Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 141 - 27. juli 2009 Ólavsøkuframsýningin 2009 landslag.fo/09 avmyndan-umskapan-avskapan Tíðindaskriv Listafelagið www.listafelag.fo Stórur áhugi hevur verið fyri at senda inn til Ólav­ søkuframsýningina í ár. Nevndin í Listafelagnum hevur tikið móti langt oman fyri hundrað myndum og verkum undir yvirskriftini landslag.fo/09. Við á framsýningina koma umleið 90 verk eftir 30 listafólk, 13 menn og 17 kvinnur. Níggju eru fyrstu ferð við í Ólavsøkuframsýning, og verk teirra eru málningar, foto­ og steintoysverk. Har umframt eru standmyndir úr sandsteini, pappíri, stál tráði, installatiónir og verk úr aðrari samansettari tøkni. Framsýningin á ólavsøku í ár verður størri enn undanfarin ár, tí nú er betri pláss. Í ár er evnið landslag í nútímans teldutøkni­ og alnetmentanarmerking. Í flestu førum er talan um avmyndingar av náttúru fyri­ brigdum sum fjøllum og fólkum sædd sum landsløg. Summar avmyndingar loysa kendar formar í landslagnum sundur og endurskapa teir í rúmd. Aðrar leggja dent á tað umskapaða náttúrutilfarið ella avskepla landsløg fyri at seta sjóneykuna á, hvussu sumt verður tilnevnt at vera landslagsikon. Undir tí býr, at onkursvegna er ein sterk trá í mentanini eftir at skapa slík ikon við ávísum eyðkennum. Uppaftur onnur verk seta sjón­ eykuna á fatanir av hvat landsløg kunnu vera her heima og úti í heimi. Avskapaðu landslagsmyndirnar seta spurn arteknini við list og við landslagsfatanir í okkara tíð. Ólavsøku framsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14. Ólavsøkudagarnar báðar letur framsýningin aftur kl. 20. Hon er opin til sunnudagin 9. august kl. 11­17. Atgongumerkini kosta 50 kr., børn koma inn ókeypis. Tað er Listafelag Føroya sum skipar fyri framsýningini. GrafiskiVerkstaðurin flutti í vár oman á Skálatrøð. Hølini, har tað hevur húsast seinastu árini, eru tikin inn framsýningarhølini. Tann parturin av Listasavninum, sum upprunaliga var Listaskálin, hevur nú aftur ta stødd, sum hann hevði, tá ið Listafelagið bygdi hann. Tónleikur Símun úr Konoy ­ Eg havi í nógv ár havt ein dreym um at syngja nakrar sangir í einum ljóðstudio og brenna teir niður á nakrar fløgur, og nú er mangt sum bendir á, at dreymurin gerst veruleiki. Soleiðis sigur Jóannes í Innistovu, sum gjørdist heimskendur í Føroyum í sekstiárunum, tá ið hann var sangari í navnframa tónleikabólkinum The Silly Boys, sum helt til í dansi­ stovuni í Fuglafirði. ­ Sjey sangir eru komnir undir land, men um tíggju ella tjúgu vera á fløguni, tá ið hon einaferð í framtíðini stendur á hillunum í hand­ ilsbúðunum, tað er støða ikki tikin til enn, men eg havi ov mikið av tilfari, sig­ ur Jóannes, sum manna millum ikki verður nevndur annað enn Silly Jóannes. Philip Stange Hin 60 ára gamli Jóannes í Innistovu, er útiseti. Hann flutti til Danmarkar mið­ skeiðis í 90­unum, og hevur saman við familjuni sein­ astu árini verið búsitandi í lítla býnum Grindsted nær­ hendis Billund í Miðjút­ landi. Fyri góðum ári síðani setti ein dani, sum eitur Philip Sprange, seg í sam­ band við Jóannes. Hann er ánari av einum ljóðstudio, ið nevnist Pladeselskab DK. Umvegis umboðs­ mann inum hjá Jóannesi, Jimmy Phil, hevði hann hoyrt, at føroyingurin í Grin dsted hevði eina megnar rødd. Hann bjóðaði tí Jóannesi at støkka innar á gólvið hjá sær onkun dagin, so hann fekk høvi at hoyra hann syngja. Jóannes tók av, og tá ið hann hevði sungið fyrsta sangin, var Philip Sprange ikki í iva – hesin føroyingurin hevði eina so mikið góða rødd, at hon skuldi spælast inn og fáast út til almenningin. Ikki skund ­ Tað, ið umræður er, at tað vit leggja fyri dagin er borð bært bæði so og so. Vit hava ikki skund, og tí verða summir sangir sungnir um aftur – ikki av tí, at eg við­ hvørt ikki raki tónan, men av tí, at alt er á enskum, og tá mugu orðini úttalast á rættan hátt. Philip Sprange er ein sera nærlagin maður, og tað eri eg fegin um, sigur Jóannes. Jóannes sigur, at stuttligt hevði verið um so var, at so