mánadagur 27. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 141 - 27. juli 2009
James Olsen hevur
seinastu seks árini
verið noyddur at
sova við einari
iltmasku, men eftir
skurðviðgerðina,
har tveir metrar av
tjúkktarminum vórðu
skornir burtur, er
hann sloppin av við
maskuna og aðrar
sjúkdómar eisini
LÍVSVIRÐI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað
munnu
vera
fáir
føroyingar, sum ikki kenna
James Olsen. Hann hevur
verið ein almennur persónur
í mong ár, bæði sum tón
leikari og sum radiovertur.
Nú er hann eisini festival
fyriskipari.
Ógvuliga nógv kenna
hann frá at hava sæð hann
einaferð, tí hann var ein
imponerandi sjón, stutt sagt
ein
persónur,
tú
ikki
gloymdi aftur. Men James
Olsen var eisini kendur fyri
at hoyra til teir tungu
dreingirnar, og tað hevði
hann tað ikki so gott við.
Ikki tí hann hevði nakað
ímóti at vera tungur, men til
endans gjørdist tað ov
nógv.
Til endans byrjaði tað at
ganga út yvir knøini. Eg
hevði eisini svøvntrupul
leikar, og seks tey seinastu
árini undan skurðviðgerðini
svav eg við einari iltmasku.
Eg orkaði einki, og setti eg
meg niður, sovnaði eg, hevði
snøgt sagt onga energi. Eg
hevði
narkolepsi
ella
svøvnapnø, sum tað eisini
eitur, sigur James Olsen.
Tað eru fleiri føryingar,
sum líða av hesum fyri
brigdi, men tað hjálpti so
einki upp á støðuna hjá
James Olsen.
Eg royndi ymisk slanki
evni, men einki hjálpti. Eg
royndi vægtvogterne eina
tíð, men hóast eg tá tapti
meg 30 kilo, so fór megin
parturin av tíðini við at
fyrireika máltíðirnar, og tað
eri ikki akkurát eg, sigur
James Olsen.
Men sjálvt um hann tá
tapti 30 kilo, so tók hann
onnur 50 kilo upp á, tá hann
gavst við kurinum.
Trupulleikin var ikki at
tapa seg. Trupulleikin var at
halda vektina niðri, sigur
James Olsen.
Hoyrdi um Noregi
Men so hendi tað, at hann
hoyrdi um føroyingar, sum
fóru yvir til Noregi at leita
sær hjálp, tí teir vóru ov
tungir.
Eg helt, at tað ljóðaði
áhugavert, so eg fór at leita
á netinum fyri at finna fleiri
upplýsingar um hetta. Eg
hevði jú áður roynt bæði
kostráðgeva og alt, og einki
hjálpti, sigur James Olsen.
Hann gjørdi so av at
royna hetta og fór tí beina
leið til Torbjørn Olsen, ein
gamlan tónleikavin, sum nú
er
yvirlækni
á
Lands
sjúkrahúsinum.
Tað gingu ikki meiri enn
fimm minuttir, so stóð eg á
listanum yvir fólk, sum
skuldu hava hesa skurðvið
gerðina, sigur James Olsen.
Tað
gingu
so
fýra
mánaðir, so átti hann tørn
at fara yvir til Noregis at
fáa gjørt skurðviðgerðina.
Tað er ein íslendingur,
Hjørtur
Gislason,
sum
stendur fyri hesum. Talan er
um eina privatklinikk, og
hann hevur ein føroying,
Heðin Jacobsen, sum hjálp
armann. Felagið eitur Aleris,
og teir hava gjørt einar 1800
skurðviðgerðir av hesum
slag, sigur James Olsen.
Saman við fýra øðrum
føroyingum kom hann so til
Noreg ein hósdag, og tann
dagurin saman við fríggja
degnum fór við at fáa
kunning um tað, sum skuldi
henda.
So var vikuskifti, og
mánamorgunin fóru vit øll
fimm so undir knívin. Vit
vóru tikin rað á rað, og longu
á miðddegi høvdu vit øll
fimm fingið okkara skurð
viðgerð, sigur James Olsen.
Upp á »smalkost«
Tað gekk soleiðis fyri seg,
at eg var lagdur á eitt borð
akkurát sum ein krossur, við
ørmunum útstraktum. Har
varð eg so bundin niður.
Beint áðrenn skurðviðgerð
ina fuku tankarnir gjøgnum
høvdið á mær. Var hetta nú
rætta avgerðin? Eg sá alt
lívið fara framvið í einum
flashi, sigur James Olsen.
Men sjúkrasysturin bað
hann bara slappa av, og
skjótt var hann burtur í
dreymaverð.
