív Næs og Niels Midjord og seinast
Martin Joensen.
Eisini Rás2 er virkið um ólavsøkuna. Umframt
at sent verður frá ólavsøkutiltøkum, so
verður aftur í ár skipað fyri serligum tiltaki í
Rásasúminum í ovastu hædd í Miðlahúsinum.
Tað er ólavsøkukvøld klokkan 22, har fólkakæri
bólkurin Frændir fara at spæla, og har Kári
Cool fer at halda alternativu ólavsøkurøðuna.
Í Ólavsøkuuppskotinum
hjá landsstýrinum verður
lagt upp til, at alivinnan
framyvir skal gjalda eitt
víddargjald, sum verður
mett til 12 milliónir árliga.
Havbúnaðarfelagið
undrast stórliga á hetta
uppskot, og sigur tað vera
óskiljandi. Alivinnan er ein
vinna, sum í dag virka
fullkomiliga uttan
almennan stuðul. Skulu
eyka gjøld yvirhøvur
leggjast á vinnuna, eigur
hetta at verða gjørt á sama
hátt fyri alla vinnu, og bert
eftir at onnur vinna er
stuðulsfrí og sjálv rindar
síni eftirlitsgjøld.
Havbúnaðarfelagið ger
vart við, at tað er
umráðandi, at ein
vinnugrein sum alivinnan,
sum er sera
kapitalkrevjandi, fær høvi
at konsolidera seg, og at
vinnugreinin forvinnur
pening til menning av
fyritøkuni fyri at kunna
megna framtíðar
avbjóðingar. Felagið metir,
at landsstýrið við hesum
tekur grundarlag undir
framtíðarmenning av
vinnugreinini.
Óskiljandi at alivinnan fær álagt víddargjald
Formaður í Hav
búnaðar felagnum
RAgNAR
JoENSEN
Jóannes Ejdesgaard finst at
mær og Kommunusam
skip anini, tí vit hava funn
ist at ávísum uppskotum
hansara í ólavsøku pakk
anum, heldur enn at
viðgera tey saman við sær,
so sum hann nú sigur seg
hava ynskt.
Hetta er ikki rætt.
Kommunufeløgini vórðu
við stuttari freist boðin til
fund, har landsstýris mað
urin kunnaði um pakkan.
Lagt varð ikki upp til nakra
samráðing yvirhøvur
hvørki á fundinum ella
aftaná.
Vit fingu greitt at vita, at
talan enn bert var um eitt
samráðingarupplegg mill
um samgonguflokkarnar,
og at aðrir partar, m.o.
kommunurnar, fóru at
verða tikin við í viðgerðina
seinni.
Á fundinum tóku vit
kunningina frá lands stýris
manninum til eftirtektar.
Vit gjørdu tó eisini við
merk ingar til ávís uppskot
eitt nú um ætlaða lønar
steðgin, broytingar í parta
felagsskattinum, umskip
anin av Húsa láns grunn
inum v.m.
Eitt nú fekk landsstýris
maðurin at vita, at upp
skotið um at broyta býtið
av partafelagsskattinum til
fyrimunar fyri landskassan
gongur beint øvugtan veg í
mun til uppskot, ið komm
unala umskipanarnevndin,
sum ger tilmæli til ætlaða
kommunureformin, ar
beiðir við. Lands stýris
maðurin fekk tí eisini at
vita, at uppskot hansara
hevði ikki undirtøku í
Kommunusamskipanini.
Vit gjørdu eisini við
merkingar til, at nøkur
uppskot vóru til fyrimunar
fyri kommunurnar, onnur
ikki.
Landsstýrismaðurin
legði okkum eina við einki
at siga um uppskotini
alment, áðrenn samgongan
var samd. Hetta ynskið
hava vit virt til fulnar.
At landsstýrismaðurin nú
hartar meg fyri at finnast
at ávísum uppskotum
alment heldur enn at koma
til sín, er sanniliga løgin
framferð, tí hann hevur
greitt frábiðið sær okkara
íkast.
Landsstýrismaðurin
sigur seg heldur ikki skilja
atfinningarnar og stóra
orðavalið hjá Komm
unusamskipanini. At talan
er um fáar milliónir henda
vegin og handa vegin.
Nú skal ólavsøkupakkin
sjálvandi síggjast sum ein
samrunnin partur av
politikki landsstýrisins
ann ars. Og ólavsøku
pakkin, og serliga teir
leysu pástandirnir, sum
Fíggjarmálaráðið altíð
brúkar sum grundgeving
mótvegis kommununum,
vátta bara enn einaferð, at
kvørkratakið um komm
unurnar verður hert stig
fyri stig.
Hetta er tilgongd, ið
hevur verið ávegis í eina
tíð og hetta er tilgongd,
sum Kommunu sam
skipanin staðiliga ávarar
ímóti.
Tað var eisini tí, at
Kommunusamskipanin
alment heitti á teg um at
taka kommunurnar við í
arbeiðið við pakkanum.
Men tú strekti teg bert til
eina kunning.
Kommunusamskipanin
er altíð til reiðar at viðgera
ólavsøkupakkan eins væl
og øll onnur uppskot. Men
so mugu kommunurnar
eisini fáa veruliga ávirkan
á ítøkiliga innihaldið.
Aftursvar til Jóannes Ejdesgaard, fíggjar mála ráð
harra, um ólavsøkupakkan og kommunurnar
Formaður, Kommunu
samskipan Føroya
HEðIN
MoRtENSEN