mætir tónleikarar sum Jákup Zachariassen, Ólavur Øster og aðrir góðir gamlir føroyskir studiovandir garp­ ar spældu tónleikin, men tíverri eru ráðini ikki til tess. Tí verður tað teldu tón­ leikur á høgum støði, sum fer at mynda trummur, gitt­ arar við meira á fløguni. Úrvalið verður ein bland­ ing av tí besta, sum var og enn er á skránni av góðum, gomlum landaplágum úr seksti árunum, sum t.d. “Cryin’ Time”, “My Way”, “Young Girl” við meira. Kanska bert seld á netinum ­ Eg rokni við, at fløgan er liðugt innspæld og sungin einaferð í ár, og tá fara vit at taka støðu til, um skivan verður framleidd sum ein verulig fløga, ella um ymsu sangirnir verða lagdir út á Alnótina, soleiðis at fólk kunnu taka teir niður (down loada teir) fyri eina ávísa upphædd. Gongur eftir ætlan, verður fløgan at finna bæði á handils hill­ unum og úti á netinum, men endalig støða er sum sagt ikki tikin til hetta enn, sigur Jóannes í Innistovu at enda í samrøðuni. Tey, ið hava hug at hoyra megnar rødd Jóannesar, kunnu kaga innar á heima­ síðu hans, www.innimann.dk Í dag fyllir havnamaðurin Birgir Bærentsen Wang 60 ár. Birgir er sonur kendar, farnar havna myndir, nevni­ liga Jóhannus og Elsu Wang. Birgir vaks upp í Hornabø, ið tá var eitt satt eldorado fyri børn, har dunnur og hønur skuldu rekast inn hvørt kvøld. Áin ­ fjørðan – Sandagerð, hetta vóru pallarnir, har Birgir traðkaði sínar barnaskógvar. Gera og koyra kassabil ­ og á flakum í Álagerði, soleiðis var barndómurin hjá Birgir. Kríggj var tó eisini ein partur av uppvøkstrinum, kanska ikki gerandisdagur og ikki so, at lív lá eftirá, men tá bambustráðurnar fóru tvørtur um nakkan og træpettini við ferð vórðu send gjøgnum luftina, tá fekk mangur Hornabø drongur pínu at føla, eisini Birgir. Birgir gekk í barnaskúla hjá nonnunum og fór síðani í Tórshavnar Kommunu­ skúla. Lærdi til elektrikara og síðani til maskinmann. Birgir sigldi í fleiri ár, og á landi var hugurin til familju, trøðna og tað, sum har til hoyrir. Sum ungur var Birgir glaður fyri at setast við ár í hond og rógva kapp, hetta gav eisini vinir og felagsskap. Birgir er blíður, gávu­ mildur, familjukærur og vertskapsmaður. Tann, sum hevur Birgir til sín vin, hevur besta vinin ein kann ynskja sær, trúðfastari vin fært tú ikki. Føðingardagurin varð hildin fyri teimum nærm­ astu síðsta leygardag. Góði Birgir, hjartaliga tillukku við árunum og alt tað besta framyvir. Vinir og familja Hornabømaður 60 ár í dag Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Osvald Hansen andaðist og varð jarðaður. Familjunnar vegna Gunnleyg og Óli Gamal skøltur Ein týskur trolari, sum royndi eftir kræklingi úti fyri niður­ lendsku strondini, fekk ein mannaskølt í trolið. Týskir vísinda­ menn, sum hava kannað skøltin, siga, at hann er minst 40.000 ára gamal. Er tann metingin røtt, er hetta tann elsti manna­ skølturin, sum nakrantíð er funnin í sjónum, skrivar blaðið Geo Magazine. Saman við skøltinum fekk trolarin fleiri amboð so sum eina øks, sum ivaleyst eru líka gomul sum skølturin. Týsku vísindamenninir siga, at hóast skølturin er funnin á hav­ botninum, búði maðurin uppi á landi, tí tá í tíðini var landfast ímillum Niðurlond og Bretland, skrivar Geo Magazine. Ráðharrar fingu sekkin Fýra ráðharrar í iransku stjórnini fingu sekkin í gjár. Mahmoud Ahmadinejad, forseti, fer at skipa nýggja stjórn fyrsta dagin, men hesir fýra sluppu ikki at sita skeiðið út. Millum teirra, sum fingu sekkin, vóru fregnartænasturáðharrin og ráðharrin í mentanarligari og islamskari vegleiðing. Mahmoud Ahmadinejad vann iranska forsetavalið í juni, men túsundtals iranar og fólk í øðrum londum hava lagt myndugleikarnar undir valsvik. Almenna tíðindastovan Mehr skrivaði í gjár, at Ahmadinejad verður tikin í eið tann 5. august. Gamli Silly-Boysarin, Jóannes í Innistovu, í studionum: Syngur landaplágur frá sekstiárunum inn á fløgu Fuglfirðingurin Jóannes í Innistovu, er farin í upptøkuhølini at syngja nakrar enskar 60-ara landaplágur. Fløgan kemur út seinni í ár.