Skurðviðgerðin
gongur
soleiðis fyri seg, at tað
verða skornir tveir metrar
av tjúkktarminum burtur,
so bara tað ovasta er eftir,
og so verður sett saman
aftur við tunntarmin.
Tað gjørdist ein stríggin
tíð.
Tær
fyrstu
fimm
vikurnar mátti eg bara eta
súpan við ongum sum helst
í, sigur James Olsen.
Men hóast tað, so var
hetta eingin trupulleiki, og
skjótt byrjaði kilo’ini av
rapla av honum.
Hetta er ein skurð
viðgerð, sum er púra vanda
leys. Eg kenni so ongan,
sum er deyður av hesum, og
bert í onkrum einstøkum
føri hevur tað verið minni
væl eydnað, men tá varð við
komandi skorin um aftur, og
síðani hevur alt verið gott,
sigur James Olsen.
Sum ein annar maður
Hann sigur, at øll, sum hann
kennir,
ið
hava
verið
ígjøgnum hetta sama sum
hann, hava tað ordiliga gott
í dag, og eini 20 fólk, sum
hava fingið hesa skurð
viðgerðina, hittast javnan
til eina hugnaliga løtu.
Eg má siga, at eg ongan
tíð havi havt tað betri í
lívinum. Alt er lættari nú,
og eg kann so ómetaliga
nógv meiri nú, enn eg kundi
áðrenn
skurðviðgerðina,
sigur James Olsen.
Og lættari er James.
Eg havi tapt meg 80 kilo
frá tí, eg vigaði mest. Nú
gongur sjálvandi eitt sindur
spakuligari við at tapa meg,
enn tað gjørdi at byrja við,
men tað er einki at ivast í,
at hetta hevur broytt mítt lív
fullkomiliga, sigur James
Olsen.
Tað var ikki bert tyngdin,
sum varð ávirkað at skurð
viðgerðini, har fylgdi so
ómetaliga nógv annað við.
Eg slapp av við iltmask
una beinanvegin, og hartil
slapp eg av við diabetis
tvey sjúkuna, sum eg annars
havi havt at dragast við,
sigur tónleikarin.
Hann veit annars um fólk,
sum eru farin gjøgnum hesa
skurðviðgerðina, og eru
sloppin av við skavankir,
tey hava havt.
Eg veit um fólk, sum
eru sloppin av við bæði
astma, podagra og fleiri
aðrar sjúkur. Og so sjálvandi
eisini
svøvntrupulleikar,
sigur James Olsen.
Tað er vorðið sera væl
umtókt at gera hesar ferð
irnar til Noregs at fáa hesa
skurðviðgerðina, og bíði
røðirnar eru langar. Men
samstundis hevur landið
smekkað lokið á kassan, og
í dag sleppa bert einir 20
føroyingar um árið at fáa
hesa skurðviðgerðina »upp
á landsins besta«.
Tað
kostar
einari
140.000 krónur at fáa hesa
viðgerðina, men tað ber
eisini til at fíggja hana
sjálvur, og tað kann gerast
fyri 65.000 krónur í Týska
landi, sigur James Olsen.
Fyribils fegnast hann um,
at hann tók røttu avgerðina í
fjør, tí í dag kennir hann seg
sum ein heilt annan mann.
Skandinavar stúra minst
Ein spurnarkanning hj´ESnevndini vísir, at danir og sviar hava ikki
mist mótið orsakað av fíggjarkreppuni. Meðan ein triðingur av ES
borgarunum ganga og stúra fyri at missa arbeiðið orsakað av kreppuni,
eru tað bara tólvti hvør dani og svii, sum ganga við somu tonkum. Átta
av hvørjum tíggju siga, at tey stúra als ikki fyri at missa arbeiðið. ES
nevndin sigur, at tað er helst tann serligi bygnaðurin á tí norðurlendska
arbeiðsmarknaðinum, sum ger, at norðurlendingar kenna seg tryggari
enn fólk í øðrum londum. Kanningin hjá ESnevndini, sum umfatar
umleið 30.000 fólk, vísir, at fólk í Spania og Litava eru serliga stúrin
fyri at missa arbeiðið orsakað av fíggjarkreppuni.
James Olsen. 80 kilo lættari og
ongantíð so væl fyri sum nú
Mynd: Beinta Haraldsen
Vilst Vit
- ein bók um at hugsa
Nýggj bók er komin út við heitinum "Vilst Vit". Tað er
Guttormur Djurhuus, sum hevur týtt úr svenskum eftir Olav
Hammer professara í religiónssøgu. Hetta er tann fyrsta av
fýra bókum, sum kaldbaksmaðurin er í ferð við at týða.
Tann seinasta av týðingunum eru endurmenningar hjá
Charles Darwin. Lesið meira um bókina í hósdagsblaðnum.
Eg havi ongantíð
havt tað betur